Lýsing
Lýsing
Lýsing
Bárður á Steig Nielsen er samráðingarleiðari og hevur tað sum blomman í egginum. | Mynd: Oliver Joensen

Snávingarsteinarnir hjá Bárði

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  04.09.2019 - 21:51 Leiðarin Politikkur

Valið er av, og nú kemur taktiska spælið. Bárður á Steig Nielsen er útnevndur til samráðingarleiðara, og tað kemur ikki serliga óvæntað. Sjálvur sigur hann seg fyrst fara at royna eina ABH-samgongu, men leggur afturat, at har eru eisini aðrir møguleikar, um tað skuldi miseydnast.

Sjálvur kjarnin í valstríðnum, fiskivinnunýskipanin, verður ein knútur av miðal stødd. Her er nakað av kurili á tráðnum millum A og B, eins væl og innanhýsis í H. Men í andstøðu hava flokkarnir staðið so mikið væl saman, minus annan tingmannin hjá Miðflokkinum, at hetta sær út til at vera yvirkomiligt at loysa. Báðir teir stóru flokkarnir tykjast vera samdir um at gera verandi uppboðssølur og menningarkvotur til varandi rættindi, meðan teir ikki eru á einum máli um tey nýggju rættindini. Har hellir B meira til uppboðssølu av nýggjum rættindum, meðan A vil avtaka uppboðssøluna heilt.

Men meðan A og B eru til at tosa við um hetta, kann H vísa seg at vera trupulleikin her, tí Miðflokkurin vil fegin hava menningarkvotur. Spurningurin er bara, hvussu langt flokkurin vil fara fyri at fáa tær. Neyvan verður tað nakað ultimativt krav, men flokkurin vil ið hvussu er hava okkurt afturfyri, skal hann slaka í spurninginum um menningarkvoturnar.

Ein størri snávingarsteinur er hjúnabandslógin. Miðflokkurin sá ivaleyst helst, at hon varð rullað aftur við húð og hár, men er realistiskur og sigur tað sama sum við fiskivinnurættindunum. At givið er givið, og givin rættindi verða ikki tikin aftur. Í staðin skal hyggjast frameftir eftir framtíðarrættindum. Her vilja kreftir í Fólkaflokkinum eins væl og allur Miðflokkurin avtaka rættindini hjá samkyndum at giftast. Sambandsflokkurin er tann liberali flokkurin, sum tó letur tað yvir til hvønn einstakan tinglim at gera av.

Her verður tutlað í krókunum, at gordiski knúturin møguliga verður loystur við at leggja hjúnabandslógina út til fólkaatkvøðu. So kunnu allir tríggir flokkarnir vaska hendur og siga, at teir gjørdu sítt og lótu tað upp í hendurnar á fólkinum. Men tað er ikki sørt, at fólk óttast at átrúnaðurin fer at fáa ov nógv at siga í nýggja landsstýrinum. Onkur hevur havt á máli, at nú verður skjótt til bløðini kunnu skriva, at tingmenn hava verið til national prayer’s breakfast yviri í Bandaríkinum.

Spurningurin um hvør skal vera løgmaður fer neyvan at skilja vøtnini. Bárður er samráðingarleiðari, og fær Fólkaflokkurin bæði fíggjarmál og fiskivinnumál, so er hann helst nøgdur við at geva Sambandsflokkinum løgmanssessin. Løgmansembætið hevur neyvan so stóran týdning fyri Jørgen Niclasen, at hann vil lata eina borgarliga samgongu gleppa sær av hondum fyri hann.

Bárður Nielsen situr í eini dreymastøðu, og hann verður púra ógjørligur at koma rundan um. Gamla fullveldissamgongan hevur matematiskan møguleika, men so skulu risakamelar svølgjast á bæði fiskivinnuøkinum og etiska økinum og Kristin Michelsen takast við. Alt ber til í politikki, men har eru fleiri meira sannlíkir møguleikar, og felags fyri teir er, at teir allir snara rundan um Bárð á Steig Nielsen.

Møguleikin BCE bleiv nevndur valkvøldið, men beinanvegin avvístur av Bárði. Hinvegin er tað heilt víst, at bæði Aksel V. Johannesen og Høgni Hoydal hava peikað á Bárð sum samráðingarleiðara fyri at halda hendan møguleikan opnan. Tað kann enda við tí, men bert um borgaraliga samgongan fyrst kollsiglir. Og havandi í huga, at har eru bert tveir ella tríggir snávingarsteinar hjá borgarligu samgonguni, so má hon metast at vera tann mest sannlíka.

Í 1998 gjørdi Jóannes Eidesgaard hetta sama, nevniliga peikaði á Høgna Hoydal sum samráðingarleiðara í vón um at fáa sín flokk inn í hitan. Tað miseydnaðist tó, tí Tjóðveldi vildi heldur saman við Fólkaflokkinum og Sjálvstýrisflokkin í fullveldissamgonguna. Nú endurtekur Aksel so stuntið hjá undanmanninum, men helst við sama úrsliti. 

Í Sambandsflokkinum eru nú meira liberalir politikarar sum Kaj Leo Johannesen, Johan Dahl og Bárður sjálvur, nakrir meira moderatir sum Magnus Rasmussen og Frimodt Rasmussen, og so tey meira konservativu Rósa Samuelsen og Helgi Abrahamsen. Á etiska økinum skulu teir liberalu og moderatu finna út av at ganga í takt við Miðflokkin, og tað kann hava tvørleikar við sær.

Her kann man ímynda sær, at tey antin tey konservativu ella tey liberalu verða sett í Landsstýrið og harvið ikki hava atkvøðurætt í Løgtinginum. So verður tað meira streymlinjað í báðum støðum, í Landsstýri og á Løgtingi. Av tí at formenninir Jørgen og Bárður eru frísinnaðir, taka teir helst aðrar frísinnaðar landsstýrismenn afturat sær, meðan Miðflokkurin sjálvsagt setir ein konservativan í Landsstýrið og ein konservativan afturat í Løgtingið.

Eisini hava teir liberalu ein trumf í tí, at uttanfyri samgonguna liggur Framsókn við tveimum liberalum tingmonnum. Miðflokkurin veit, at setir hann ov høg krøv, fer Bárður víðari til Framsókn og so verður avbjóðingin at samansjóða Framsókn og Fólkaflokkin, tí Fólkaflokkurin hevur nakrar líka konservativar politikarar sum Miðflokkurin. Men allir verða noyddir at geva seg nakað, tí teir vita, at Bárður hevur buktina og báðar endarnar og kann, um tað skal vera, halda fram við øðrum konstellatiónum.

Nú hevur Bárður á Steig Nielsen so eina viku at skipa stjórn í, og eydnast tað ikki, verður nýtt formansumfar. Upp til fýra formansumfør kunnu vera, og eydnast onki, má nýval til.

Men tað er heilt ósannlíkt, at vit koma hartil.  

Lýsing
Seinastu tíðindini
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…