Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nevið Reyða í FM-finalu á ólavsøku

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  27.07.2019 - 15:01 Ítrottur Tíðindi

Tann mest avgerandi og spennandi róðurin á ólavsøku er hjá 8-mannaførum, har Nevið Reyða og Argjabáturin liggja púra javnir áðrenn ársins seinasta róður.

Nevið Reyða og Argjabáturin hava vunnið tríggjar róðrar í part. Tískil verður ólavsøku-vinnarin eisini FM-vinnari. Tí fær tað ikki verið meir spennandi millum hesar báðar bátarnar, sum hava verið so javnir í alt summar. Argjabáturin hevur heimasjógv, men bátarnir úr Klaksvík hava tað við sum oftast at standa seg væl á ólavsøku. Tað er at vóna fyri norðoyingar, at tað rákið stendur við hesaferð.

Hjá tveimum av hinum bátunum hjá KRF stendur eisini nógv uppá spæl. Fípan Fagra við dreingjum í barnaróðrinum kann við sigri gera slætt borð fyri hetta kappingarárið við at vinna allar róðrarnar. Karin við dreingjum stríðist fyri at vinna bronsu-heiðursmerki. Karin skal enda frammanfyri Drekan á ólavsøku fyri at tryggja sær bronsuna fyri árið. Karin hevur vunnið ein róður hetta kappingarárið.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Áheitan á 49'ararnar
8-kantaða kioskin aftur til heiðurs og æ…
Borgar­stjó­rin svarar borgarunum
Nýtt staklag frá Jónasi Gaard og Sigrið
Føroya Tele tekur fyrsta stig í 100 mill…
Nøglin sæst her
Klæða suðurendan á Varpinum
Tí valdu vit Fróða Benjaminsen
Fyrrver­andi KÍ-leikari er nú hjálparvenj…
Serfrøðingu­rin og fjepparin um Champions…
Er nakað sprell eftir í Klaksvíkingi – e…
Umvælingar­arbeiði í 1981-bygningi­num í T…
Menninir hittast í Emmaus
Løgmaður á fundi við donsku stjórnina
Prógvhandan á Serbreyt­ini
Anna Lovisa og Bjarki á OY Voxbotn 2026
Upptakt: Víkingur-KÍ
KÍ kvinnur møta spennandi mótstøðu
Trivnaðar­nevndin á kunningarferð á Klaks…
- Klaksvíkar Havn fær Ídni til sítt virk…