Lýsing
Lýsing
Lýsing
Soleiðis sær luftin út í morgun oman fyri Nólsoyarfjørð. Spjaddir bøklar, skræddir í kantunum, og so høg tunn skýggj. | Mynd: Dánjal Hentze

Ólavsøkuveðrið - dagført

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  28.07.2019 - 09:38 Tíðindi Veðrið

Hann kemur úr landnyrðingi í morgun. Vindferðin er ógvuliga lítil. 5 m/s eru á Kirkju; 2 m/s eru í Havn.

Í dag er luft av leiðini norðan fyri Norðurnoreg, sum rekur hendavegin. Í morgin ári er fer luftin at koma úr Eysturevropa.

Men aftur til veðrið, sum tað er í løtuni, nú klokkan er 0915, og tað er ólavsøkuaftan.

Lítil vindur allastaðni í Føroyum (eg hyggi eftir www.vedrid.fo). Tað er klárt og gott veður í norði, suðuri, eysti og vestri. Klárur himmal við sólskini. Onkrasteðs skýkloddar. 

Ættin er landnyrðingur. Hitin er ikki at kimsa at í morgun. Mátistøðin á Eiði sigur frá 21,6 stigum, og hinumegin sundið, við Tjørnuvíkarvegin, eru 22 stig. Tað er ikki vanligt at síggja í Føroyum.

Soleiðis fer veðrið at vera allan dag. Turt og sól, onkrasteðs sólglottar.

Hann lág av landsynningi í morgun. Klokkan 8 vóru 20 stig inni í Dølum, men bert tveir tímar seinni var hitin komin niður í 17 stig.

Vindferðin fer eitt lítíð sindur upp seinnapartin - upp í 3 til 8 m/s fyri alt landið. Onkrasteðs verður kanska támut á landnyrðingi, sum tað líður út á dagin. 

Landnyrðingurin fer at liggja í kvøld, í nátt og fyrrapartin í morgin. Á middegi í morgin - ella nakrar tímar út á seinnapartin - fer ættin niður í eystan, og har fer hann at liggja í nakrar dagar.

Sum sagt, einki brúgavlag við regni í dag ella í kvøld. Um midnáttarleitið í kvøld fer ætlandi eitt lítið regnumráði fram við Føroyum. Tað sær ikki út til at hava nógv uppá seg, men veðurstovur í norðurlondum er ymsar á máli, hvussu nógv fer at koma niður úr tí. Onkur sigur lítið og einki; onnur veðurstova sigur frá eitt sindur meiri enn tað.

Hvussu er ella ikki, so er tað farið nakað út á náttina, og eftir tað er einki regnumráði, sum ætlar at leggja leiðina framvið fyrr enn týskvøldið.

So heilt stutt, so er veðrið í dag landnyrðingur - um 3 til 8 m/s. Turt við sól og skýkloddar. Í støðum támut, tað velst um, hvussu ættin er á staðnum. Hitin í dag ímillum 13 til 18 stig - í støðum oman fyri 20 stig.

Í morgin landnyrðingur, 3 til 8 m/s. Seinnapartin eystan. Løtur við regni um náttina, men eftir tað turt restina av degnum. Loftið í morgin fer kring landið at vera eitt bland av sól, skýggjað og támut. Júst soleiðis, sum tað eigur, tá ið ættin er eystan. Hitin í morgin fer at liggja um 12 til 18 stig.

Her á veðurredaktiónini á Norðlýsinum verður ynskt øllum eina góða ólavsøku.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Vit eiga at rætta teir feilir vit gera,…
Skýlisklettur inni við 6.300 pundum
AB og B68 leggja fyri
Norebo lagt sakarmál fram ímóti Noregi
Venjaratoymið hjá 2. deild sett
Plakat eftir Elinborg Lützen
Íslendingar bestir
KÍ skal møta svenskum toppliði í Albir
Veðrið í vikuni
Kravd lívrenta er órímilig - lógin má tí…
Ein føroyingur og tveir íslendingar frem…
Hvat við at byrja hetta vikuskiftið við…
FA Cup sensatión: Macclesfield vann á Cr…
Filmhúsið setur sjóneykuna á filmshandri…
Eg elski at rokast
Flogbóltu­rin hevur tað gott í Føroyum
Nógv á skránni í Maverick
Desembur 2025 - og hvussu hann royndist…
Tveir klaksvík­ingar í venjaratoymi­num hj…
Talvkapping á Eiði setur nýtt met