Lív í Dávavirkið

SKRIVAÐ: Dávur Winther. Myndir: Dávur Winther  |  30.08.2019 - 10:33 Mentan Myndarøð Tíðindi

Tá ið avgjørt varð at flyta “Húsið” – dagtilboð fyri ung eftir skúlatíð – heim á loftið í Atlantis, vísti tað seg skjótt, at her var nakað trongligt.

Tí var avrátt tíðliga í vár at tey eldru, sum koma kl. 19, skuldu halda til í Dávavirkinum. So fór Beinta, sum so ofta fyrr, í gongd við at innrætta til endamálið á Dávavirkinum.

Nú er pýðiligur pallur, flottur veggjamálningur, sofur og borð, borðspøl og mikið annað inni, umframt at lagt er á gólvið, og trolteks er lagt uppundir loftið so ljóðviðurskiftini eru munandi betri.

Beinta Gregersen, dagligur leiðari í Húsinum, sigur at um 50-60 ungdómar møta hvørt kvøld á Dávavirkinum og hugna sær har um kvøldarnar, har nógv ymiskt er á skrá.

 

Listarok

Mentanardeildin, sum varðar av Dávavirkinum og Trivnaðardeildin, sum varðar av Húsinum hava í felag skipa fyri einum nýggjum tilboði til tey ungu í Dávavirkinum, kalla “Listarok”. Hetta er eitt tónleikatilboð til tey ungu í Klaksvík, sum tónleikalærarin, Hans Edward Andreasen stendur fyri.

Hann er farin til verka í smáum og hevur longu fingið ein bólk uppá beinini. Hann hevur ætlanir um at fara at vitja í skúlanum á Skúlatrøð og her greiða frá sínum ætlanum, fyri at vekja áhuga millum tey ungu innan tónleik og samspæl.

Fyri nøkrum árum síðani vóru eini 22 bólkar, sum vandu á Dávavirkinum. Tað er áleið hetta støðið, ynski er um at koma uppá aftur – og við slíkum fólkum og umstøðum við hópin av venjingarhølum og sera góðum felagshøli við flottum palli, skuldi verðið undarligt, um tað ikki kann lata seg gera.

 

Hans Edward Andreasen

Ein av høvuðsmonnum í kenda bólkinum The Dreams, var Hans Edward, sum var sangskrivari, sangari, gittarleikar, miksari, framleiðslu stjóri, umboðsmaður og hugskotskveigjari. Bólkurin hevur spælt á øllum teimum stóru pallinum í Skandinavia.

Síðani 2008 hevur Hans Edward arbeitt sum publishing artistur fyri Emi og síðani Warner. Ein publishing artistur er ein, ið verður settur í starv sum sangskrivari, og skal skriva tónleik til onnur listafólk kring heimin. Her kann nevnast Niarn, Drengene fra angorra, Brian Rice, DR1, TV2, Basim, Masha Vang og Bjarke fra Spam, sum Hans Edward hevur skrivað sangir til.

Eftir at The Dreams góvust í 2014, hevur Hans Edward lisið tónleik á Det Jyske Musikkonservatoriet, serliga innan kompositión og sangskriving.

Vit gleða okkum til at hoyra meir frá hesum spenandi tiltaki, Listarok og staði annars, Dávavirkið í Klaksvík.

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
John Dam og rækjusøgan
Arktis í Miðhøll­ini á Skúlatrøð
VÍF hevði munin
KRIS á rundferð
Nakrar myndi frá stórsigri­num hjá KÍ á N…
KÍ vann 9-1
Torradagar í Klaksvík væl vitjaðir
Óli í Smæruni týsdagin í Torravikuni
Trolmenn - ein frálíkur brellbiti
Frits í Gamla Seglhúsinum
M.C. og Eyðun hava konsert saman
Føroyar, Grind og dálking á BBC WORLD í…
Rudda vøllin fyri kava
Stjørnan og VÍF í morgin, sunnudagin
KÍ vann 3-1 á Víkingi á Djúpumýru í dag
KÍ og NSÍ spældu seg í finaluna
Áhugaverdur fyrilestur undan heilsurenni…
Filmurin "Trolmenn" er klárur
Gamla Seglhúsið selir nú alt gott frá Ey…
Móttøka á Norð­lýsi­num í Nýggjum hølum