Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fantastisk Varmakelduframsýning

SKRIVAÐ: Dávur Winther (orð og myndir)  |  06.07.2019 - 17:55 Mentan Tíðindi

Í heili sjey ymsum hølum rumt um í Fuglafirði vórðu á Varmakeldu settar upp listaframsýningar við afturlítandi list, heilt frá Símun Oliver Johannesen og Hans á Brúnni og fram til í dag.

Tað er væl klárað av hesi bygd at kunna hava listaframsýning í at kalla hvørjum høli, hóskandi til endamálið í bygdini, sum summi kalla bý. Í fimleikarhøllini, Lonini, gomlu Keypsamtøkuni, Ribarhúsi, Norðoya Sparikassa, Betri og Mentanarhúsinum.

Framsýningarnar í fimleikarhøllini og í Lonini eru tiknar niður, meðan hinar enn standa uppi til og við í morgin, sunnudagin.

Framsýningarnar skulu síggjast í ljósinum av, at tað í ár eru liðin 50 ár síðani Frits Johannesen á fyrsta sinni skipaði fyri listaframsýning í Fuglafirði - ella sum honum dámar at kalla tað: myndaframsýning.

Varmakeldu framsýningin hevði sum sagt 50 ár á baki og var tí skipa fyri framsýningum við 50 ymsum.

50 listafólkum. Eisini hugleiddu tríggir kendir arkitektar, Rúni Abrahamsen, Jákup Pauli Johannesen og Eyðun Eliasen, allir úr Fuglafirði, um arkitektur, ið kann verða bygdini at frama. Her bleiv nevnt skúlin, barnagarðurin á Kabsdali og búsetingarmøguleikar annars í fuglafirði.

Tó at Frits hevur fingið góða hjá til hesa 50. framsýning, so eru hesar mongu framsýningarnar eisini honum til heiðurs. So her er enn eitt dømi um hansara listarliga margfeldni, Frits hevur borið Fuglafirði.

Nógv tey flestu, sum sýna fram, eru frá ella ættaði úr Fuglafirði - Ja, enntá Kári Svensson, sum er abba- og ommusonur Maks og Trinifíu - tvey fitt skilafólk.

Tá ið eg vaks upp Fuglafirði, plagdi Trinifía at gera m.a. kjøtpylsur til handlarnar at selja (Haraldsen).

Ein túrin í 1972 eg var við Draganum undir Íslandi - við Langanes á snelluveiðu, høvdu vit eina av hennara frálíku kjøtpylsum við til viðskera - Hon fekk ikki annað heiti, enn Trinifía.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap