Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ein rørdur borgarstjóri tók ímóti gávu frá Dagtilhaldinum

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  09.07.2019 - 15:35 Myndarøð Tíðindaskriv

Seinnapartin í gjár fekk Dagtilhaldið á Heiminum við Vágna eina heilt serliga vitjan. Kristian Skorheim, sum einans er 11 dagar gamal, var boðin til seinnpartskaffi saman við mammu og pápa sínum, Vígdis og Jógvan Skorheim, tí ein heilt serlig gáva bíðaði Kristiani.

Tað var ikki ein sørt rørdur borgarstjóri, sum í gjár saman við konu síni Vígdis tók ímóti einum sera flottum bundnum teppi, sum heimabúgvandi fólkapensjónistar í Norðoyggjum, sum hittast í dagtilhaldinum, høvdu gjørt.

Hugskotið til gávuna kom, tá iðThyra Frank, ráðharri í eldramálum fyrr í ár vitjaði á dagtilhaldinum saman við Jógvani Skorheim, borgarstjóra og stýrisformanni í NBH. 

Thyra Frank var sera bergtikin av hondarbeiðinum, og hildu ídnu bindikonurnar, tá tær høvdu frætt at borgarstjórin skuldi gerast pápi fyri aðru ferð, at nýføddi sonurin skuldi fáa eitt líknandi teppi. Vanliga verður bundið úr restum, men til hesa serstaku gávu varð gjørt eyka burturúr, so teppi bleiv so bleytt og fjálgt sum til ber. 

Í húgvu, hosum og fjálgum teppi fingu tey vitjaandi á dagtilhaldinum høvi til at ynskja Kristiani blíðan byr. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap