Lýsing
Lýsing
Lýsing

At kalla ongin lundi

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  14.06.2019 - 10:35 Mentan Myndarøð Tíðindi

Eg haldi at vit øll her vesturi eru samd um at í ár er ringasta árið til lunda vit vita um. Millum annað tað, sigur Eddie Lauritsen úr Mykinesi, tá vit spyrja hann um støðuna hjá lundanum her.

Her er sum sagt ongin lundi at síggja, sigur Eddie, visti eg ikki hvussu ein lundi sá út, so hevði eg ikki kunna gjørt mær tað greitt í ár, tí her er heilt einfalt ongin lundi at síggja. So sárur er Eddie um støðuna hjá lundanum. Her hevur verið høgætt og kuldi líka til dagin í dag og eg trúgvi at tað hevur sína ávirkan. Nú boða veðurmenninir frá eysturætt og landsynningi, so møguliga fara vit at síggja lunda aftur her tá. - Tá eg tosi um lundan sum kom úr egginum fyri trimum árum síðani, so er tað tað tí, at lundin kemur vanliga ikki aftur fyrr enn hann er trý ár.

Men tað sum er dapurt eisini er, at ungfuglurin, sum kom úr holunum her fyri trimum árum síðani er heldur ikki at síggja, hvørki á sjónum ella á flogi.

Nógv hevur verið tosað um orsøkina til at fuglurin soleiðis blívur burtur. Millum annað hevur veiðan við stong fingið skuldina. Men eg trúgvi ikki at tað er har trupulleikin skal finnast. Eg ivist onga løtu í, at tað er mangul upp á føði, sum ger at lundin er rýmdur. Eingin veiða hevur verið við stong nú í mong ár og hóast tað, so hevur bara gingið aftur á við lundanum. Vit hava snøgt sagt ongan bata sæð orsakað av friðingunum.

Men vit hava nógva vitjan av fremmandafólki her. Fyri løtu síðani kom ein bólkur upp á 15 kinesarar í land her her er nógvur vindur av landnyrðingi og vátt, so teir hava neyvan fingið nógv burturúr nú heldur eingin lundi er at síggja.

Spurdur um hvussu tiltakið við at lata ferðafólk byggja gøtur var móttikið úti í Mykinesi, svarar Eddie: Hatta var nakað tvætl at koma við her í oynna. Tó skal sigast at eg haldi at tiltakið úti í Trælanípuni, sum ungu fólkini gjørdu eydnaðist væl. Men her lagaðu tey nakrar steinar fram við gøtuni, ið var áðrenn tey komu. Eg kann gott siga, at tað arbeiði tey gjørdu her gjørdi ongan mun og enn liggur meginparturin av pengunum, í Havn og úti í heimi, sum ferðavinnan í Mykinesi gevur.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Áheitan á 49'ararnar
8-kantaða kioskin aftur til heiðurs og æ…
Borgar­stjó­rin svarar borgarunum
Nýtt staklag frá Jónasi Gaard og Sigrið
Føroya Tele tekur fyrsta stig í 100 mill…
Nøglin sæst her
Klæða suðurendan á Varpinum
Tí valdu vit Fróða Benjaminsen
Fyrrver­andi KÍ-leikari er nú hjálparvenj…
Serfrøðingu­rin og fjepparin um Champions…
Er nakað sprell eftir í Klaksvíkingi – e…
Umvælingar­arbeiði í 1981-bygningi­num í T…
Menninir hittast í Emmaus
Løgmaður á fundi við donsku stjórnina
Prógvhandan á Serbreyt­ini
Anna Lovisa og Bjarki á OY Voxbotn 2026
Upptakt: Víkingur-KÍ
KÍ kvinnur møta spennandi mótstøðu
Trivnaðar­nevndin á kunningarferð á Klaks…
- Klaksvíkar Havn fær Ídni til sítt virk…