Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hava vit ráð at bakka?

SKRIVAÐ: Rókur Herup Olsen, Formaður Unga Tjóðveldisins  |  09.09.2019 - 16:24 Politikkur Tíðindaskriv

Tað er ongin ivi um, at hjúnabandslógin er eitt tað mest umstrídda og diskuteraða málið í hesi øldini. Hetta kemur helst av, at tað er eitt mál, ið situr okkum tætt at hjarta. Tí hetta málið hevur nógv við persónligu virðini hjá okkum at gera.

Sjálvur haldi eg tað vera heilt ótrúligt, at vit í 2019 aftur eru farin at diskutera hjúnabandslógina. Fyri meg er tað ein sjálvfylgja, at øll í samfelagnum skulu vera jøvn fyri lógini – Men, hetta er grundað á míni persónligu virði. Tíni virði kunnu vera fullkomiliga øðrvísi og persónlig virði eru torfør at broyta, tí sum sagt so liggja tey tætt at hjartanum.

Men persónlig virðir eiga ikki at vera einasta orsøkin til, hvørja hugsan, mann hevur í hesum málinum. Mann er noyddur at taka stóru heildina við.

Eg sá einaferð eitt videobrot við einum íslendingi. Hann segði, at í Íslandi var ikki so stórt rumbul um at broyta hjúnabandslógina, so at samkynd eisini kunnu giftast. Orsøkin var heilt einfalt tann, at vanliga tankagongdin millum fólk í Íslandi, hóast persónlig virðir, var at tey ikki høvdu ráð at styggja samkyndu medborgarar sínar burtur, tí tey vóru so fáment í Íslandi.

Í Føroyum hava vit havt sama trupulleika, nevniliga at samkynd ofta eru flutt av landinum, tí tey ikki kenna seg vælkomnan í Føroyum. Hava vit ráð til tað?

 

Samkynd ríka samfelagið

Um íslendingar, ið eru fleiri enn 300.000 í tali, siga seg ikki hava ráð at missa medborgarar sínar, so hava vit 50.000 føroyingar so slett yvirhøvur ikki ráð!

Uppundir hesum valstríðnum blivu politikarirnir ofta spurdir, hvussu teir ætla at loysa trotið á arbeiðsmegi. Loysnina kenni eg ikki, men at styggja fólk burtur er gott nokk ikki loysnin.

Samkynd, líkasum øll onnur í Føroyum, eru við at ríka samfelagið. Samkynd eru sjúkrasystrar, lærarar, pedagogar og mangt mangt annað. Samkynd eru vinir, systkinabørn, gummur og gubbar. Samkynd eru øll við til at byggja og gera Føroyar so góðar sum gjørligt.

Tískil hevði tað verið ein stórur missur, skuldu vit gjørt tey óvælkomin ella ótrygg.

Vit hava ikki ráð, at styggja fólk av landinum.

Tí vóni eg inniliga, at ein komandi borgarlig stjórn ikki fer at bakka og broyta hjúnabandslógina aftur.

 

 

Rókur Herup Olsen,

Formaður Unga Tjóðveldisins

Lýsing
Seinastu tíðindini
Láturligt uppskot um leigustuðul
Búnaðarstevnan: Landbúnaðu­rin á einum ve…
Skoyta í dag frá 15 til 20
Lands­liðsvenjarar savnaðir
Búskapur í øllum: Laksaprísu­rin stimbrar…
Ægir: Tórir Olsen vann gull í Íslandi
Góð úrslit í sterkari altjóða kapping í…
Innkalling til aðalfund hjá “Ung fyri Mi…
Snús ávirkar avrik og orku
Jenis spyr um Holocaust­dagin
Týdningarmikil dystur sunnudagin
Nýtt áhugafelag í Klaksvík
Espen Haug fingið nýtt venjarastarv
Skoyta frá kl 10 - 20 í dag
Neptun hevur lagt kósina og sett ferðina
Tættpakkað venjingarskema í Albir
KSS: Fleiri næmingar í starvs­venjing
Bakkafrost á lista hjá Corporate Knights…
Myndarøð: Testovan Marin Malena lat upp…
Veðrið um vikuskiftið