Lýsing
Lýsing
Lýsing

Rætturin at bera brek

SKRIVAÐ: Gunnvá Tróndardóttir Joensen, C  |  27.08.2019 - 14:25 Løgtingsval 2019 Politikkur

Eitt av hjartamálum mínum snýr seg um tey, ið bera sjúku ella brek. Eg gleðist tí stórliga um, at hetta er partur av ætlanini um Álítandi almanna- og heilsuverk hjá Javnaðarflokkinum. Í faldaranum stendur, at brekpolitisk virkisætlan, sum fevnir um øll rættindi og týðandi øki í ST sáttmálanum, skal gerast og setast í verk. Talan er um sáttmálan “Sáttmáli sameindu tjóða um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek.”

Hetta er eitt týdningarmikið økið, ið má raðfestast høgt. Tað er ikki nokk at vit hava viðtikið ST sáttmálan, hann má setast í verk, og eftirlit havast við, at hann verður fylgdur. Samskipandi eind er sett, so skjøtil er settur á arbeiðið at orða eina brekpolitiska verkætlan. Týdningarmikið er, at hetta verður raðfest, soleiðis at arbeiðið heldur fram, og ikki minst, at tað skal helst gerast sum skjótast.

Brot úr ST sáttmalanum um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek
Nøkur øki úr ST sáttmálanum, sum eg persónliga haldi eru týdningarmikil at taka fram:

Grein 9 í sáttmálanum ber yvirskriftina “Atkoma.” Her verður í undirpunktum útgreinað, at fólk sum bera brek skulu kunna liva sjálvstøðugt og luttaka í øllum lívsins viðurskiftum. Limalondini skulu tryggja, at fólk, ið bera brek,  eins væl og onnur sleppa inn í bygningar, framat ferðamøguleikum, upplýsing og samskifti, og øðrum hentleikum og tænastum, sum verða veittar almenninginum. Beinast skal fyri forðingum, sum máttu verðið fyri atkomu í bygningum so sum skúlum, heilsu- og læknastøðum, arbeiðsplássu, vegum, samferðslu osv.

Grein 21 umtalar m.a. atgongd til upplýsingar, har tað stendur: “eggja fjølmiðlum, harímillum teimum, sum veita upplýsing ígjøgnum alnetið, at laga sínar tænastur soleiðis, at fólk, ið bera brek, fáa brúkt tær.”Her havi eg ta hugsan, at hetta eigur eisini at umfata, at almenna kringvarpið skal hava undirtekst á sendingum, soleiðis at eisini tey, ið eru hoyriveik kunnu vera við.

 

Rætt skal vera rætt

ST sáttmálin hevur í alt 50 greinar, so hetta er ein evarskalítil partur, ið eg havi tikið fram. Aðrir partar av sáttmálanum snúgva seg um rættin til lív, rættin til at velja bústað, til frælsi, rættin til útbúgving, til arbeiði og nógv, nógv annað. Rættin til at kunna vera við í samfelagnum upp á allar møguligar mátar á jøvnum føti við onnur.

Vit hava øll sama rætt, ikki bara til lívið, men eisini til at liva lívið. Tískil er tað kanska at undrast á, at neyðugt er at orða eina brekpolitiska virkisætlan. Men tað er nú einaferð so, at tey, sum bera brek, eru ikki bara skerd av brekinum tey bera, men kanska mest av, hvussu samfelagið rundan um tey, er skipað. Ella manglar at vera skipað. Tað er ikki nakað meira galið við teimum, sum bera brek, enn við øðrum, ið ikki síggja út til at feila nakað. Munurin er, at samfelagið sum heild fyri tað mesta er innrættað til tey, har onki sæst á. Tískil er tað av alstórum týdningi, at tað verður varpað ljós á, og umstøðurnar gjørdar so, at øll altíð kunnu vera við. So er tað ikki longur ein trupulleiki, hvørt einum feilar okkurt ella ikki. Um samfelagið verður innrættað til øll, so er tað líkamikið, um tað eitur, at tú ber brek ella ikki. So er tað líkamikið, hvar tú arbeiðir, ella hvørja konsert tú ætlar tær til, ella hvar tú ætlar tær at keypa inn ella búgva. Tað er ikki menniskjað, ið er problemið, men umstøðurnar.

Eg vil arbeiða fyri at fáa umstøðurnar soleiðis, at øll altíð kunnu vera við.

Gunnvá Tróndardóttir Joensen

Valevni Javnaðarfloksins

Lýsing
Seinastu tíðindini
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði