Lýsing
Lýsing
Lýsing
Nú er tropiska ódnin Dorian ávegis norður eftir. Í ovurmorgin fer køld luft at blanda seg uppí, og so er hon ikki tropisk meir. | Mynd: cnn.com

Fer ódnin Dorian at raka Føroyar?

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  04.09.2019 - 10:53 Tíðindi Veðrið

Ja og nei.

Malandi vindskipanin flytur seg hendavegin, men tá er hon ikki er tropisk ódn meira.

Tropiska ódnin Dorian er eystan fyri Florida í dag, og hon er ávegis norðureftir.

Fríggjadagin er hon ætlandi komin norður til leiðina eystan fyri New York. Tá fer køld luft úr Norðurkanada at blanda seg uppí alla ta heitu luftina, og so er ódnin ikki tropisk meir, men ístaðin eitt vanligt lágtrýst, sum vanliga tekur seg upp á júst somu leiðum og ferðast ímóti Føroyum.

Hetta ”nýggja” lágtrýstið fer at ferðast ímóti Føroyum, halda veðurfrøðingar.

Sum viðurskiftini eru í lufthavinum í løtuni, so verður tað týsdagin, at vit fara at merkja lágtrýstið, sum byrjaði sum ein tropisk ódn.

Tað verður ikki so ringt veður, tá ið tað er her hjá okkum. Vindferðin verður ætlandi 10 til 10 m/s úr suðuri, og tað fer at regna heilt fitt.

At tosa um veðrið, hvussu tað fer at verða um 6 dagar, ja, tað ið hvussu so er ógvuliga stór óvissa í einari slíkari forsøgn.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fýrasmæru­stjórnin leggur frá landi
Esmar hevur eina áhugaverda familjusøgu
OL, statslán, lesandi og føroyskur avger…
Lønið FAS-reiðaríum fyri at brúka føroys…
Lands­roknskapu­rin fyri 2025 hevði 11 mió…
Ársaðalfundur og fyrilestur við Anders…
Íslendski forsetin vitjar Føroyar í juni
Nýggj barnabók løgd fram á norð­oyastevnu
Komið øll við: Spurnarkapping og hópin a…
Barnaskráin á G! kunngjørd
Skúlin í Leirvík
Havbúnaðar­felagið hevur havt aðalfund
Saman um Fjørðin
ABC-samgongan í gávuhoyri, men hvar eru…
Eyr og mold móttøkan stongd í tveir daga…
Nýtt havna- og vinnuøki norð­anfyri Norðh…
Ákæran móti sýslumanni og grindaformonnu…
Nýggj app hjálpir tær at leggja av
Eyðun Andreassen, professari, farin
Váðaráðið tilnevnt