Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing
Skála er eitt gott boð til staðseting av Barnaheiminum

Gylt høvi at byggja barnaheim uttanfyri Havnina

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  12.06.2019 - 13:58 Leiðarin Politikkur

Í staðin fyri at fara undir enn meira byggivirksemi í Suðurstreymoy, sum longu áðrenn tað er byrjað sær út til at fara at kosta nógv meira enn ætlað, eigur Landsstýrið at leggja uppskot fyri Løgtingið um at byggja nýtt barnaheim uttanfyri Tórshavn.

Byggigølurnar í Havn hava verið stórar og dýrar, elvt til misálitisuppskot, risastórar eykajáttanir, endurgjaldskrøv, sakarmál og nú enntá politimál. Barnaheimið kom lukkutíð ongantíð hartil, men greitt er, at verður hildið fast um núverandi projektið, fer tað at verða nógv dýrari. Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna, hevur givið skarvin yvir og letur tað upp í hendurnar á komandi samgongu at byggja.

Her eiga allar góðar kreftir at virka fyri, at Barnaheimið kemur at liggja aðrastaðni enn í Suðurstreymoy, sum hevur meira enn nóg mikið av almennum stovnum og tænastum frammanundan. Sum grundgeving fyri at byggja í Tórshavn ella nær Tórshavn varð ført fram, at í Havn vóru øll tilboðini. Tað er kanska rætt, men har eru eisini allar freistingarnar.

Ein av orsøkunum til, at viðgerðarheimið hjá Bláa Krossi varð flutt úr Havn og inn á Nes í Eysturoynni var, at búfólkini vóru ov tætt uppá freistingarnar í Havn. Søgur gingu um, at fólk í viðgerð fóru út á barr og komu aftur rúsað, og oyðiløgdu harvið ikki bert sína egnu viðgerð, men eisini tað hjá øðrum. Við at leggja ein viðgerðarstovn á bygd minkar man hendan trupulleikan munandi.

Loysnin har hevur verið, at tey professionellu í staðin koma út á stovnin. Lækni, sálarfrøðingur, sjúkrarøktarfrøðingur og starvsfólk annars koma úr fleiri heraðshornum og á viðgerðarstovnin at vera í nakrar tímar um vikuna, tá tørvur er á tí og tað liggur fyri hjá teimum. Á tann hátt sleppa búfólkini undan at uppsøkja serfrøðina, serfrøðin kemur til teirra. Hetta sama kundi saktans verið gjørt viðvíkjandi Barnaheiminum.

Fíggjarliga er ongin ivi um, at tað er munandi bíligari at byggja uttanfyri Suðurstreym, har fermetraprísurin er tann nógv hægsti. Tað hevði verið eitt sera positivt signal, nú politiska skipanin er gyrd í brøkur av teimum stóru byggigølunum í Havn, um her kom eitt projekt, sum var tað øvugta, nevniliga ein bíligari byggiverkætlan uttanfyri Havnina.

Á hesum staði skulu vit ikki gera okkum klók uppá, júst hvar eitt Barnaheim liggur best. Men greitt er, at stóru útbyggingarnar á samferðsluøkinum eiga at verða tiknar við í metingina. Vestmanna var staðið, har alt byrjaði, so tað kundi verið eitt boð. Skála kundi verið eitt annað boð, nú bygdin liggur miðskeiðis í Eysturoynni og kemur at liggja miðskeiðis millum Norðoyggjar og Suðurstreym eisini. Skal tað vera í meira friðarligum umhvørvi, so kundi tað verið Vágum ella Eystan Múla. Ella hví ikki í Sandoynni, har tað kann standa klárt, tá tunnilin letur upp?

Alt hetta verður sjálvandi upp til politiska myndugleikan at gera av, men víst verður á hetta fyri at gera vart við, at vit hava fleiri støð í landinum, har eitt barnaheim liggur eins væl ella betur enn í Havn. Og har fermeturin er væl bíligari.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Marius Ziska á Tórsfest 2026
Vikuskiftirmøtir hjá kirkjuliga missións…
Býráðsskráin 30. apríl
Virkið Vár: Verkstova um matoyðsl í Róti…
Næmingar á Matvørubreyt­ini á TSK staðið…
Klaksvíkar kommuna tekur niðurstøðuna hj…
Summar­ansing 2026
Fóðurflaki á Lambavík
Sakaris spælir á Summar Festivalinum
Vit vilja hava fimleikar­høll­ina fyrst!
Virkið Vár: Figurmáling og borðspæl fyri…
KOM TIL DYST OG VINN GÁVUKORT Á 1.000 KR
Nýggj íbúðarverkætlan á Eiði
Virkið Vár: ÍÐKA SOSIAL RUN
Tá brøðurnir Wright vildu flúgva
Flutningur er meira enn bilar: Avtakið e…
Virkið Vár: Familju­súkklutúrur við Norðs…
- Kvinnur­nar skulu hava lønarsáttmálar!
- Vit geva vinnaramentalitetin víðari ti…
Hvat hevur Norðoya­tunnilin haft at týða…
Lýsing