Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Koyr á Gubbin!

SKRIVAÐ: Gerhard Lognberg  |  09.07.2019 - 13:49 Lesarabrøv Politikkur Tíðindi

At val stenur fyri durum, er eygsæð.

Jónleif Johannesen og Brandur Sandoy yvirbjóða hvønn annan

Jónleif sigur: tíbetur eyðnaðist at opna flakavirkið aftur. Jónleif, tað eiga hvørki tú ella eg nakra æru av, alt annað er skammleyst at halda.

Brandur nevnir aliloyvið á Sandsvág og samgonguna, hann sat í sjálvur. Var eg partur av henni eina lítla helvt, tí føli eg, at tú sendir pílin eftir mær.

Jú, Brandur, aliloyvið hevur bjargað Sands Kommunu, tí tit heysta 3 mió um árið.

Tú nevnir, at Mowi lat flakavirkið í Skopun upp fyri 4 árum síðani, við 60 arbeiðsplássum. Tað hevði vælsagtans einki við landið at gera.

Jú, sum skálkaskjól fyri, at fáa Sandsvág. 4 ár seinni stongja teir virkið í Skopun uttan nakra grund. Og leggja tríggjar ringar afturat á Sandsvág.

Virkið hevði okkurt ár eitt lítið yvirskot, onkuntíð eitt lítið undirskot.

Mowi er ein av heimsins stórstu alufyritøkum.

Sands Kommuna visti væl, at virkið í Skopun og Sandsvág hoyrdi saman, tað kann hoyrast í einum útvarpsklippi, men tað var eingin av teimum ráðandi av Sandi, sum so frætt spanderaðu at ringja til stýrið í Skopun og tosa um hetta, var hetta bara í lagið?

Í Sands Kommunu tordi man ikki, at rætta grannakommununi eina hond, sjálvsagt fyri stórfyritøkuni Mowi

 

Suðuroyingar lótu Sandoy Seafood upp

Í byrjanini hevði vikrið í Skopun stórt avlop.

Tá ringdi ein av stjórunum og spurdi meg, um eg hevði nakað ímóti, at hetta varð deilt við Sands Kommunu. Eg segði, at tað var í lagið, vit deildu við grannakommununa. Partafelagið var í Skopun.

Men tá Sands Kommuna fekk 3 mió um árið, spurdi eg um tað sama, sum eg var spurdur, svarið eg fekk var, tosa við Fíggjamálaráðið, so tað varð eitt nei.

Nei, hvørki Jónleif ella Brandur fáa nakra stjørnu frá mær um virkið í Skopun, tvørtur ímóti.

Jónleif, tú er farin at kalla teg fyri Sandoyartingmann, tað er tú ikki! Veit tú ikki, tú hevur tín heimstað í Klaksvík og Føroyar er eitt valdømi?

Jónleif, tín leiklutur átti at verið, at skaffa virkinum menningarpart, helst í botnfiski, men tað kláraði tú ikki.

So flakavirkið eiga tit ongan lut í, og Mowi brúkti virkið fyri at fáa Sandsvág.

Hví mótmæltu tit báðir ikki. Nei, tít góðtaku tað skammuliga, sum Mowi gjørdi ímóti Skopun.

 

Sandoyartunnilin

Jónleif, hvar er tín leiklutur í Sandoyartunnlinum? Eg má bara spyrja. Hann bleiv undirskrivaður ímeðan eg var uttanflokka tingmaður. Tú var ikki komin í politikk, tá hetta málið varð avgreitt.

Javnaðarflokkurin, sum eg var partur av, var hart ímóti Sandoyar tunnlinum, tað var Tjóveldi eisini, eisini fólk úr ymiskum flokkum vóru ímóti. Men tá eg varð útblakaður og málið kom til skarpskeringar, vórðu øll við, eg sjálvur, Páll á Reynatúgvu og Brandur Sandoy gjørdu eitt stórt arbeiði fyri, at arbeiðið varð verðuleiki.

Eg kundi nevnt fleiri, sum vóru góðir stuðlar, men tað er ringt at nevna nøvn, tí skjótt er at gloyma onkran.

 

Brandur Sandoy

Var tað bara samgongan, sum stríddist fyri Virknis- og Umlætingardeplinum? Ótakk er verðins løn. Tað vóru avgjørt eisini hinir báðir Sandoyar tingmennirnir sum strídust, tað veit tú!

Tú minnist tá málið kom aftur í tingið, tá kundu vit sabotera arbeiðið, men tað gjørdu vit ikki, tí hetta var Sandoynnið eitt kærkomið mál. Tú hevði ikki, sum eg minnist, øll tíni sum gleddist um hetta.

 

Dalstunnilin

Jónleif Johannesen, er tú virkuliga so vánaligur at tú tekur tær alla æruna av Dalstunnlinum?

Hetta er eitt mál, sum Jógvan Adolf Johannesen, eg sjálvur og aðrir Sandoyar tingmenn, hava stríðst fyri í ára tíggir.

Og pening til fyrireiking, tí eitt slíkt mál krevur fyrireiking, so aftur her: “ein sáar og ein annar heystar”

Nei, Jonleif! Eg fari at siga sum ein, sum hevur viðmerking til tín, á einum av portalunum: “Koyr á Gubbin!” tí hetta 4 ára skeiðið, hevur tú koyrt í tómgongd.

So um tú verður valdur, so fær til arbeiðis! Menningarkvotur høvdu verið kærkomnar, ikki sum nú, nær um einki.

Og Brandur, eg havi nokk tikið feil av tær, eg helt teg vera ein hollari vin enn tú er.

Eg komi aftur við nøkrum linjum, tí tit báðir Jónleif og Brandur skulu ikki sleppa at hórreiggja tykkum, sum tit vilja.

 

Við Sambandskvøðu

Gerhard Lognberg

Lýsing
Seinastu tíðindini
Klaksvíkar Rotary Klubbi: Vinnarin funni…
Kodio nýggi eigarin av Terminal.fo 
Val á veg - politisk hólmgonga í Reinsar…
Norðsøki góðan túr á Føroya Banka
Obama flatmaðku­rin skrásettur í Føroyum
Trump tosaði í Knesset: “Tíðin við ræðsl…
Er bilurin klárur til veturin!
Í heyst­fríðtíð­ini er svimji­høllin meira…
Framløga og frásøgn í Smæruni
Seinastu israelsku gíslarnir leysir – vó…
- Sansið, nertið og følið lívið
Bókasavnið í heyst­frítíðini
Video: Gekst illa hjá Teistanum at leggj…
Samhandilin millum Danmark og Russland e…
Trump í Ísrael eftir gíslaleysgeving
Teir fyrstu sjey gíslarnir eru leyslætni…
Hann gav okkum tað, vit vildu hava!
Eyðun Klakstein er lands­liðsvenja­rin við…
Veðrið í vikuni
Fleiri met til føroyska landsliðið
Lýsing