Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

KÍ fyllir 115 ár í dag

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  24.08.2019 - 09:38 Ítrottur Tíðindi

KÍ er stovnað 24. august í 1904.

KÍ hevur vunnið 17 meistaraheitir í bestu deildini hjá monnum (næstflest av øllum feløgum) og 18 meistaraheitir í bestu deildini hjá kvinnum (flest av øllum feløgum). Norðlýsið ynskir KÍ og øllum norðoyingum, sum standa aftanfyri felagið, til lukku við degnum.

 

Á heimasíðuni hjá KÍ stendur brot úr søguni hjá KÍ.

Søgan hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag
Úr 50 ára minnisritinum hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag.

Skrivað hevur John Reid Bjartalíð.

Ár 1904 tann 24.august kl 17.30 seinrapartin á degi var tað, at nakrir menn hittust á fundi á skrivstovuni í handlinum á Biskupsstøð. Fundarevni var: at stovna eitt ítróttarfelag í Klakksvík. Hetta fingu teir væl í lag, sum gerðabókin so gjølla greiðir frá. Felagið fekk navnið: Idrætsclubben i Klaksvig. Síðani var ein trímannanevnd vald, ið skuldi stjørna felagnum. Í hana vórðu valdir: Harald á Trappuni, Ole Biskopstø og Urbanus Frederik Joensen. Til formann felagsins varð Haraldur valdur. Umframt ymiskt, ið var havt á munni, álegði stovningarfundurin nevndini sum skjótast at gera virkisreglur fyri felagið.

Víðari var tað álagt nevndini at skipa so fyri, at felagið í framtíðini fekk rætt til at nýta tennisvøllin og vaksa um tað ”projekteraða” økið. Skilligt, so hava menn fingist við tennisspæl, áðrenn felagið varð íbirt. 
 

Longu tann 9. oktober helt felagið sín næsta fund, har virkisreglurnar vórðu framlagdar og samtyktar. Tær eru til skjals púra óbroyttar aðrastaðni í bókini. So varð farið at virka, og tað bæði við skili og ágrýtni. Felagið fær sorgarboð. Um veturin doyðí Óli Biskopstø, nevndarlimur, av blindtarmssjúku. Óli var bert 36 ára gamal, og var hann bæði raskur og evnaligur. Hetta var sjálvsagt felagnum ein smeitur. Óli var sonur Hans bónda á Biskupsstøð.

Tann 2. apríl 1905 heldur felagið sín triðja fund. Á hesum fundi varð Petur Samuelsen, vanliga nevndur Petur bakarin, valdur í nevndina fyri Óla ið deyðin sá brádliga hevði ript inn í ævinleikans føvning. Annars er hetta forvitnisligur fundur, har teir hava viðgjørt ymiskt innan tennisspælið. Og til seinast viðtekur fundurin, at felagið skal, tá tað er liðið nakað út á summarið, hava framsýning í tennis og kappróðri. Á ársaðaldundinum 15. oktober hetta ár koma í nevnd felagsins: Urbanus Fr. Joensen, Christian í Lávíkunm Olsen og Joen Fr. Joensen (Kjølbro). Haraldur á Trappuni hvørvur heilt í bókini. Helst flutti hann um hetta mundið suður til Havnar, og kom hann at vera verandi har.

At Urbanus tók felagsins kyndil í sína hond, var væl, tí hann var júst ein maður av tí rætta slagnum. Hann hevði evnini; lívslættur og lívsfrískur, arbeiðssamur og blíðlyntur og hjartagóður.
 

Urbanus var ungmannafelagsmaður við lít, og júst hetta sýndi hann í sini felagsrørslu, sum tá var hin einasta her í bygdini av tí slagnum; so hendinga væl hann dugdi tað fyrimyndarliga gongustevið, har hann sum formaður felagsins fekk bent alt ungmannafelagslívið her í bygdini á víðar og vælgongdar leiðir við stuttleika og álvara sum undirfóti. Men ikki er at ivast í, at Urbanus hevði hollar vinir og stuðlar í felagsarbeiðnum, og í so máta mundu Heilman prestur, Djurhuus og Ingebøl læknarnir ikki roynast illani; um hetta er gerðabókin eitt eyðkent prógv. Væl er, tá menn finnast í tí góða arbeiðslagnum, og so var í felagsarbeiði K.Í., serstakliga tey fyrstu árini.
 

Klakksvíkar Ítróttarfelag hevur sína sermerktu søgu innan ítróttarlívið her á landið, við tað, at felagið ikki bert er eitt vanligt bóltfelag; men frá stovnanini av, er felagið byrjað á einum víðari grundarlagi, soleiðis var tað tennisleikur og hin fría ítróttin, ið fyrst varð íkað her í bygdini. Gerðabókin, sum er sera greið og væl skrivað frá stovningardegnum av, sigur gjølla frá teim amboðum, ið keypt vóru til hina fríu ítróttina, og hvussu tennisspælið tók seg upp, fór fram og vann sær ávøkstur.

Og ikki gloymdu teir tann mentunnarliga táttin: sjónleikin.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Theresa hugleiðir um ferða­vinnu­dagin
Hugnakvøld í Skálanum
Eitt uppercut til Kringvarpi!
Vinstri og Sambands­flokku­rin: Fíggja Suð…
Hugnakvøld í Skálanum
Torraskráin mánadagin
Mjølnir kvinnur eru tryggjaðar FM finalu…
Eyðun Nolsøe á Summar Festivalin
Eftirlýsing: Hesir lutaseðlavinnarar­nir…
Slógu pott og tunnu í Dansistovuni
KÍ vann 1-0 í Sørvági
Listaframsýn­ingar á Torradøgunum
Samsvar má vera millum ábyrgd og ræðisræ…
Torradagar­nir byrja í morgin
Tussj: - Kvinnur og menn eru sera ymisk…
Veðrið í vikuni
KÍ spælir í Sørvági í dag
Norðlýsið stroymir beinleiðis úr Varpinu…
Tunnusláttur við Klaksvíkar Hornorkestri
Føroyar lata nógv minst í landbúnaðarstu…
Lýsing