Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hendan landsstýrissamgongan hevur gjørt allar sínar íløgur á einum staði

SKRIVAÐ: Jákup Mikkelsen, A  |  24.08.2019 - 13:56 Løgtingsval 2019 Politikkur

Eisini á málsøkjunum, sum Landsverk umsitur, hevur landsstýrissamgongan millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn brúkt næstan hvørja krónu á einum staði, nevniliga í og kring høvuðsstaðin, samstundis sum landsvegir, tunlar og brýr kring landið standa og forfella.

Herfyri hevði Norðlýsið eina upplýsandi oddagrein, har greitt varð frá, hvussu hendan landsstýrissamgongan hevur brúkt mestsum hvørja krónu, sum Landsverk umsitur, í og kring høvuðsstaðin, meðan restin av landinum fær alsamt minni og minni av teimum skattakrónum, sum hesi øki rinda inn í landskassan.

Í greinini varð dokumenterað við almennum roknskapartølum, at í hesum valskeiðnum hevur eittans øki fingið sera nógv í mun til fólkatalið, meðan allar hinar fimm sýslurnar hava fingið heilt lítið í mun til síni fólkatøl.

Niðanfyri er talva, sum vísir nýtsluna hjá Landsverki í 2017 og 2018, lutaðar út á landspartar, har tað greitt kemur fram, hvussu stórur tann landafrøðiligi ójavnin er blivin undir hesi landsstýrissamgonguni millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn.

 

 

Eg kann ikki annað enn taka fult undir við blaðstjóranum á Norðlýsinum, tá hann staðfestir, at “her er tendensurin eins óhugnaligur, sum hann er greiður”, og at “taka vit útreiðslurnar hjá Landsverki, er landafrøðiliga gjógvin uppaftur størri enn millum rík og fátæk í tí føroyska samfelagnum”.

Tá vit staðfesta eitt so órættvíst býti millum landspartarnar í Føroyum, er tað sera ófrættakent at hoyra Heðin Mortensen, løgtingsmann hjá Javnaðarflokkinum, koma við eini so arrogantari útsøgn sum, at “bara Havnin hevur tað gott, so hava allar Føroyar tað gott”, og somu kenslur fær ein av at hoyra Poul Michelsen, landsstýrismann hjá Framsókn, tosa um, at nú skulu vit halda aftur í útreiðslunum hjá landskassanum og hjá kommununum kring landið.

Her krevur ein nýggj manning at koma framat at stýra føroysku skútuni aftur á beint, soleiðis at vit aftur kunnu fáa einar javnari Føroyar – eisini landafrøðiliga.

Fólkaflokkurin hevur viljan og hann hevur eisini neyðugu styrkina til at fremja hesa alneyðugu kósbroyting, soleiðis at Føroyar aftur verður eitt land – og ikki bara ein býur, so sum undir hesi landsstýrissamgonguni.

Eisini á hesum øki vil eg brúka mínar royndir í politikki til at hjálpa og gera mun fyri allar partar av landinum.

 

Jákup Mikkelsen

Løgtingsmaður og løgtingsvalevni fyri Fólkaflokkin

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fríði Sigurðsson settur sum nýggjur stjó…
Eldri systkin vísa veg – byrja dagin við…
Ein túrur á seiðabergi
Send okkum gjarna tíni hugskot!
Spurnarkapping á Norð­lýsi­num í dag
Jan vitjar Norðlýsið
Jákup og Niclas vitja Norðlýsið
Vísindavøka á ferð á Klaksvíkar Bókasavn…
Kunningarfundur um kirkju­ráð­sarbeiði
14 ár síðani tveir heimadystir á rað utt…
Set sjúklingin í miðdepilin
KÍ-álopspartu­rin haltar í løtuni
KÍ - Víkingur (0-0)
Norðlýsið blaðið í gerð
Tunnilsgjaldið eigur at endur­skoðast
Reyni Service í Klaksvík 20 ár!
Fullsett altjóða ráðstevna um sjótrygd o…
Nú má farast undir at skipa fyri FM skil…
Fólka­atkvøðan var "einans vegleið­andi"
50 ár síðan "Jesus tær býður" kom út