Lýsing
Lýsing
Lýsing

“Hvíla søtt á berjalyngi”

SKRIVAÐ: Jóhan Mortensen  |  20.08.2019 - 15:47 Tíðindaskriv Tíðindi

So spakuliga kemur heystid hjá okkum. Hedin Brú skrivar at ein fuglur á fjøllunum varnaðist at nú kom heystið og lat geva boð. Tað er farid at skýma hjá okkum. Nú kemur eisini góða gastronomiska heysti við grønmeti av Sandi og fyrstu eplinum og gularótum sum kunnu njótast á Koks og á Barbaru.

Og røtur og rótaløg og fyrsta feska kjøtið úr Stóru Dímun. Skinkur av Trøllanesi og Múlaostur. Serbryggj frá Føroya Bjór. Føroya Banka dagar Heima í Havn. Vit mugu vóna at hóast stórar veðurlagsbroytingar hjá okkum so fara vit framyvir at fáa ræst og turt kjøt. Men her fara tíðanverri broytingar at koma sum árini líða og tad verdur ivasamt um vit framhaldandi kunnu ræsa og turka av tí at heystini verða ov lýggj.

 Hetta er tíðin sum okkara brøður í Islandi kalla Dagar Myrkurs, ein góð tíð, heystið og grøðin sum skal sankast saman til veturin, veitsludagar.

Nú er tíðin eisini til krákuber.Í mun til Islands og Grønlands hava vit ikki stórir berjaheiðar, men vit hava okkara egnu krákuber. Um nøgdin kanska ikki er tann stóra tú fær, so er tað kveikjandi og meditativt at ganga á fjøllunum og á knøðunum liggja og leita og tú gledist um angan og allar tær vøkru blómur vit hava. Tað er heilt fitt av fólki sum á hvørjum ári fara við børnunum at leita og so eta fongin við eitt sindur av sukri afturvið, hetta er mennandi fyri eina barnasál.

Um hugurin er til at gera snapsar úr føroysku náttúruni so eru krákuber sera vælegnaði. Tú fær kanska uppí eina lítla fløsku sum tú síðani letur Einars Vodka yvir og so letur standa i myrkri alt heystið.

Lat standa til Tollaksmessudag og hevur tú tá ein rubinreydan, fínan og aromatiskan snaps. Njót hann í skýmingini áðrenn føroyska gásin kemur á borði. Delikati smakkurin gevur tær eitt flash back aftur til fjøllini í August og tú fer beinanvegin at leingjast aftur eftir føroyska summarinum.

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Remis í oddabraki
KÍ-hópurin telir nú 28 sáttmálar
Tað er eingin lækna­fak­lig forðing fyri d…
HB tapti í Gøtu - nú hava øll liðini mis…
HOYDALAR: Eyðun Nolsøe eisini at hoyra V…
Páska­framsýning
Norðlýsið tippar valdsbýtið í ABC
Altjóða Autismudagur 2026
Finaludystur á Giljanesi
Roðaleikir í Bylgjuni
Tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt!
Várljóð - ein røð av konsertum her norðu…
Leygar­dagin 21. mars hevði Einleikarafel…
Tilbúgv­ingar­venjing – Djúpini 2026
Stjørnan og Neistin leika fjóðringsf­ina…
Fólka­vøkstu­rin steðgaði av lækna­stríðnum
Beinir: - Vit skulu finna loysnir uppá m…
Visit North sjósetir nú nýggju haldføris…
Elding økir um sítt virksemi
Rúsan letur aftur í Klaksvík