Lýsing
Lýsing
Lýsing
Bergur Jacobsen | Mynd: Dávur Winther

Ótespiligur lesnaður!

SKRIVAÐ: Bergur Jacobsen  |  14.07.2019 - 07:32 Bloggur Mentan Tíðindi

Tey sum fást við at prædika kristna boðskapin noyðast at liv við tí sannleikanum, at kristindómurin hevur nógv lík í lastini, og at summi av teimum ið  hava sagt seg virkað í Jesu navni, stundum hava mint meira um  hin ónda sjálvum, enn júst um smiðin úr Nazareth!

Í løtuni eri eg við at minka um bókasavnið hjá mær.  Tað mesta reyk, tá eg flutti úr rúmligum prestagarði og í lítla íbúð. Men av eini hvørji orsøk, vórðu nógv ringbind við notatum frá lestratíðini eftir – helst tí at eg hava ætlað at blaða ígjøgnum handritini.

Tað er torført at skilja seg av við gamlar bøkur og handrit – ein kennir seg næstan noyddan til at blaða eitt syndur í teimum, hóast onkur handrit og bøkur ikki hava sæð dagsins ljós seinastu tretivu árini. Og onkuntíð hevur tað verið hent at eg havi goymt, til dømis tá eg arbeiddi í útvarpinum, tá fingust fleiri páskasendingar burturúr hesum handritunum, og onkrir fyrilestrar og bíbliutímar eisini.

Tað, sum eg havi eftir frá lestratíðini, er alt skrivað á maskinu, so tað er til at lesa – mína egnu hondskrift dugi eg ikki at tulka dagin eftir, tí fór alt handskrivað beinanvegin beinleiðis í pappírskurvina.

Tá eg fór undir at lesa guðfrøði fyri einari hálvari øld síðan, var tað longu gamalt í Onglandi, at lesandi arbeiddu i bólkum. Hesir bólkanir kallaðust ”tutorial groups”. Vit vóru vanliga millum fýra og seks í hvørjum bólki til hvørja lærugrein.  Hettar var ein góð skipan, tí um lærarin dugdi at nýta persónligu eginleikarnar hjá teimum einstøku lesandi, so kom nógv fjølbroytni burturúr,

Nú var tað soleiðis, at undirritaði, dugdi at skriva við blindskrift, og við inntil seks gjøgnumsløgum (ja, tað bar til!).  Fyri tey, sum ikki minnast afturum teldutíðina, er tað at skriva við gjøgnumsløgum, at tú setti t.d. seks ørk í maskinina við fimm tunnum kalkerørkum ímillum – hesi ørkini høvdu svertu á aðrari síðuni, sum tóku avrit av upprunaliga trýstinum. Hevði tí eina trivaliga Remington maskinu, so kundi hettar lata seg gera við tunnu ørkum (flúgvupostpappíri!), og trivaligum anslagi. Annars so var ikki vanligt at taka meira enn trý ella fýra gjøgnumsløg. Tað at eg dugdi at skriva á maskinu bar við sær at eg mangan bleiv valdur til skrivara í bólkinum, og soleiðis eru hesi handritini varðveidd inntil í dag.

Nú eg sat og skuldi blaka seinastu restirnar av hesum handritunum burtur, kom eg framá eitt bólkaarbeiði, sum lærarin hjá okkum, ið var doktari í nútíðar eingilskari kirkjusøgu, setti í verk í 1974 í eini lærugrein hann kallaði The Church in the Modern World – fyri honum byrjaði ”the modern world” í 1830.

Uppgávan var at kanna umstøðurnar hjá pinkubørnum, børnum, faðir- og móðurleysum, smákriminellum, ógiftum møðrum og hjá eldri, sinnisveikum og avlamnum, sum vóru komin á heim rikin av kristnum felagsskapum í Englandi, Skotlandi, Wales og Norðurírlandi, í tíðarskeiðinum 1837 – 1937.

Tað sær út til, at bólkurin hevur lisið nakrar fagrar bókmentir um evnið, eisini fleiri faklig tíðarrit og ein hóp av dag- og vikubløðum. Eg síggi onki um, at vit hava sæð film ella sendingar frá BBC. Men, tað er líkasum um, at teir allastaðni hava rent seg í ein múr. Teir fingu eina kenslu av, at hóast glitrandi fasadur, so var nógv uttanumtos, og okkurt, ið ikki ruggaði rætt. Men, har tyktist ikki at hava verið stórvegis at koma eftir.

