Lýsing
Lýsing

Tosið tit bara um GLASIR

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  11.09.2019 - 12:08 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Vit báðir Alex vitjaðu skotska parlamentið í gjár. Vit fingu høvi at síggja hendan sera nýmótans bygningin. Eisini vóru vit inni í tingsalinum, tá tingið varð sett fyri vikuna. Skotar hava tann vana, at hvønn týsmorgun fær onkur uttanfyristandi orðið í 10 minuttir at siga frá onkrum hann hevði upp á hjartað. Hendan dagin var tað ein, ið tosaði um ein vælgerandi muslim úr egyptalandi, frá 17. øld.

Hetta sýnist vera ein góður skikkur, tí her hava einstaklingar og felagsskapir høvi, beinleiðis at siga tingfólkunum frá tí tey hava upp á hjartað og ikki minst møguleikan at kunna politikararnar um tað tey halda vera átrokandi viðurskifti.

Nýggi modernaði bygningurin

Frá 1999 og til nýggi bygningurin var tikin í nýtslu í 2004, vóru nevndarrúm og tingsalur hildin í samkomurúminum hjá Church of Skotland, umsitingin búleikaðist í leigaðum hølum frá býarstýrinum í Edinburgh. Nýggja parlamentið savnaði alt hetta virksemi.

Frá byrjan hevur verið nógv tjak um bygningin og byggingina. Staðseting, arkitektar, design, og byggifeløg vóru øll  neiliga viðgjørd í miðlunum og millum manna.

Parlamentið skuldi standa liðugt í 2001, men stóð ikki liðugt fyrr enn í 2004. Meira enn trý ár seinni enn ætlað og kostaði tá 414 milliónir pund, Mangar ferðir meira enn tær mettu 10 - 40 milliónirnar pund, sum kostnaðurin var mettur til upprunaliga.

Skotska parlamentið

Hóast Skotland er undir ensku trúnini  og at kongurin Jákup hin 6. slepti kongatrúnuni og gjørdist Jákup tann 1. av Onglandi, so verður Skotlandi verandi eitt sjávstøðugt umráði við einum sjálvsøðugum og óbundnum parlamenti.

Fyrstu frásøgn um eitt Skotskt parlament fáa vit í 1235 og í 14. øld kemur saman eitt parlament, kalla saman av dagsins monarki (navnið ókent). Hóast ikki regluligt, so kom parlamentið saman av og á, at stýra landinum.

Í miðøldini komu limirnir í parlamentinum úr hægri stættunum ( biskupar, lordar og størstu ognarmenninir. Seinni eisini umboð fyri vaksandi býir og bygdir).

Parlamentið hevði myndugleika at áleggja skatt, gera lógir og at umsita uttanlanda viðurskifti. Men uttan nakran almennan høvuðsstað. Parlamentið var hildið í St. Andrews, Edinburg, Pert, Stirling ella har kongur var staddur. Ikki fyrr enn í 1639 fann Skotska parlamentið eitt verandi stað undir liðini av St. Giles Cathedral í Edinburgh.

Henda avgerð gjørdi, at Edinburgh fekk tann heiður at gerast høvuðsstaður Skotlands.

Líka síðani Jákup hin 1. hevur Skotland verið undir ensku trúnuni.

Opið fyri almenninginum

Nýggi skotski parlamentsbygningurin er opin fyri almenninginum hvønn gerandisdag. Vitjan er ókeypis og tú kanst ganga runt í húsinum fyri teg sjálvan, ella tú kanst fáa guidaðan túr í húsinum. Eisini er matstova og sølubúð í húsinum. Tó, strangt eftirlit er av vitjandi, tú skalt ígjøgnum kekk, sum líkist tí tú skalt ígjøgnum á flogvallum.

Í gjár tá vit vóru og vitjaðu vóru nógv løgreglufólk at síggja, bæði úti og inni, so sigast má, at her er trygdin í hásæti.

(PS: Sjálvur havi eg fleiri ferðir sagt við inngongina til okkara egna tinghús, at tíðin er farin frá at fólk kunnu koma beinleiðis av gøtuni og inn til tingfólkið í salinum uttan nakra sum helst kanning, haldi at vit áttu at bundið um heilan fingur).

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin