Lýsing
Lýsing
Lýsing

Greining: Miðstaðurin rodnar og útjaðarin blánar

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  18.08.2019 - 13:11 Leiðarin Politikkur Tíðindi

Í gjár gjørdist so greitt, at stóri atkvøðuslúkurin hjá Javnaðarflokkinum í Suðuroynni, Kristin Michelsen, stillar upp fyri Sjálvstýri. Áður hava vit sæð sandoyingin við stóra S, Gerhard Lognberg, skifta frá Javnaðarflokkinum til Sambandsflokkin. At síggja til teknar ein mynd seg, sum minnir sera nógv um ta í grannalondunum, nevniliga at miðstaðarøkið gerst háborgin hjá vinstravonginum og útjaðarin hjá teimum borgarligu.

Tað hevur verið ein sera drúgv tilgongd at fáa Kristin Michelsen úr Javnaðarflokkinum. Og tað er heldur ikki hent við hansara góða vilja. Tilgongdin byrjaði í 2016, tá Kristin ikki slapp at stilla upp á javnaðarlistanum til kommunuvalið. Hann stillaði tí upp á egnum lista, og vann valið. Síðani bleiv ein rokada gjørd, ið gav táverandi andstøðuni í býráðnum meirilutan, men ikki borgarstjórasessin. Og líka síðani hevur verið roynt at fáa Kristin frá sum borgarstjóra á Tvøroyri, men til onga nyttu. Kristin er sterki maðurin í Suðuroy.

Landspolitiskt vendi samlaði Javnaðarflokkurin honum bakið í januar, og síðani tá hevur hann verið leysgangari. Dúgliga hevur verið gitt um, at hann fór at gera sum Gerhard og gerast sambandsmaður, men nú er støðan so tikin um, at hann verður sjálvstýrismaður.


Javnaðarháborgin ridlar

Teir báðir eftirverandi javnaðarmenninir, Bjarni Hammer og Henrik Old, fáa neyvan nokk atkvøður til tveir sessir, og spurningurin er, um teir kunnu varðveita tann eina uttan Kristin. Møguliga kunnu teir tað, men roknast skal við, at Kristin tekur heilt nógvar atkvøður við sær, eins og hann gjørdi til Kommunulistan.

Hinvegin hevur Sjálvstýri fingið eitt sera sterkt kort, sum í atkvøðutali nærmast matchar tað hjá formanninum. Fær Sjálvstýrið bert tað eina mandatið, kann næsti maður kortini sleppa inn, um flokkurin fær landsstýrissess.


Útjaðarin, samferðslan og vinnulívið

Kristin Michelsen hevur markerað seg sum pro-vinnulív, nakað sum avgjørt ikki er fallið í góða jørð í sosialdemokratiska jørðildinum. Men her hava hann og Sjálvstýri í roynd og veru drigið somu línu, og Kristin rósar sær av, at orsøkin til at fiskivinnunýskipanin bleiv so avmarkað, og at so nógv rættindi vórðu verðandi hjá somu vinnulívsaktørum var, at hann fungeraði sum hondbremsan í kollveltingarhugaðu reyðu samgonguni.

Kristin Michelsen er ein maður, sum veruliga hugsar um útjaðaran í Føroyum. Tað er ikki so langt síðani, at Sjálvstýrið ikki gjørdi tað. Fara vit bara eini 10 ár aftur í tíðina, so savnaðu sjálvstýriskreftir í Havn undirskriftir inn ímóti Sandoyartunlinum. Til seinasta løgtingsval sóðu vit, at Sjálvstýri fekk nógv tann størsta partin av atkvøðunum uttanfyri miðstaðarøkið, meðan kandidatarnir í Havn als ikki fingu nakra serliga undirtøku.

Sámal Petur í Grund stríddist fyri Vágatunlinum, Kári P. Højgaard hevur stríðst fyri Eysturoyartunlinum, Jógvan Skorheim stríðist nú fyri tunlum Norður um Fjall, og at Kristin so hevur stríðst fyri Fámjins- og Hvalbiartunlunum passar sum fótur í hosu við nýggju linjuna hjá Sjálvstýri. Nú Kári P. Højgaard leggur árarnar inn, kann Kristin vera kærkomna mótvektin til formannin, sum heldur flokkin í javnvág og forðar honum at gerast ein klaksvíksflokk burturav.

 

Stóra myndin

Í fuglaperspektivi merkir hetta, at borgarligi vongurin fær eitt útjaðaravalevni afturat, meðan vinstrivongurin missir eitt. Sitandi samgonga hevur í stóran mun verið andstøða til ta føroysku fiskivinnuna, og frontarnir tykjast alsamt meira trektir upp nú. At spísskandidatarnir hjá bæði Norðoya Javnaðarfelag og Norðoya Tjóðveldisfelag báðir rinda sín kommunuskatt til Tórshavnar Kommunu, talar eisini sítt týðiliga mál.

Treyðugt so, nakað av yin er í yang og øvugt. Í Norðoyggjum fer Eyðgunn Samuelsen helst at halda tørn, meðan munandi meira ivasamt er við tjóðveldinum. Og Fólkaflokkurin hevur eisini styrkt seg í Havn við serliga Christiani Andreasen og kann vænta at fáa eitt hampiligt val har, eins og Framsókn eisini er ein flokkur fyri liberal havnarfólk. Men at Suðurstreymoy verður tann nýggja háborgin hjá Javnaðarflokkinum, kann ongin longur ivast í. Og leingi hava Havnin og Hoyvík eisini verið háborgirnar hjá Tjóðveldi.

Miðflokkurin er í miðjuni, eisini her. Lítli kristinkonservativi flokkurin hevur hóast síni bert 2 umboð tveir vengur, umboðað av einum meira vinstravendum formanni, sum býr í Havn, og einum borgarligum eysturoyingi sum næstamanni, fult í tráð við yvirskipaðu myndina, har Føroyar nú eru í fullari ferð við at skriva seg inn í skandinavisku traditiónina við einum sosialdemokratiskum miðstaðarøki og einum borgarligum útjaðara.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…