Lýsing
Lýsing
Lýsing

Trivnaður – Tey við serligum tørvi, hava hann alt árið

SKRIVAÐ: Frimodt Rasmussen, B  |  22.08.2019 - 17:30 Løgtingsval 2019 Politikkur

Nú løgtingsval er útskrivað hava fleiri áhugabólkar umboðandi tey við serligum avbjóðingum í okkara samfelag víst á teirra ynski og tørvir, ið tey vóna verða nøktaðir í komandi valskeiði.

Tey í okkara landi sum hava serliga avbjóðingar, tørva eina sterka rødd sum skilir og talar teirra søk.

Ein trupuleiki hjá hesum málbólki er t.d. tá stovnar og skúlar hava feriur og lata aftur, ofta í fleiri samanhangandi vikur. Hesi menniskju, sum ofta hava tað best við rutinu og tryggum karmum vera noydd út í eina feriu, sum tey als ikki trívast í. Afturat hesum kemur, at menningin meira ella minni steðgar upp og tað sosiala dettur so at siga burtur, tí at tey ikki hava sama møguleika sum ”hini” at sosialiserast, sum t.d. hjá familju, vinum og øðrum. Her hugsi eg um tað, sum ofta verður gjørt í ferium, so sum at ferðast, sova hjá ommum og abbum ella vinum.

Serliga avbjóðingin, sum er atvoldin til omanfyrinevndu trupuleikar kann verða bæði menningartarn og rørðslutarn.

Tey avvarðandi hjá hesum fólkum, sum vera noydd at hava feriu, júst hesa tíðina tá stovnar o.a. eru latnir aftur, eru ofta bæði troytt og strongd aftaná eina slíka “feriu”. Betri hevði verið, um umlætting varð bjóðað alt árið, til gagns fyri bæði tey við serligum avbjóðingum og fyri teirra avvarðandi.

Sum núverandi skipan virkar, er ofta ørkymlandi fyri avvarðandi hjá børnum/vaksnum við serligum avbjóðingum, at vita hvørji rættindi hesi hava.

Ofta er tað so, at man ígjøgnum onnur fær at vita – tvs. uttanfyri almennu skipanina -  um hvørjir møguleikar og rættindi eru til hjálp í gerandisdegnum.

Sjálvandi eigur Almannaverkið at ganga fremst, og visa á hvat man hevur rætt til og hvørjir møguleikar eru, í hvørjum einstøkum føri.

Hava tey veiku tað gott, hava øll tað gott! Eg skilji og vil arbeiða fyri øll tey sum hava ein serligan tørv.

 

Frimodt Rasmussen, valevni Sambandsfloksins til løgtingsvalið

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Mótrokningin ein bati í samfelagshøpi
Ársfundur nummar 50 hjá Ráðnum fyri Ferð…
Virkið Vár skráin sæst her
Símun Háberg vitjar Norðlýsið
Kirkjan fyri størri umvæling
Veðrið í dag
Fiskimála­ráð­har­rin vitjaði JFK í Barcelo…
Flaggdagshald í Vágstúni
Drál máar aftur støðið undan rættartrygd…
Vælkomin til forvitnisligt franskt kvøld…
Flogbóltsfinalur við Tjarnir leygar­dagin
SjóGló vann danmarksmeistaraheitið í íve…
Nýggj bók: Tá leiðarar hugsa ov nógv
ELM Capital ApS kunnger fyrsta exit: Gal…
Í gjár valdi Løgtingið nýggjar løgtingsg…
Føroyar til hægstbjóðandi
Ungfólk hugnaði sær í Svínoy
Almenn móttøka hjá Lunnar fríggja­dagin k…
KBH skal umvæla kommunuskriv­stovuna
Marius DC við gestum á Summar Festivalin