Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tryggar og skilagóðar karmar um fiskivinnuna

SKRIVAÐ: Frimodt Rasmussen  |  13.08.2019 - 17:22 Lesarabrøv Politikkur

Tryggar karmar fyri fiskivinnuna merkir ikki minst, at skipaeigarar í stórst møguligan mun vita hvat teir hava at fyrihalda seg til tá íløga skal gerast í skip, herímillum íløgur í menning av fiskihátti og skipum og vørum umframt marknaðarføring. Tryggir karmar minka um váðan fyri íløguni og geva eisini besta útgangsstøði fyri fyritaksemi og at fáa sum mest burturúr tilfeinginum úr sjónum.

Eg haldi ikki, at loyvisuppoðssølan er rætti vegurin fram og hesin háttur er heldur ikki besta útgangsstøðið tá ætlanir skulu leggjast um íløgur og fiskiskap og er heldur tað øvugta av tryggum karmum um fiskivinnuna.

Eg haldi at tað er skilagott fyri bæði land og vinnu, at har landið kann uppsiga loyvið við eini freist, ið minnir um hanna ið er galdandi fyri alivinnuna, nevniliga 12 ár.

Menningarkvoturnar hava fingið sera nógv uppmerksemi og fleiri og fleiri undrast meira og meira yvir hvussu hesar menningarkvotur verða útlutaðar og skilja ikki heilt grundgevingarnar fyri útlutanini. Skal menning veruliga verið úrslitið av hesum sokallaðu menningarkvotum, so má annar leistur gerast og øll øki í landinum skulu hava sama møguleika at fáa tillutaða menningarkvotu.

Eg vil gera mína ávirkan galdandi!

Frimodt Rasmussen, 

valevni hjá Sambandsflokksinum í Norðoyggjum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fýrasmæru­stjórnin leggur frá landi
Esmar hevur eina áhugaverda familjusøgu
OL, statslán, lesandi og føroyskur avger…
Lønið FAS-reiðaríum fyri at brúka føroys…
Lands­roknskapu­rin fyri 2025 hevði 11 mió…
Ársaðalfundur og fyrilestur við Anders…
Íslendski forsetin vitjar Føroyar í juni
Nýggj barnabók løgd fram á norð­oyastevnu
Komið øll við: Spurnarkapping og hópin a…
Barnaskráin á G! kunngjørd
Skúlin í Leirvík
Havbúnaðar­felagið hevur havt aðalfund
Saman um Fjørðin
ABC-samgongan í gávuhoyri, men hvar eru…
Eyr og mold móttøkan stongd í tveir daga…
Nýtt havna- og vinnuøki norð­anfyri Norðh…
Ákæran móti sýslumanni og grindaformonnu…
Nýggj app hjálpir tær at leggja av
Eyðun Andreassen, professari, farin
Váðaráðið tilnevnt