Lýsing
Lýsing
Lýsing

Stradivarius í Løkshøll og Hátún

SKRIVAÐ: Konsertfelagið  |  16.09.2025 - 23:55 Mentan Tíðindi

Komandi vikuskiftið verður høvi at hoyra tveir einastandandi tónleikarar í Hátún og í Løkshøll, nevnliga violinleikaran Antal Zalai saman við klaverleikaranum Adam Heron.

 

Hesir tónleikarir eru virtuosar í orðsins sanna týdningi, og saman fara teir at framføra eina spennandi skrá, ið spennir sera víða - frá yndisligum klassiskum verkum til villan sigoynaratónleik.

Leygardagin 20 sept. kl 15 í Hátún, Tórshavnar Musikkskúli - atgongumerki á 100 kr fáast við dyrnar.

Sunnudagin 21 sept. kl 15 í Løkshøll - atgongumerki á 100 kr kunnu keypast á loksholl.fo og atgongumerki.fo

Næmingar fáa avsláttur. 

 


Um tónleikararnar:

Antal Zalai er føddur í Budapest í eini romafamilju av tónleikarum. Antal starvast dagliga sum violinprofessari á konservatoriunum í Brússel og spælir á eina Stradivarius violin frá 1733.

Afturat konsertvirkseminum hevur Zalai fingið ein stóran altjóða fjepparaskara á YouTube, har framførslur hansara av m.a. øllum 24 caprisunum hjá Paganini – eru sæddar fleiri milliónir ferðir.

 


Adam Heron er av nigerianskum-filippinskum uppruna og búsitandi í Onglandi. Hann gjørdist kendur sum finalistur í BBC Young Musician kappingini í 2018 og vann í 2020 Harriet Cohen Bach Prize. 

Umframt at spæla klaver er Adam eisini tónaskald og dirigentur. Hann hevur spælt við orkestrum sum Chineke! Orchestra og við tónleikarum sum Chi-chi Nwanoku CBE og Amy Dickson. Hann hevur framført á mongum stórum pallum, frá Wigmore Hall í London til National Centre for the Performing Arts í Mumbai.

 



Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…