Lýsing
Lýsing
Hjúnini, Anna-Christine Cath Nikolajsen og Niklas Nikolajsen, júst lend við helikoptara í Klaksvík síðsta hósdag | Mynd: Dávur Winther

Aftur á slóðina

SKRIVAÐ: Dávur Winther. Myndir: Dávur Winther  |  24.08.2019 - 20:04 Myndarøð Tíðindi

Tá ið standmyndin av Kjølbro varð reist í 2002 frammanfyri fyrsta handil hansara á Biskupsstøð, vóru hópin av ættarfólkum hansara við til hátíðarhaldið.

Eisini komu fólk frá útlondum – teirra millum ein 27 ára gamal unglingi, miðaldarliga klæddur og undir høgum hatti, so longu tá var okkurt serligt við honum.

 

Hetta var Niklas Nikolajsen, abbasonur Ewald Kjølbro – Mamma hansara var Marita, dóttir Ewald. Hann sá tá og ikki minni nú, hann hevur lisið meira um langabban, Jógvan F. Kjølbro, upp til langabba sín sum ein dugnaligan handilsmann.

 

Niklas hevur verið dugnaligur og serliga heppin innan talgilda peningaheimin við Bitcoin. Hann býr og hevur egnan banka í Sveits, har hann byrjaði við 6 fólkum fyri nøkrum árum síðan. Men í dag starvast í hansara fyritøku 116 fólk, stórsti partur í Sveits, har Niklas er bankastjóri. Eisini hevur hann bankavirksemi og skrivstovur í Keypmannahavn og í Vaduz í Liechtenstein.

 

Niklas og húsfrúgvin, Anna-Christine Cath Nikolajsen fingu tvíburðar fyri trimum mánaðum síðan, og tey vóru í hesum sambandi í Keypmannahavn, har tey hildu barnadóp fyri kortum. Tá ið øll vóru í Danmark, helt Niklas, at hann vildi vísa familjusíni Føroyar. Tí gjørdu tey eina stutta rend til Føroyar og stóð sjálvandi Klaksvík á skrá, tó at hann eisini náddi at hitta ættar- og vinfólk í Tórshavn.

 

Vit hava kenst eina tíð á netinum og eru skyldmenn, tí beyð eg mær til at leggja eina skrá til rættis fyri vitjanina í Klaksvík og annars vera hjálpin við ymiskum í sambandi við ferðina higar. So bleiv og komu tey við tyrluni síðsta hósdag.

 

Fyrst varð vitjað hjá Eyðun Kjølbro, har familjan møtti, og fekk Niklas, konan ogtvíburðarnir ein góðan drekkamunn við nýbakaðum bollum og hópin av góðum afturvið. Prátið gekk lystiliga og hevði Finn Kjølbro, sum er systkinabarn mammuna, nógv at fortelja. Finn er jú søgufróður og hevði Niklas eisini nógv at spyrja um.

 

Ovast á ynskilistanum hjá Niklas stóð annars, at hann vildi heilsa uppá standmyndina av Kjølbro, har myndir skuldu takst av honum saman við Kjølbro og eisini allari familjuni.

 

Síðani fóru vit oman í Nólsoyar Páls húsið, har Archibald greiddi frá, og hugtók søgan um Nólsoyar Páll. Eisini søgan um hvussu Nølli, sonur Jógvan F. Kjølbro, hevði verið við til at varðveita húsið, tí hann hevði uppteknað grundina av upprunahúsunum, sum stóð eitt sindur longri uppi - hetta fyri nógvum árum síðan.

 

Christianskirkjan við Alex Sólstein og Edward Fuglø, sum søgdu frá, var ein sjálvfylgja, og er tað hvørja ferð hugtakandi. So var eisini hesaferð.

 

Til seinast stóð á skrá at síggja listaframsýningina hjá Trónda Paturssyni í Gamla Seglhúsinum. Her hugtók Símun eisini, sum so oftani fyrr, við søgum úr Fugloy. Tá ið Niklast ferðast rættiliga víða kring um í heiminum í gastronomiskum høpi, so er ikki so long leið fyri hann at vera við til onkran av floksmannadøgunum úti í Fugloy, sum meir enn ein hálv avtala eisini varð gjørd um.

 

Áðrenn leiðin lá aftur til Havnar, stukku vit inn á gólvið hjá Edwardi Fuglø, har eisini Ann Andreasen var við nøkrum av børnunum frá Barnaheiminum í Umanak, sum Ann er leiðari á. Tey sungu fyri Niklas, sum eisini var serstakt og annarleiðis.

 

Niklas var fegin um vitjanina í Klaksvík, sum hann helt hevði nógv at bjóða og vildi hann fegin koma aftur um ikki so langa tíð, har betri stundir vórðu at hyggja seg um. Tað skulu í øllum førum ikki ganga 17 ár, ið eru liðin síðani seinast hann hevur verið her, lovaði Niklas Nikolajsen, ið fór við flogfari til Sveits í gjár eftir vitjanina í Klaksvík.

 

Niklas er áhugaverdur at tosa við, fittur og fyrikomandi. Hann er familjukærur og væl lisin, og hevur ein natúrligan eldhuga fyri øllum tí, hann fæst við.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Føroysk rokksøga í KVF
Norðlysið á gøtuni
Bankarnir hava nóg mikið av gjaldføri
Sølan hækkaði 8% - tøkugjaldið 295%
Øssur kosin ársins borgari
Aðalfundu­rin hjá Javna 2024
Veðrið í vikuni
Mjølnir hevur aðalfund
Næmingar lesa fyri næmingum
Myndarøð: Virkið Vár
Kropsmál
KÍ hevði trupulleikar móti undirmannaðum…
Myndarøð: KÍ - 07Vestur 2-0
Seðlarnir koma út kl. 16.00
Skriðjan heiman Gjónna endur­bøtast
Grindaboð
Kunningartiltak um MR-skannaran
Upptakt: KÍ-07 Vestur
Óli er aftur partur av Betri-hópinum hjá…
Minst til hugnakvøldið í El-In