Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Runavíkar Kommuna letur sum einki og heldur fram at týna sínar borgarar

SKRIVAÐ: Heimafriður  |  06.09.2019 - 07:56 Tíðindaskriv Vinna

Júst nú liggja fleiri órógvandi útlendsk skip við bryggju í Runavíkar Kommunu. Fleiri borgarar hava vent sær til felagið og felagið sendur javnan klagur til Runavíkar Kommunu.

Men Runavíkar Kommuna letur sum einki.

Vit mugu ásanna, at hvørki felagið ella borgarar verða hoyrdir ella vird av Runavíkar Kommunu.

Heimafriður fær fleiri klagur um vikuna frá borgarum í Runavík og á Strondum, sum klaga um gang frá skipum.

Tað er harmuligt, at felagið ferð aftaná ferð má fráboða um gang frá skipum, serliga á Skálafjørðinum.

Frá Klaksvíkar-, Fuglafjarðar- og Tórshavnar Kommunu hevur Heimafriður hómað vilja til samarbeiði og forstáilsi um støðuna. Men tað er eingin samarbeiðsvilji ella áhugi at hóma frá Runavíkar Kommunu. Kommunan heldur fram at "týna" sínar borgarar dag út og dag inn.

Felagið hevur ikki orð at lýsa framferðarháttin hjá Runavíkar Kommunu.

Felagið heitur á landspolitikarar og avarðandi myndugleikar um at taka ábyrgd fyri fólkinum her á landi.

 

Heimafriður

Lýsing
Seinastu tíðindini
Upptakt: KÍ-EB/­Streymur
Norð­oyastevnuskráin LEYGADAGIN
Myndarøð: KRF-manningar­nar 2026
Havnarbátu­rin, Klaksvík­ingur og Ormurin…
Eydna skal giftast!
Eydna skal giftast!
Myndarøð: Talvkapping á Norð­oyastevnu
Norð­oyastevnan í Varpinum
Jákup Pauli Johansen 50 ára starvsdag á…
Veðrið á Norð­oyastevnu
Heilivágs­ráðið farið til verka
Kular Røtur: Eg vil ikki í skúla
- Vit spyrja hinar spurningar­nar!
Blaðið er komið
Einans tríggjar sýningar aftrat av Norðo…
Norð­oyastevnuróðu­rin 90 ár
Gallarí Á Stongunum
Norð­oyastevnu­konsertin hjá Klaksvíkar Ho…
Norð­oyastevnu­framsýning
Ferðslan á norð­oyastevnu
Lýsing