Lýsing
Lýsing
Lýsing
Vaksandi talið av eldri borgarum vil leggja eitt støðugt trýst á útreiðslurnar til heilsuverkið. | Mynd: Sjúkrahúsverk Føroya

Vælferðarútreiðslurnar bólgna við alt fleiri eldri

SKRIVAÐ: Johnny í Grótinum  |  08.09.2019 - 16:00 Politikkur Tíðindi

Stórt bústaðartrot, sveiggjandi tilfeingisinntøkur og bólgnandi vælferðarútreiðslur eru tríggjar av teim størstu búskaparligu avbjóðingunum í løtuni, sambært Johnny í Grótinum. Búskaparfrøðingurin viðger her bólgnandi útreiðslurnar til vælferðartænasturnar.

Vaksandi talið av eldri borgarum fer eisini komandi árini at leggja eitt støðugt trýst á alment fíggjaðu útreiðslurnar til grundleggjandi vælferðartænastur, herundir til heilsuverk, almannaveitingar og ellisrøkt. Sambært framrokningum hjá Hagstovuni fer talið av borgarum yvir 75 ár at økjast við 40% komandi 10 árini. Frá gott 4000 í 2019 til sløk 5700 í 2029, ein øking á 1700 borgarar. Hendan økingin skal samanberast við, at talið av eldri borgarum er økt við sløk 800 síðstu 10 árini og 1200 síðstu 20 árini.

Framrokningar hjá Hagstovuni vísa, at talið av eldri borgarum fer at vaksa skjótt komandi árini.

Stórt trýst á útreiðslurnar til heilsuverkið

Hetta fer eitt nú at leggja eitt stórt trýst á sjúkrahúsverkið. Miðal heilsuútreiðslurnar til ein 65 ára gamlan eru tvífalt so høgar sum heilsuútreiðslurnar til ein 50 ára gamlan, og til ein 80 ára gamlan eru tær í miðal aftur tvífalt so høgar, sum til ein 65 ára gamlan. Eksponentielli vøksturin í heilsuútreiðslum í mun til aldur ger sjálvandi, at vaksandi talið av eldri borgarum viðførir eitt stórt trýst á útreiðslurnar til heilsuverkið.

Hetta er ein vøkstur í útreiðslunum til vælferðartænasturnar, um hesar eru á verandi støði. Men undan løgtingsvalinum góvu fleiri av flokkunum gylt vallyftir um eina hækking av vælferðarstøðinum til hvønn borgara. Eitt nú við viðgerðartrygd og hægri veitingum.

Gylt vallyftir skulu eisini fíggjast

Í vallyftunum góvu fleiri av borgarligu flokkunum rættiliga kostnaðarmikil vallyftir til eldru borgararnar. Eitt nú við at gera veitingina frá samhaldsfasta skattafría. Hetta vil kosta felagskassanum 180 milliónir krónur árliga nú, men árligi kostnaðurin vil økjast komandi árini so hvørt sum talið av pensjónistum økist. Sama ger seg sjálvandi galdandi fyri eina hækking av grundupphæddini í fólkapensjónini. Eisini gav Miðflokkurin lyfti um eina munandi hækking í játtanini til heilsuverkið.

Nevnast kann, at um játtanin til sjúkrahúsverkið bert fylgir vøkstrinum í talinum av eldri borgarum næstu fýra árini, vil árliga játtanin til tey trý sjúkrahúsini økjast við 160 milliónum krónum í 2023 í mun til játtanina fyri 2019. Hetta svarar til ein miðal árligan vøkstur á 3,2%. Haraftrat skal leggjast vøksturin í heilivágsprísum og lønarvøkstur, hvørs árligi miðalvøkstur tilsamans kann væntast at vera eins stórur. 

Áhugavert verður at síggja, hvussu nýggja samgongan fer at raðfesta ymsu vælferðarøkini, og ikki minst, hvussu ætlanin er at fíggjað væntaða vøksturin í útreiðslunum til vælferðartænasturnar.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Garpar og Klaksvíkar Manskór í Messuni
Blokkurin verður fastfrystur
Remis í oddabraki
KÍ-hópurin telir nú 28 sáttmálar
Tað er eingin lækna­fak­lig forðing fyri d…
HB tapti í Gøtu - nú hava øll liðini mis…
HOYDALAR: Eyðun Nolsøe eisini at hoyra V…
Páska­framsýning
Norðlýsið tippar valdsbýtið í ABC
Altjóða Autismudagur 2026
Finaludystur á Giljanesi
Roðaleikir í Bylgjuni
Tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt!
Várljóð - ein røð av konsertum her norðu…
Leygar­dagin 21. mars hevði Einleikarafel…
Tilbúgv­ingar­venjing – Djúpini 2026
Stjørnan og Neistin leika fjóðringsf­ina…
Fólka­vøkstu­rin steðgaði av lækna­stríðnum
Beinir: - Vit skulu finna loysnir uppá m…
Visit North sjósetir nú nýggju haldføris…