Lýsing
Lýsing
Lýsing

Johan millum Hanus og Høgna

SKRIVAÐ: Óli Breckmann  |  29.06.2019 - 15:26 Lesarabrøv Politikkur Vinna

Tað skar í hjartað at lesa og hoyra Hanus Hansen um fylgjurnar í Klaksvík av landstýrisins fiskivinnupolitikki: M. a. er samlaða úrslitið hjá JFK-samtakinum tødnað úr 45 mió kr niður í 1 mió kr frá 2016 og 2018, stóð í tíðindaskrivinum.

63 mió kr rændar frá JFK í revsigjøldum í fjør, og bert 3 mió kr eftir til íløgur.

Johan Lutzen, blaðstjóri á Norðlýsinum, royndi at býta skyldina fyri almenna ránið av fiskivinnuni so javnt ímillum politisku flokkarnar. Tjóðveldið slapp lættast, tí Johan flutti sín politiska kappa av høgru yvir á vinstru øksl, tá hann ráksnúgvið ætlaði at loysa Heina í Kunoy av á tingi. Stutt og illa hugsað.

Klettskarð spleisaði Johan av og spyr nú Hoydal 4 ferðir árliga, hvussu gongst landstýrinum at ræna fisk frá verandi fiskimonnum og geva øðrum.

Gott, at veljararnir í Norðoyum hugsaðu heilt øðrvísi til fólkatingsvalið enn tey bæði, so Fólkaflokkurin har fekk 5 ferðir fleiri atkvøður (50%!) enn Tjóðveldi.

Í Fuglafirði førir ein annar tjóðveldismaður, Sonni á Horni, kríggj ímóti vinnuni, seinast Havsbrún, sum umhugsar at flyta fóðurframleiðsluna aðrastaðni.

Ein annar borgarstjóri og tjóðveldismaður, Dennis Holm, ertir Anfinn Olsen, reiðara á Framherja (sum hevur svarað) og nú Hanus um eigararnar í JFK-samtakinum. Hanus svarar nokk tí annars dugnaliga borgarstjóranum í Vági.

Vit minnast neyðina í 1990-unum, tá eingin útlendskur íleggjari vildi nerta Føroyar við klova, m.a. tí Tjóðveldi í sosialistisku samgonguni 1993-94 setti øll donsk harraboð í gildi, eitt nú yvir 70% marginalt skattatrýst á láglønt.

Gævi, Vágur og Suðuroy høvdu fleiri líka raskar vinnulívsmenn sum Delta, hvalbingarnar, Lisberg og nú Varðan Pelagic og Bakkafrost, til at skapa líka nógv arbeiðspláss í Suðuroy sum teir í Klaksvík hava klárað, til Høgni leyp á.

Forrestin hví krógva Oskarsson, Kári Petersen og Jóannes Jacobsen seg nú?

Ófatiligt, at Johan letur sínar sosialistisku partamenn eyðræna Norðoyar, sum við bert 10% av Føroya fólki fiska og virka heili 20% av okkara útflutningsvirði.

Ognartøka (almenn sum privat) uttan endurgjald er stuldur og tí ólóglig.

Føroyingar virðismeta m.a. Hanus, ið enn treiskast við at samskipa rakstur av 15 skipum, Føroya størsta feskfiskavirki, Kósina, og mest víðfevnda føroyska fiskiskap í Norðurhøvum.

Og hvussu nógv munu hesar fyritøkur ikki sjálvboðið stuðla felagskapum?

JFK hevur havt 200, Næraberg 100 og Kósin 200 fólk í arbeiði, íalt 500 starvsfólk. Tey gera sítt at halda Føroyum uppi. Samtakið rindaði hesum 500 fólkum 317 væl uppibornar mió kr í løn í 2016 av 800 mió kr í umsetningi íalt.

Hesi 500 røsku starvsfólk, ið lata Føroyum sítt ríviliga íkast, rindaðu landi og kommunum 150 mió kr í skatti (umframt tað, samtakið rindar í revsigjøldum).

Nei, Hanus segði tað so væl: Tað verður ikki liviligt aftur hjá skapandi vinnuni í Føroyum fyrrenn eftir løgtingsvalið. Tá fáa vit vónandi eina samgongu lík henni, sum ímillum 2011-2015 tvífaldaði útflutningsvirðið úr 4 upp í 8 mia kr.

Nei, Johan, ein dáragerð at svíkja Hanus og øll tíni fyri at tæna Høgna.

Óli Breckmann

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap