Teitur: Sær trupult út hjá tapandi liðnum
HB er úti av FM-stríðnum við tapi ella javnleiki, meðan tað hjá KÍ eisini sær trupult út við tapi.
Tað heldur Teitur Joensen, fótbóltsviðmerkjari. Norðlýsið hevur sett honum tríggjar spurningar undan dystinum sunnudagin millum KÍ-HB.
1. Er taparin av KÍ-HB úti av FM stríðnum?
Um HB tapir dystin, so eru teir úti av FM-stríðnum. HB hevur ligið eitt vet aftan fyri hini oddaliðini alt kappingarárið, og sum gongdin hevur verið hjá flestu av oddaliðunum í hesum kappingarárinum, har tey ikki hava latið nógv stig eftir seg, so hevur HB ikki ráð at kiksa. Eg haldi, at eitt tap ger munin ov stóran upp til oddin, so tað hevur HB ikki ráð til. Støðan hjá KÍ er eitt sindur øðrvísi. Eitt tap til KÍ ger ikki, at teir eru úti úr FM-stríðnum, men tað er einki at ivast í, at tað sær eisini trupult út hjá KÍ, um teir tapa dystin. Tá hetta er sagt, so haldi eg, at tað er minst líka áhugavert at diskutera ein møguligan javnleik. Tí sum eg dugi at síggja tað, so kunnu liðini heldur ikki brúka ein javnleik til serliga nógv. Fyri HB merkir ein javnleikur eftir mínum tykki eisini, at teir eru úti av FM-stríðnum. Fyri KÍ merkir tað, at munurin kann gerast 6 stig (3 stig, um teir vinna útsetta dystin móti NSÍ). Hetta er ikki ómøguligt at vinna inn aftur, men ein javnleikur móti HB ger allarhelst, at KÍ ikki kann snáva nakran av teimum 6 dystunum, sum tá eru eftir.
2. Hvat fyri dyst kunnu vit vænta okkum?
Eg vænti mær ein taktiskan dyst, har liðini ikki fara at taka alt ov nógvar kjansir offensivt. Teir flestu av toppdystunum í ár hava verið rættiliga taktiskir, seinast dysturin í Klaksvík millum KÍ og B36. Talan er ofta um dystir uttan alt ov nógvar málmøguleikar, og eg vænti mær ein líknandi dyst hesa ferð. Hóast hetta er tað, sum eg vænti, so vóni eg nakað annað. Eftir mínum tykki er hetta ein dystur, sum bæði liðini helst skulu vinna, og tað ger vónandi, at vit fara at síggja ein álopskendan dyst, har liðini loypa á við nógvum leikarum. Men sum eg byrjaði við at siga, so vænti eg ein heldur taktiskan dyst, og tí kann tað blíva langt ímillum, at vit síggja flótandi og flott álopsspæl í hesum dystinum.
3. Hvør vinnur dystin og hví?
Hetta er ein ógvuliga trupul spurningur at svara uppá. Eg kann argumentera fyri sigrum báðar vegir, og tað er júst hetta, sum ger spurningin truplan. Men um vit hyggja at gongdini hjá liðunum í seinastuni, so er HB tað liðið, sum hevur havt meira støðug avrik í seinastuni. Seinastu níggju ferðirnar hevur HB vunnið sjey ferðir og spælt tveir javnleikir, meðan KÍ í seinastu seks dystunum hevur vunnið tríggjar, spælt ein javnan og tapt tveir. KÍ hevur eisini havt fleiri skaðar og leikbann at stríðast við í seinastuni, og hetta er helst við til at gera avrikini meira óstøðug. So HB má metast at vera lítil favorittur, um vit hyggja at gongdini í seinastuni. Eg vil tó leggja afturat, at teir báðir javnleikirnar hjá HB hava verið ímóti teimum báðum oddaliðunum, B36 og NSÍ. Harafturat hevur KÍ heimavøll, sum eigur at vera ein fyrimunir. Tí er mítt boð, at dysturin fer at enda við einum javnleiki.