Lýsing
Lýsing
Lýsing

Løgtingsformaðurin: Metingarnevndin er polittiska skálkaskjólið hjá landsstýrismanninum

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  02.07.2019 - 19:58 Politikkur Tíðindi

Løgtingsformaðurin, Páll á Reynatúgvu, sum m.a. bjargaði samgonguni við av sínum eintingum at senda tingið til hús í summarfrí, tá samgonguleiðararnir høvdu rent seg fastar og eingin meiriluti var fyri fiskivinnunýskipanini í løgtinginum, vil nú hava Tjóðveldi at skifta kós í fiskivinnupolitikkinum.

Løgtingsformaðurin skrivar soleiðis um leiðsluna í Tjóðveldi á facebookvanga sínum:

Molar til Sandoynna

Fyri ikki at órógva støðuna hjá møguligum umsøkjarum úr Sandoynni valdi eg at tiga í fjørheyst, tá bert nøkur tons av menningarkvotu endaðu í Sandoynni.

Menningarkvoturnar gjørdu tó góðan mun aðrastaðni í landinum, har ferðasambandið ikki avmarkar arbeiðsmøguleikarnar. Tað kom uttan iva væl við har, og væl gangist teimum.

Við stóru avbjóðingunum, ið Sandoyggin hevur, er eingin ivi um, at menningarkvoturnar her kundu gjørt stórt gagn.

Spenningurin var tí ikki ongin hesu ferð í sambandi við útlutingina av menningarkvotunum. Eg visti, at umsøkjarar úr Sandoynni høvdu fyrireikað seg væl, og umfatandi ætlanir eru á borðinum. Ætlanir, ið kundu lyft økið aftur, so sum ætlanin við menningarkvotunum er.

Hesir umsøkjarar hava bíðað í spenningi, meðan landsstýrismaðurin í onkrum slagi av atgerðarloysi enn einaferð læt vinnuna bíða eftir sær.

Nú úrslitið – fleiri mánaðir ov seint – verður kunngjørt, er vónbrotið stórt, tí Sandoyggin aftur bert fekk molarnar av Høgnasa borði. Freistandi er at halda at metingarnevndin er polittiska skálkaskjólið hjá landsstýrismanninum.

Eg havi til tað síðsta vónað, at Sandoyggin fekk ein lítlan møguleika aftur at gera seg galdandi á fiskivinnuøkinum. Men við smáum molum, ið einans eru galdandi fyri eitt ár, er torført at byggja nakað varandi upp. Uttan mun til hvør ið fingið hevur molarnar.

Tann skaði, ið manglandi evnini hjá landsstýrismanninum at avgreiða mál hevur gjørt á okkara einaferð so stolta flokk, er ringur at spáa um.

Sandoyar Tjóðveldisfelag hevur heitt á meg um at stilla upp til Løgtingsvalið, og eg havi avgjørt at játta. Flokkurin hevur tørv á eini mótvekt til tað linju, ið verandi leiðsla hevur lagt. Avgreiðslan, og útlutanin av menningarkvotunum, er enn eitt tekin um tað.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Noreg og Rusland samd um fiski­vinnu­samst…
Varpið fær 1.000.000 krónur
Fiskeribladet: - Bíðað verður eftir at r…
Búskapur í øllum 2: Føroyar sum lítil op…
Besta árið hjá Volunteer
Ídni verður goymsla
Nýggjur havmyndil fyri Føroyar
Høvuðsjóla­maðu­rin: “Vit eru á veg til Fø…
”Men hvar skulu tey parkera?”
Fongurin hjá Brandi vá 21.740 pund
Ingilín: - Taki ikki undir við pensiónsu…
Fíggjar­lógin: Álitið frá fíggjar­nevnd­ini…
Hall, høvuðbrýggj og hopleys fíggjarstýr…
Sam fyllir 50 ár
Stjørnan tekur ímóti Kyndil í kvøld
Eyðgunn: Vit hyggja uppá um okkurt kann…
Novembur 2025
KFUM & K hátíðarheldur 85 ár
Tunghoyrt á G! 2026
Myndarøð: Móttøka fyri Julian Gregersen