Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hann tók eina skilagóða avgerð

SKRIVAÐ: Tordur J. Niclasen  |  13.07.2019 - 07:41 Politikkur Tíðindaskriv

Fyri tíð síðan boðaði Novo Nordisk landsstýrinum(heilsumálarðanum) frá, at teir høvdu áhuga í einum samstarvi við føroyska heiluverkið.

Eitt samstarv, sum uttan iva kundi ment seg til nakað nýskapandi, mennandi og gagnligt fyri føroyska heilsuverkið – og ikki minst fyri tey mongu, ið rakt eru - og verða - av Diabetes. Eitt samstarv, sum, sambært fremstu føroysku granskarum á økinum, vildi lyft alla heilsugransking okkara upp á eitt heilt annað støði.

Eitt stófingið tilboð, sum varð val fagnað av læknum og øðrum heilsustarvsfólki, sum vita hvønn týding slíkt samstarv kundi havt fyri so mong.

Helst orsakað av politiskari paranoia, fekk hendan útrættaða hondin ikki ta móttøku, sum heilsustarvsfólk høvdu vona og roknað við. Nei, boðini úr heilsumálaráðnum vóru púra greið og síggjast í skrivi, sum heilsumálaráðið sendi Novo Nordisk grunninum: ”Siden vores møde den 14. juni 2018 har Heilsu- og innlendismálaráðið drøftet forslaget om et muligt samarbejde i henhold til vores fremtidige planer for patientbehandlinger på Færøerne.
På baggrund af disse drøftelser skal jeg hermed meddele, at Heilsu- og innlendismálaráðið ikke på nuværende tidspunkt vil arbejde videre med forslaget om at indgå i et samarbejde med Novo Nordisk Fonden indenfor diabetesbehandling.

Hendan niðurstøðan hjá heilsumálaráðnum skelkaði og skapti undran millum mong. Ónøgdin um hesa óskiljandi politisku avgerð hevur síðan verið stór, so stór, at loksins tognaði, og hvítur roykur kom úr heilsumálaráðnum, har boðað varð frá, at “nú er so avgjørt, at ein nevnd, við einum umboði úr hvørjum flokki, fer til Danmarkar 25. juni at vitja bæði Novo Nordisk, og eina diabetismiðstøð hjá grunninum.” Stór tíðindi fáar vikur undan løgtingsvali.

Formaður Miðfloksins, sum eisini er lækni, boðaði beinanvegin frá, at umboð fyri Miðflokkin fóru ikki við á hesa “avlátsferð”, sum hann kallaði hana og legði afturat ”Talan er óivað um enn eina løgna flyting í desperata leikinum hjá landsstýriskvinnuni í heilsumálum, sum nú í 364 dagar skammleys hevur runnið undan tilboðnum frá Novo Nordisk og øðrum donskum grunnum.” Hetta var ein skilagóð avgerð, sum hinir andstøðuflokkarnir, eftir øllum at døma, tóku til eftirtektar og luttóku heldur ikki á ferðini.

Sostatt fóru samgonguumboð mannsterk avstað og komin heimaftur varð aftur tíðindaskriv úr heilsumálaráðnum, har m.a. varð sagt :”vit eru sera glað fyri kunningarferðina, tí vit fingu svar uppá teir spurningar, sum vit hava havt í samband við málið

Nú veit eg ikki, um Novo Nordisk betalti ferðina hjá samgonguumboðunum, men eitt er vist, at allir spurningar, hvørjir enn teir so hava verið, kundu eins væl verði svaraðir av umboðum fyri Novo Nordisk á føroyskum jørðildi!

Hóast vit eru mong ið harmast gongdina í Novo Nordisk málinum, so eiga vit, líka mikið hvar vit standa politiskt, at fjálga um og stuðla øllum átøkum, sum eru mennadi fyri okkara heilsuverk – og gagnlig fyri tann, ið ger nýtslu av heilsuverkinum.

Hetta er nakað, sum komandi løgting/landstýrið eigur og skal leggja sær í geyma.

 

Kuummiu 11. juli 2019

Tordur J. Niclasen

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap