Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Vit mugu finna loysnir fyri allan fiskiflotan

SKRIVAÐ: Jákup Mikkelsen Løgtingsmaður og løgtingsvalevni fyri Fólkaflokkin  |  30.07.2019 - 18:17 Politikkur Tíðindaskriv Vinna

Stórur partur av fiskiflotanum kemur at hava ov fáar fiskidagar í ár,og tí mugu vit viðgera støðuna hjá øllum flotanum og finna eina loysn, sum loysir trupulleikarnar.

Vit eiga sjálvandi at finna eina loysn fyri bólk 5B, men tað er ikki nóg mikið, tí aðrir skipabólkar, bæði innan línu og trolveiðu, koma eisini at mangla dagar og tann trupulleikan eiga vit sjálvandi eisini at loysa.

Fiskidagaskipanin hevur víst sítt virði sum eitt stovnsrøktaramboð, sum virkar í tí veruliga lívinum – ikki bara í teoriini – og tí heysta vit fruktirnar av í dag, nú fleiri av fiskastovnunum vísa seg at koma fyri seg aftur.

Spell at Høgni Hoydal ikki lurtaði eftir okkara ávaringum fyrr í ár, tá vit vístu á at vit fóru at renna okkum í trupulleikar, tá árið var hálvrunnið. Men sum vant, so lurtaði hann ikki eftir ávaringunum.

Løgtingið má gera neyðugar broytingar,  og hækka dagatali so flotin ikki allur liggur svínabundin við kaj, meðan havið svimur í fiski. Fær fiskiflotin ikki møguleikar at fáa so nógv burturúr sum møguligt, samstundis sum fiskiskapurin er burðardyggur, ja so verður minni til fiskimannin, konu og børn, samstundis sum samfelagið fær minni av inntøku sum kann verða við til at fíggja vælferðartænasturnar til tey, sum hava tørv á teimum.

 

Jákup Mikkelsen

Løgtingsmaður og løgtingsvalevni fyri Fólkaflokkin

Lýsing
Seinastu tíðindini
Árligi barna­fagnaðu­rin á skránni í dag
Sjúkra­húsverkið kunnaði um krabba­meinsát…
Annfinnur og Jóan Petur vitja Norðlysið
Lands­stýrið tikið lán á 900 mió. kr.
Handlikraftin á muni
Vælkomin í Norðoya Sparikassa á Norðoyas…
Elding Business letur nýggjan handil upp…
Nýggi sáttmálin við arbeiðarafeløgini
Kondibingo á Norð­oyastevnu
10 KÍ leikarar við kvinnu­landslið­num til…
Býráðsskráin 28. mai
ABC-samgongan, fiski­vinnan og spurningur…
Saman við Selberg undir Jøklinum
Anfinn & Co. - Norð­oyastevnu­konsert
Konsert í Soli Deo Gloria á Norð­oyastevn…
Norð­oyastevnu­konsertin hjá Klaksvíkar Ho…
Kjøt til norð­oyastevnu? 
Forkunnug og rørandi framsýning í Varpin…
Norð­oyastevna: Morgunmatur til setanina
Pylsuhugni í miðbýnum
Lýsing