Lýsing
Lýsing
Lýsing

Kanska besta politiska kjakið í valstríðnum

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  13.08.2019 - 21:21 Politikkur Tíðindaskriv

Leygardagin 17. august verður politikkur settur á breddan í Fuglafirði. Seinnapartin eru politisku flokkarnir uttanfyri Mentanarhúsið og áhugafeløg inni í húsinum, eisini er speakers corner.  Um kvøldið er kjakkvøld í sjálvum Mentanarhúsinum.

Við at savna flokkar og áhugafeløg er grundin løgd til kanska mest livandi og vælgrundaða politiska kjakið í hesum valstríðnum, og er væntandi, at fólk kemur úr nær og fjar.

Kjakfundurin byrjar kl. 19.00 og verður skipaður av Jón Briani Hvidtfeldt. Vit taka støðið bæði í landspolitiskum og lokalt viðkomandi evnum.

Politikkur er eisini á breddanum seinnapartin, við agitering á torginum uttanfyri Mentanarhúsið frá kl. 16.00 – 18.00. Politisku flokkarnir fáa høvið at seta upp ein bás og breiða sín boðskap haðani.

Í ovara sali í Mentanarhúsinum ber til at hitta ymisk áhugafeløg, ið á hvør sín hátt royna at seta sín dám á valstríðið.

Væntandi nýta bæði politikkarar, vónrík uppstillaði og umboð fyri áhugafeløgini høvið at brúka okkara speakers corner hesa løtuna.

Fyri fólk við áhuga í politikki verður trupult at halda seg burtur.

Føroya Bjór og Okkara vera á torginum og bjóða teimum vitjandi eitthvørt leskandi at styrkja mussaskøðið.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Toy Story 5 setir sjóneykuna á skíggjar…
Tá ið vit fóru til stroks
Klaksvík­ingur bleiv smurdur av á jóansøk…
40 atgongumerki eftir
Setið borin í nú!
Valsvik staðfest í Runavík
Vitlíki trýstir prísin á iPhone og PlayS…
Nordea grunnurin stuðlar Drivinum - nýgg…
Undirmannað KÍ-lið vann eitt stig
Hvussu KANN MAN líta á tíðindi í Kringva…
Áheitan á 49'ararnar
8-kantaða kioskin aftur til heiðurs og æ…
Borgar­stjó­rin svarar borgarunum
Nýtt staklag frá Jónasi Gaard og Sigrið
Føroya Tele tekur fyrsta stig í 100 mill…
Nøglin sæst her
Klæða suðurendan á Varpinum
Tí valdu vit Fróða Benjaminsen
Fyrrver­andi KÍ-leikari er nú hjálparvenj…
Serfrøðingu­rin og fjepparin um Champions…