Lýsing
Lýsing
Lýsing

Við einum "Silvabraki" fór Summarfestiválurin í gongd

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  08.08.2019 - 16:13 Mentan Myndarøð Tíðindi

Um tvey tíðina í dag, byrjaði skrúðgongan við Silva úr Norðoya Sparikassa á odda úti í Klaksvík. Gingið var allan vegin ígjøgnum býin í góðveðrinum. Steðgað var ikki fyrr enn í Silvalandi í Badminton- og KÍ hallunum. Nógv børn og foreldur fylgdu við , har Silvi í silvabilinum var fremstur og Trøllapætur við fylgi eisini undirhildu.

Ikki kann sigast annað, enn at Norðoya Sparikassi hevur gjørt sera nógv burturúr Silvalandinum. Báðar ítróttarhallirnar verða brúktar, og tær eru stappaðar við øllum møguligum til undirhalds fyri børnini. Møguleikar eru eisini hjá foreldrum, ið fylgja børnum, at seta seg niður og njóta eitthvørt drekkandi, svalandi ella undir góman.

Sigast kann, at fyrsta tiltakið á Summarfestiválinum gleið væl niðurum hjá okkum, sum fylgdu. Her nakrar, ella nógvar, myndir:

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nøglin
Tøkk - Sigrid Henrikka Margrethe Sofie G…
SU: Mor er ikke sur, mor er skuffet
Betesda fær vitjan á møtinum sunnukvøldi…
Toy Story 5 setir sjóneykuna á skíggjar…
Tá ið vit fóru til stroks
Klaksvík­ingur bleiv smurdur av á jóansøk…
40 atgongumerki eftir
Setið borin í nú!
Valsvik staðfest í Runavík
Vitlíki trýstir prísin á iPhone og PlayS…
Nordea grunnurin stuðlar Drivinum - nýgg…
Undirmannað KÍ-lið vann eitt stig
Hvussu KANN MAN líta á tíðindi í Kringva…
Áheitan á 49'ararnar
8-kantaða kioskin aftur til heiðurs og æ…
Borgar­stjó­rin svarar borgarunum
Nýtt staklag frá Jónasi Gaard og Sigrið
Føroya Tele tekur fyrsta stig í 100 mill…
Nøglin sæst her