Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tað demensvinarliga samfelagið – ella hvussu?

SKRIVAÐ: Magnus Rasmussen, B  |  24.08.2019 - 15:35 Løgtingsval 2019 Politikkur

Á vári í 2015 kom út álit við heitinum: “Eitt demensvinarligt samfelag – Gloymsk, men ikki gloymd”. Álitið er rættiliga greitt og kemur m.a. við 14 ítøkiligum tilmælum, hvussu  farast kann fram í hesum máli. Eisini er kostnaðarmeting viðløgd.

Tað demensvinarliga samfelagið ger karmar, soleiðis at persónar við sjúkuni demens verða inkluderaðir og verða stuðlaðir, so teir verða førir fyri at liva við sjúkuni demens, framhaldandi verða virknir í samfelagnum, verða sjálvbjargnir og soleiðis varðveita eina høga lívsgóðsku.

Eg vil siga, at enn er langt á mál, tí eftir mínum tykki hevur alt ov lítil orka verðið brúkt frá landspolitiskar síðu upp á demensøkið. Tað er ikki nóg mikið við føgrum orðum, tá álit verða handað – tað skal handling til og her gongur alt ov seint fyri seg. Hinvegin, so hava fleiri kommunur, í sambandi við eldraøki, gjørt eitt gott arbeiði.

Eitt av teim 14 tilmælunum er, at orðaður verður ein yvirskipaður demenspolitikkur, har farið verður undir miðvísa skipan av Føroyum sum “Demensvinarligum samfelag”. Eingin yvirskipaður politikkur er orðaður og mær vitandi, er eingin bólkur settur at arbeiða við hesum heldur. Tað er altso ikki í lagi!

Eitt annað av tilmælunum er, at tað verð settir fimm landsdemenssamskiparar, sum verða settir sentralt, men virka lokalt, t.v.s. kring landið. Nú vit skriva 2019, so er bert ein landsdemenssamskipari í starvi, so tað er eyðsæð, at her manglar nógv í at røkka kring landið. Tørvurin er sera stórur, so tað er óskiljandi, at ikki fleiri demenssamskiparar eru í starvi.

Eg kundi hildið fram at tikið tilmæli úr álitinum, men tað verður ikki á hesum sinni.

......................

Ein stórur trupulleiki er við markamóti millum land og kommunur. Hesin trupulleikin er ikki loystur, men má og skal loysast. Um tann, sum fær staðfest demens er 67 ár ella eldri, so er tað kommunan, sum varðar av. Men er tann, sum fær staðfest demens, yngri enn 67 ár, so er tað landið sum varar av. Altso tveir myndugleikar, sum vara av og skulu taka sær av borgarum við somu avbjóðingum. Hetta virkar ikki væl, og veruleikin er tann, at tey undir 67 ár, og sum landið varar av, tey fáa ikki tey neyðugu tilboðini og  hjálpina, sum tey eiga at fáa. Tað eigur ikki at vera aldurin á tí sjúkurakta, sum ger mun á tilboðum og hjálp. Tað kann aldri vera rætt. Tað eru, ið hvussu so er tveir mátar at loysa hendan stóra trupulleika. Antin keypir landið tænastuna frá kommununum ella mega kommunurnar fáa ábyrgdina av øllum undir 67 ár og so fáa neyðuga peningin goldnan frá landinum. Eg helli avgjørt til seinna møguleikan. Sum støðan er nú, so er hon óvirðilig fyri tann sjúkurakta og familjuna og ein skomm fyri landsmyndugleikan.

Samanumtikið má ásannast, at nógvar kommunur/samstørv gera eitt gott arbeiðið á demensøkinum, men hinvegin, so má ásannast, at langt er á mál við tí Demensvinarliga samfelagnum frá landssins síðu – tíverri. Her má og skal broyting koma í, og tí broyting vil eg virka fyri, um eg fái møguleikan at hava ávirkan eftir løgtingsvalið 31. august.

 

Magnus Rasmussen, løgtingsmaður og valevni fyri Sambandsflokkin

 

 

 

 

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Allir badmintonleikararar vunnu allar dy…
Ein miðbýur í rúkandi menning
Fleiri íbúðir ávegis í Klaksvík
Søgan um Merle Haggard (7:9)
Søkt verður eftir tveimum starvs­fólkum t…
Gøtan út á Nes liðug
Annika Lindenskov vald í altjóða oyggjal…
Brot frá 2-1 sigrinum í Finlandi
Mjølnir aftur til Hollands
Badminton vann silvur í liðkapping­ini
Runnu seg til fleiri heiðursmekir
Thorvald: Hesum vilja vit helst møta
Borgar­stjóraheilsan: Her er gott at vera
Fuglalív í Haraldssundi
Stevna hjá Jehova vitnum
Stenberg hitt Zelenskyy í Kyiv
KÍ v SJK: Ung og eldri farin í sving
Azamara Quest á Norð­havn­ina
Lutakastið til Challenge Cup í morgin
RSP á Norð Festivali­num 30. aug!