Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

MEST yvirtekur nýggja havrannsóknarskipið

SKRIVAÐ: MEST  |  22.08.2019 - 10:15 Myndarøð Vinna

MEST boðar í tíðindaskrivi frá, at tíðarætlanirnar halda og at nýggja havrannsóknarskipið verður handað Havstovuni komandi summar.

Skipið er liðugt málað og kom út úr byggihøllini í skipasmiðjuni WBS í býnum Kleipéda í Litava fyrr í summar. Leygardagin 31 august verður skipið sjósett og verða tá umboð fyri Havstovuna, MEST og onnur hjástødd.

Mikudagin 4 september yvirtekur MEST skrokkin og byrjar sleipið av skrokkinum eftir yvirtøkuna. Skrokkurin væntast í Føroyum á MEST skipasmiðjuni á Skála á leið 7-10 dagar seinni – treytað av hvussu veðurlíkindini eru at sleipa yvir hav.

Hóast skrokkurin kemur nærum liðugt málaður er hópin av arbeiði eftir at gera í Føroyum komandi mánaðirnar. Nógvir undirveitarar eru við í hesum arbeiði, sum MEST stendur fyri.

 “Við sjósetingini og yvirtøku av skrokkinum  eru vit nú farin um ein varða, sum var eitt umráðandi stig á leiðini fyri at fasthalda bæði tíðarkarmar og góðsku á nýggja skipinum. Alla tíðina hava vit havt fólk frá MEST at fylgja við arbeiðinum og hevur samstarvið við WBS skipasmiðjuna verið fyrimyndarligt”, sigur Mouritz Mohr, stjóri.

Myndirnar eru úr Klaipéda fyrr í vikuni. Nýggja havrannsóknarskipið er 54 metrar langt og 13,6 metrar breitt. Tað er 10 metrar longri enn Magnus Heinason. Men við at gera eina hædd meira, so er víddin tvær ferðir so stór sum á Magnusi Heinasyni.

Skipið verður handað Havstovuni á sumri 2020.  

Lýsing
Seinastu tíðindini
Veðrið á Norð­oyastevnu
Heilivágs­ráðið farið til verka
Kular Røtur: Eg vil ikki í skúla
- Vit spyrja hinar spurningar­nar!
Blaðið er komið
Einans tríggjar sýningar aftrat av Norðo…
Norð­oyastevnuróðu­rin 90 ár
Gallarí Á Stongunum
Norð­oyastevnu­konsertin hjá Klaksvíkar Ho…
Norð­oyastevnu­framsýning
Ferðslan á norð­oyastevnu
Norð­oyastevnuskráin fríggja­dagin
Býarkoyring fríggja­dagin 29. mai
Skýlisklettur 2.500 pund
- At verða mentanar­hús í miðbýnum, tað f…
- Fólk vilja gjarna fara í føroysk klæði…
Føroyar ein Maritimur Tænastudepil
Eingin Veðurstova Føroya uttan Alix
Avtala um íbúðarbygging undirskrivað
EINARS 10 ára whisky walk
Lýsing