Lýsing
Lýsing

Regin stóri vinnarin á Ólavsøku

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  31.07.2019 - 07:53 Ítrottur Tíðindaskriv

Framman fri einari sera stórari áskoðarafjøld, gjørdist Regin Johannesen dagsins maður, tá hann á Ólavsøku vann bæði tølt og tvíspor vaksin

 

Tað man vera langt síðani at so nógv fólk hava verið til kappríðing á ólavsøku, og tað munna vera fá sum fóru ónøgd heim frá kappingini. Har var bæði spenningur drama og eisini okkurt óvæntað úrslit. 

Tøltkappingin var fyrst, har var Dagfinn við Hildigarð D. Hansen mettur at vera favorittur, men hetta var ikki teirra dagur, tey vóru diskaði og so vann Regin Johannessen sína fyrstu kapping hendan dagin, hann reið á hestinum Brynjar sum eigur heima í Kvívík. nummar tvey gjørdist Óðin við Marner Joensen á baki og nummar trý Tango við Silju G. Eystberg. 

Í skeiðkappingini var eisini nýggjur vinnari, Syrpa hjá Bárði Johannessen hevði vunnið báðar tær undanfarnu kappinginar, men hesaferð noyddist tey at taka til takkar við einum øðrum plássið, fyrsta plássið tók Kór við Beintu Poulsdóttir Debes, tey bæði vunnu ein flottan og væluppibornan sigur. Nummar trý gjørdist Stígur við Hera D. Dahl á baki. 

Travkappingina vann Grettir við Kristfríð D. Jacobsen, nummar tvey gjørdist Freyr og Birita Lútzen og nummar trý Tittan og Geir Wardum 

Tvíspor ung kappingin var sera spennandi, Sílfa og Ása Bárðadóttir hava verið einaráðandi í tí kappingini, men hesuferð skuldi tey av álvara kíta seg fyri at vinna, tær báðar vóru bara 11 hundrandapartar av einum sekundi frammanfyri Urd og Silju G. Eystberg. Nummar trý var Táttur við Eva L. S. Klemmentsen. 

Tvíspor vaksin ll flokkur var ein broyttur bólkur, har man nú kundi melda beinleiðis til, heldur enn at vera bólkaður av nevndini. 8 ross vóru við í hesari grein og vinnari gjørdist Ronja við Zacharias R. Jacobsen. Fleirfaldi føroymeistarin úr Leynum hevur eftir steðg í nøkur ár aftur víst at enn eru dygdur í honum og hansara rossum. Nummar tvey var Tiitan við Geir Wardum og nummar trý gjørdist superveteranurin Annfinn Reinert á Grekku.

Tvíspor vaksin l flokkur var bæði dramatiskur og spennandi, í fyrsta riðlinum riðlinum snaraði eina rossið av breytini og royndi at sleppa út á gøtuna í liggur niðan til ríðibreytin, tá hetta hendu í fullum lopið er ikki nógv hjá reiðmanninum at gera, hann datt av rossinum, men lukkutíð hendi eingin skaði. Hitt rossið í riðlinum var Freyr við Onnu Magnussen, teirra tíð var helst eisini merkt av óhappinum. 

So tá seinasti riðilin byrjaði var helst greitt, at tann ið vann var vinnari á degnum, tað var millum verandi føroyameistaran Svannu við Hans P. Poulsen og Marengo við Regini Johannessen. Hetta gørdist eisini ein sera spennandi riðil, Svanna og Hans Pauli átti munin meginpartin av breytini, men á sjálvum slættanum og beint áðrenn málstrikuna fekk Marengo múlan framum og vann á degnum. Munurin teirra millum aftaná 500 metrar var so lítil sum 2 hundrandapartar av einum sekundi.

Sostatt vann Regin Johannessen sína aðru kapping hendan dagin og kundi hann taka ímóti tveimum væl uppibornum ólavsøkusteypum.

Mynd: Absalon Hansen

Lýsing
Seinastu tíðindini
Sjálvstýri savnaði enn einaferð eini 600…
Valfundur á Fossanesi í kvøld
§ 7c, stk. 1
KÍ fekk stigini í linligum dysti
Góð fótbóltslíkindi í dag
Lærlingar ongan landsskatt
Upptakt: EB/­Streymur-KÍ
Aftur á slóðina
Sjálvstýri: 600-700 fólk til familjutilt…
68%
Javnaðar­flokku­rin: Valkafé í Spania­stovu
Tað demensvinarliga samfelagið – ella hv…
Líðhamar roktúr í dag
Enn ein lítil fitt søga
Hendan lands­stýrissamgongan hevur gjørt…
KÍ fyllir 115 ár í dag
“KÍ ongantíð skal doyggja, soleingi fólk…
Yvirkæru­nevndin tikið støðu um Deni Pavl…
Maria og Vibeka luttaka í DM fyri ung
Íbúðirnar Undir Kongavarða verða góða he…