Lýsing
Lýsing
Lýsing

Spennandi dagur í Svínoy í dag

SKRIVAÐ: Dávur Winther. Myndir: Dávur Winther  |  15.06.2019 - 07:51 Mentan Myndarøð Tíðindi

Har verður stórt tiltak í sambandi við avdúking av minnisvarðanum, “Dropi í lívsins havi”, sum Edward Fuglø hevur gjørt.

Ritan siglir allan dagin og verður byrjað við Morgunmati í Gamlagarði, og síðani farið í kirkju kl. 13, har Jóhannes Purhus, sóknarprestur og bispur prædika.

 

Eftir guðstænastuna verður farið til minnisvarðan, sum liggur úti á Bø har drúgv skrá er við røðum og sangi. Borgarstjórin, Jógvan Skorheim, Heri Joensen prestur, Poul Sivar Olsen, ein av stigtakarunum og Edward Fuglø. listamaður røða við minnisvarðan. Eisini er kórsangur á skrá við 17 Sangarum og “Teimum av Váli”, eins og felagssangur.

 

So talan er um ein søguligan dag, har høvið verður at ganga um í bygdini saman við søgufróðum fólki og so verður annars boðið til suppu í Gamlagarði kl. 16.

 

Ferðaætlanini fyri dagin sær soleiðis út:

Kl. 08.15         Ritan siglir úr Hvannasundi til Svínoyar

Kl. 08.45         Tjørnunes siglir úr Hvannasundi til Kirkju

Kl. 09.45         Tjørnunes siglir úr Hvannasundi til Kirkju

Kl. 09.30         Ritan siglir úr Hvannasundi til Svínoyar

Kl. 10.45         Ritan siglir úr Hvannasundi til Svínoyar

Kl. 12.00         Ritan siglir úr Hvannasundi til Svínoyar

                        Ritan tekur í mesta lagi 121 ferðafólk hvørja ferð

 

Kl. 15.30         Ritan siglir úr Hvannasundi til Fugloyar

                        Innaftur umvegis Eiðið

Kl. 16.30         Ritan siglir av Eiðnum til Hvannasunds

Kl. 17.15         Ritan siglir úr Hvannasundi til Svínoyar

Kl. 18.30         Ritan siglir úr Hvannasundi til Svínoyar

Kl. 19.45         Ritan siglir úr Hvannasundi til Svínoyar

Kl. 21.00         Ritan siglir úr Hvannasundi til Svínoyar

Kl. 22.15         Ritan siglir úr Hvannasundi til Svínoyar

Um tað vísir seg ikki at vera nóg mikið av fólki innaftur, verður hildið fyrr  uppat at sigla

– Nærri kunning verður á heimasíðuni hjá Norðlýsinum og Klaksvíkar kommunu.

 

Keyp bond til ferðina

Ferðasambandið er skipað soleiðis, at Ritan siglir snimma á morgni, men neyðugt er at keypa armbond til ferðina út til Svíoyar henda dagin – leygardagin 15. juni 2019.

 

Hesi bond, við ymiskum litum til hvørja ferð, fáast á Norðoya Kunningarstovu.

Tlf: 456939 – info@klaksvik.fo.

Bondini skulu heintast og gjaldast á Norðoya Kunningarstovu.

 

Upplatingartíð á Norðoya Kunningarstovu:

Gerandisdagar:                       kl. 10:00 - 16:00

Leygardagin 15. juni:             kl. 08:00 - 11:00

 

Kostnaður:

Vaksin kr. 100,- fyri báðar ferðir – út til Svínoyar og innaftur

Børn (upp til 15 ár) ókeypis, men skulu hava bond

 

Sagt verður frá besta veðri.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap