Lýsing
Lýsing
Lýsing

Klaksvíkar kommuna á Gibraltar

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  08.07.2019 - 17:33 Ítrottur Mentan Myndarøð

Við blandaðum veðri millum vælkendan landsynning og veruligt suðurlendskt veðurlag vórðu Oyggjaleikirnir settir í gongd um vikuskiftið.

Signhild V. Johannesen, varaborgarstjóri og forkvinna í Mentanarnevndini, umboðar Klaksvíkar kommunu á Oyggjaleikunum á Gibraltar, har hon serliga fylgir luttakarunum úr okkara øki. Hon er ikki einsamøll, tí einir 60 norðoyingar eru komnir at fylgja við leikunum, haðani luttakarar eru í judo, frælsum ítrótti, badminton, kurvabólti og svimjing.

Hæddarpunktið higartil var nú seinnapartin í judo-høllini, har Maiken Bringsberg vann bronsu í kappingini fyri kvinnur, sum viga minni enn 52 kg. Dystirnir hjá henni vóru sera tættir, og kenslurnar vóru uttan á hjá teimum flestu, tá hon í tveimum førum avgjørdi dystir til sín fyrimun, tá tíðin í grundini var farin.

Í gjár varð ein partur av degnum brúktur á nýgjørda økinum til frælsan ítrótt, har millum onnur Julian Gregersen, Maria Biskopstø og Oddvør Josephsen runnu innleiðandi og vóru sera stutt frá finaluplássum. Fylgt var eisini við liðkappingini í badminton, har Lena Maria Joensen er partur av hópinum, sum í gjár vann seg víðari til hálvfinaluna og í løtuni stríðist fyri einum bronsuheiðursmerki í dysti ímóti liðnum av Man.

Umstøðurnar á Gibraltar eru sum heild góðar, hóast onkrir leikvallir eru merktir av at hava nógv ár á baki og onkrir ikki eru heilt lidnir. Tað er lítið at ivast í, at fleiri kappingar á einum komandi Oyggjaleikum í Føroyum, kundu verið spældar í Klaksvík, bæði tá hugsað verður um verandi umstøður og útbyggingini av ítróttarøkinum sum heild við rennibreyt, nýggjum vølli og betran av verandi umstøðum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap