Lýsing
Lýsing
Lýsing
Ein kann vera samdur ella ósamdur við úrslitinum, men Tjóðveldi kann so ikki lastast fyri at hava ligið á tí løtu síðuni. Tað kunnu fleiri av hinum flokkunum | Mynd: Oliver Joensen

Atgerðarloysi atvold til fiskivinnunýskipanina

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  26.06.2019 - 13:03 Leiðarin Politikkur Vinna

Funnist hevur verið at fiskimálaráðharranum og hansara flokki alt hetta valskeiðið, tí teir hava verið sjálv ímyndin av nýskipanini. Nakað av kritikkinum er frustratiónir, sum kanska ganga út yvir tey skeivu. Nakað av kritikkinum er uppá sítt pláss og eigur at verða tikið til eftirtektar. Tað vil altíð vera so. Men ábyrgdin fyri nýskipanina liggur ikki einans hjá teimum, sum tóku tað á seg at fremja hana.

Fólkaflokkurin er tann, sum hevur havt fiskivinnumál longst í nýggjari tíð. Hann hevur ikki gjørt tað stóra fyri at tillaga fiskivinnuna eftir nýggja veruleikanum frá 2007, fyri ikki at siga onki. Til tað kann man kanska svara, at man ikki kann krevja av einum flokki, sum ikki ynskir nakra broyting, at hann skal fremja eina, men tað er í so lættkeypt, tí 5 av 7 tingmonnum Fólkafloksins atkvøddu fyri at uppsiga loyvini í 2007. Tað forpliktar, men lítið og onki hevur verið gjørt fyri at liva upp til ta skylduna.

Sambandsflokkurin eigur helst størstu ábyrgdina fyri uppsøgnina av veiðirættindum. Ikki bara hevði flokkurin fiskimálaráðharran í 2007, sum legði uppskotið fram, men eisini atkvøddu allir 7 tingmenninir hjá Sambandsflokkinum fyri tí. Sambandsflokkurin hevur eisini tikið einstøk tøk til at nýskipa, eitt nú vóru teir við til at innføra tilfeingisgjøldini og royndarkoyrdu eina uppboðssølu í 2011, tó ikki við góðum úrsliti. Hann var eisini við í samráðingum við samgonguna, sum tó slitnaðu, og gjørdi somuleiðis eitt egið nýskipanaruppskot. Her kann man siga, at flokkurin hevur roynt, men at tað ikki hevur borið á mál.

Javnaðarflokkurin hevur dugað væl at spælt fríspæl og latið Tjóðveldi tikið skolurnar fyri negativu avleiðingarnar av nýskipanini. Søgurnar siga at menningarkvoturnar sum fyribrigdi vórðu uppfunnar á samgongufundi í Suðuroy, og at javnaðarmenn áttu sín stóra leiklut í teimum. Men Javnaðarflokkurin er gingin rættiliga fríur av kritikki fyri nýskipanina sum heild. Kanska serliga tí suðuroyartingmenninir báðir leingi sóu út til at vera einastu røddirnar hjá vinnulívinum í samgonguni. Ið hvussu er er Javnaðarflokkurin komin burturúr nýskipanini við skinninum á nøsini.

Um nakar kann tváa hendur, er tað Sjálvstýri. Einsamalla atkvøðan ímóti at uppsiga loyvini í 2007 kom frá Kára P. Højgaard, ið tá var allur sjálvstýrisflokkurin á tingi. Og Jógvan Skorheim hevur í hesum valskeiðnum bæði slitið samgongusamráðingar vegna nýskipanina og atkvøtt ímóti henni. Stóð tað til Sjálvstýri, so var lógin um vinnuligan fiskiskap frá 1994 enn í gildi fyri alt tilfeingið. So á ein hátt kann flokkurin við røttum siga, at hann ongan lut vil hava í fiskivinnunýskipanini. Hinvegin ber til at føra fram, at flokkurin hevur skyldu at taka støði í tí veruleika, at loyvini vórðu uppsøgd, og fyrihalda seg til tað. Hann hevur rætt til at vera fornermaður, men konstruktivt er tað ikki.

Miðflokkurin hevur verið heldur vinglutur. Til tíðir hevur hann verið til at tosa við um fiskivinnunýskipan, til aðrar tíðir ikki, og endaliga úrslitið var hareftir. Annar tingmaðurin atkvøddi ímóti og hin fyri. Menningarkvoturnar fingu rós frá Miðflokkinum í byrjanini, men tað er nú fánað burtur. Her er ilt at síggja nakra greiða støðu hjá flokkinum, men aftaná at lógin varð samtykt er flokkurin farin at hella hin vegin og ræðast sítt hálva barn.

Framsókn hevur verið sera kroystur í øllum hesum. Hann er liberala íslettið í eini sosialistiskari samgongu, og tað er eisini serliga á hugsjónarliga økinum, at Framsókn hevur verið noytt at svølgt kamelar. Flokkurin hevur bakkað tvær ferðir, bæði tá hann markeraði seg ímóti menningarkvotunum, og so árið eftir, tá hann markeraði seg ímóti kvotaskipanini. Báðar ferðir bakkaði flokkurin og tók sítt íkast til fiskivinnupolemikkin aftur. Framsókn kann tí sigast at vera í nakað teirri somu støðuni sum Sambandsflokkurin. Tey vilja seta síni fingramerki á, men hava ilt við at sannføra onnur um síni sjónarmið.

Samanumtikið hava vit í dag eina fiskivinnunýskipan, sum er merkt av, at flokkarnir í fyrstu atløgu gjørdu alt ov lítið við fyrireikingararbeiðið, og tað var atvoldin til, at ongin breið semja fekst. Tjóðveldi, sum skar ígjøgnum og tók tær ópopuleru avgerðirnar, hevur verið Prügelknabe av tí sama. Ein kann vera samdur ella ósamdur við úrslitinum, men Tjóðveldi kann so ikki lastast fyri at hava ligið á tí løtu síðuni. Tað kunnu fleiri av hinum flokkunum.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Espen Haug og Magne Hoseth um venjaralív…
Stjørnan tekur ímóti Kyndil í dag
Tunlarnir eru æðrar til sjálvt hjartað í…
Epli og røtur av Sandi til jóla
Helena Venzelsdóttir Kallsberg gjørdist…
10- og 20 ára starvsdagar í Articon í 20…
Skráin fyri Jóla­skipið
Betri Banki lækkar renturnar
Søguligt frambrot við brekumboði
Gadders syngja í Christians­kirkjuni
- Besta jólagáva í ár
Barnabøkur, list og jólahugni
Nógv góð átøk í fíggjar­lógini
Fortíð til nútíð uppá ein dag
Eina røð av batum afturat í barsils­skipa…
Royndur sjúkrahús­stjóri á Leiðara­deg­num…
Gleðilig jól
ÍF vitjar í Badminton­høllini
Jólahald í KFUM & K í Klaksvík
Hópin av møguleikum á Jobmatch