Lýsing
Lýsing
Lýsing

Útróðrarbátarnir fiska væl

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  31.05.2019 - 10:36 Mentan Tíðindi Vinna

Vit tosaðu við Janus Sørensen, skipara á Brandi fyri løtu síðani. Brandur er einasti størri útróðrarbáturin, ið rør út frá Hvannasundi. Tað hevur verið baldrugt seinastu dagarnar at rógva út, tí høgættin hevur verið boysin, men væl av fiski er at fáa. Í dag er veðrið gott, bert eitt lítið eystligt lot. Vit hava 9.000 pund, meginparturin hýsa, eini 1800 pund av toski. Tveir aðrar túrar hava vit verið hesa vikuna, annar upp á 6.700 pund og hin 7.800 pund. Hýsan er blandað, bæði stórt og smátt og hóast gýtingin júst er av, so er toskurin eisini hampuliga væl fyri.

Vit spurdu eisini Janus Sørensen um fugl. Jú, vit síggja nakað av lunda, men sjálvandi, tað skuldu vit helst sæð hesa tíðina.

Á Fiskamarknaðinum sæst at Bragd hevur 10.200 pund í dag og Stakkavík 5.400 pund.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Gleðiliga jólasøku
Opið hús á KG leygar­dagin
Nýtt skip í føroyska flotan
Prógvhandan á Vinnuháskúlanum
Frískt Lot: - Vit eru spent at sleppa í…
Ótrúlig fakta: Messi og Ronaldo skora vi…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar til Andorra
Myndarøð: Íslendska forsetafrúan vitjaði…
Unga sildin kemur seg í Norð­urhøvum
Upptakt: NSÍ-KÍ
- Tað gongur ordiliga væl!
100 ára føðingardagur hjá Amandu
KÍ vitjar besta heimaliðið í ár
Paz letur upp kokkteylbarr
Ein trúgvur KÍ’ari er farin
Hans Arni og Marion – mikukvøldið í Bete…
Prógvhandanin hjá Tøknibreyt­ini verður ú…
Trivnaðar­nevndin á vitjan í norð­urøkinum
Spurnarkapping: Vinn krúss og fótbóltsbl…
Mylnuhúsið savnaði pengar inn til Team R…