Lýsing
Lýsing
Lýsing

Vakthundurin vann á Útinnandi valdinum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  10.07.2019 - 20:22 Leiðarin Mentan Tíðindi Vinna

Fjølmiðlakærunevndin er nú liðugt at viðgera kæruna frá Fiskimálaráðnum um tíðindaflutningin hjá Norðlýsinum, og niðurstøðan er, at Norðlýsið onki hevur gjørt, sum var vert eina átalu frá nevndini. Onkrar atfinningar eru tó um nýtsluna av orðinum “heimildarloysi”, men nevndin vísir á, at Norðlýsið útgreinar, hvat tað meinar við.

Tað var annars ikki við mýkindum, at Fiskimálaráðið kærdi. Í kæruni stendur beinleiðis “Um talan verður um revsimál, er ikki óhugsandi at tílíkur fjølmiðlaatburður er fevndur av §268 í revsilógini”, og §268 er ein lógargrein um útspilling við 2-ára revsirammu. Men nú Fjølmiðlakærunevndin ikki metir hetta vera nóg mikið til eina átalu, er sera ivasamt um Føroya Rættur hevði gjørt nakað við málið. Men tann møguleikin er framvegis opin fyri Fiskimálaráðið at royna, um tað vil.

Fyri Norðlýsið og ta føroysku pressuna er hetta ein lítil sigur, tí við hesum er greitt, at eitt óneyvt orðaval ikki er grundarlag fyri at geva átalu, tá tað greitt framgongur av samanhanginum, hvat liggur í orðavalinum.

Vil miðfyrisitingin sleppa undan journalistikki av líknandi slagi framyvir, kundi hon hóskandi sent føroysku fjølmiðlunum eitt yvirlit yvir, júst hvørjar óskrivaðar heimildir tey ymisku landsstýrisfólkini hava. Hetta kann gerast sum ljóðfíla, um tær framhaldandi skulu vera óskrivaðar.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Betesda fær vitjan á møtinum sunnukvøldi…
Toy Story 5 setir sjóneykuna á skíggjar…
Tá ið vit fóru til stroks
Klaksvík­ingur bleiv smurdur av á jóansøk…
40 atgongumerki eftir
Setið borin í nú!
Valsvik staðfest í Runavík
Vitlíki trýstir prísin á iPhone og PlayS…
Nordea grunnurin stuðlar Drivinum - nýgg…
Undirmannað KÍ-lið vann eitt stig
Hvussu KANN MAN líta á tíðindi í Kringva…
Áheitan á 49'ararnar
8-kantaða kioskin aftur til heiðurs og æ…
Borgar­stjó­rin svarar borgarunum
Nýtt staklag frá Jónasi Gaard og Sigrið
Føroya Tele tekur fyrsta stig í 100 mill…
Nøglin sæst her
Klæða suðurendan á Varpinum
Tí valdu vit Fróða Benjaminsen
Fyrrver­andi KÍ-leikari er nú hjálparvenj…