Men, sum ein sannur søgugranskari, gavst doktarin ikki so. Hann bað okkum um at seta okkum í samband við Graylingwell sinnissjúkrahúsið í Chichester, har fleiri av okkum longu høvdu verið í starvsvenjing, og at fá samband við afturlatnu deildina.  Har var ongin trupuleiki, og so tustu líkini út úr skapinum.

Tríggir av teimum ídnastu í bólkinum fingu – hjálptir av starvsfólkum á Greylingwell – samband við líknandi stovnar í Hampshire, Surrey og East Sussex, og haðani komu enn fleiri ræðusøgur um hvussu málbólkurin hjá okkum hevði haft tað á kristnum stovnum. Teir fingu høvið til at tosa við fólk, ið høvdu fingið varðandi mein av slíkum kristnu stovnum, og fingu eisini samband við áhugafelagsskapir hjá fólkum sum høvdu ringar royndir á kristnum stovnum.

Nú skal tað sigast, at vit frætta her lítið og onki frá teimum, sum hava haft tað gott og hava fingið lekidóm og endurreisn á hesum stovnunum. Tey finnast óiva eisini! Men onki kann viga upp í móti tí trongskygni, snævurskygni, tí lógartrældómi, kulda og kærleiksloysi, sum hevur merkt hundraðtúsundtals menniskju, sum endaðu á stovnum, ið vóru riknir í Jesu navni, men als ikki í Jesu anda.

Fólk kunnu so sjálvandi yppa øksl og siga, at tað snýr seg bara um afturlatnu Rómversk Katólsku Kirkjuna ella um Anglikansku Kirkjuna – men, lærari okkara, ið var av metodistiskum uppruna, kundi vísa á, at støðan var hin sama innan næstan allar kristnar trúarbólkar, har lógin bleiv sett í staðin fyri náðina, har systemið bleiv sett í hásætið og virðingin fyri menniskjanum, einstaklinginum heilt skúgvað til viks. Eftir er bara at spyrja, hvussu í allari víðu verð ber tað til, at fólk, sum starvast á einum kristnum stovni, kunnu vera so hjartaleys og so grundleggjandi ókristilig?

Uppgávan hjá okkara ”tutorial group” endaði í 1937, og tað sæst av niðurstøðuni, at vit blivu allir djúpt skelkaðir í kristnu trúnni, orsaka av okkara kanningum. Í dag, við størri opinleika um evnið, vita vit um alt ið hevur gingið fyri seg á kristnum stovnum í Írlandi, Danmark og aðrastaðnis, av systematiskari ókristiligari viðferð.

Nú eru viðurskiftini tíbetur heilt ørvísi – í hvussu so er um okkara leiðir. Stovnanir eru ikki so afturlatnir, og eftirlitið er munandi frægari. Men, Godhavnsdreingirnir í Danmark áttu at mint okkum á, at enn liva fólk, ið minnast harðskapin og náðarloysið! Tað átti at elvt til sjálvrannsakan hjá breggjandi og braneggjaðum kristnum menniskjum?  Jesus er, hóast alt, ósekur!!!  Men, menniskjuni eru sek! Upprunin til boðskapin um næstakærleika kann aldrin vera upprunin til fananskap!

Ein gamal prestur á Viðareiði segði einaferð: ”Tá man skal bera syndaskuldina hjá øllum teimum kristnu gjøgnum søguna við sær uppá prædikastólin, so, gerast sporini tyngri, alt sum ein eldist!” Eg minnist onki um at hann helt súrar ella daprar prædikur - tvørturímóti, men hansara eyðmýkt er helst merkisverd!

 

 

 

Lýsing
Bloggarin
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Hvør bloggar
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Seinastu tíðindini
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund
Fleiri ymisk skeið innan vitlíki
Góða gongdin hjá J&K Petersen heldur fra…
- Vit mugu virða ta gomlu søguna og tað…
Foto framsýning í Smiðjuni í Lítluvík 18…
Dáin 35 ár
Morgunsangur í Christians­kirkjuni