Lýsing
Lýsing
Lýsing

Valfundir hjá Demokratia

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  13.08.2019 - 20:22 Politikkur Tíðindaskriv

Fram til løgtingsvalið skipar Demokratia fyri trimum áhugaverdum valkvøldum kring landið.

Á hesum valkvøldum savna vit okkum um eitt evni
í senn, men fáa tí eisini høvi at fara í dýpdina við hesum evninum.

Demokratia hevur lagt seg eftir í størstan mun at lata nýggj, kvinnulig
valevnir luttaka á kjakfundunum, so áhoyrararnir fáa høvi at hoyra
teirra sjónarmið og síggja hvørjar nýggjar kvinnur hesaferð stilla upp
afturat teimum kendu.

Orðstýrari er Liljan Weihe, og hon hevur bjóðað trimum áhugaverdum
kvinnum at geva eitt kveikjandi innspark til kjakini, áðrenn valevnini
fáa orðið.

Tað fyrsta valkvøldið verður longu mikukvøldið 14. august kl. 19 í
Mentanarhúsinum í Fuglafirði.

Evnið á hesum kvøldinum er vinnupolitikkur, har panelið m.a. fer at koma
inn á fiskivinnu, ferðavinnu og burðardygd. Kveikjari hetta kvøldið er
Sissal Kj. Kristiansen, íverkseti og vinnurekandi innan kreativa vinnu.

Øll eru hjartaliga vælkomin til hesi valkvøld, kvinnur og menn, ung sum
gomul. Demokratia bjóðar kaffi og køku.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Opið hús á KG leygar­dagin
Nýtt skip í føroyska flotan
Prógvhandan á Vinnuháskúlanum
Frískt Lot: - Vit eru spent at sleppa í…
Ótrúlig fakta: Messi og Ronaldo skora vi…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar til Andorra
Myndarøð: Íslendska forsetafrúan vitjaði…
Unga sildin kemur seg í Norð­urhøvum
Upptakt: NSÍ-KÍ
- Tað gongur ordiliga væl!
100 ára føðingardagur hjá Amandu
KÍ vitjar besta heimaliðið í ár
Paz letur upp kokkteylbarr
Ein trúgvur KÍ’ari er farin
Hans Arni og Marion – mikukvøldið í Bete…
Prógvhandanin hjá Tøknibreyt­ini verður ú…
Trivnaðar­nevndin á vitjan í norð­urøkinum
Spurnarkapping: Vinn krúss og fótbóltsbl…
Mylnuhúsið savnaði pengar inn til Team R…
Per Busk settur sum nýggjur forstjóri fy…