Lýsing
Lýsing

Kringvarpið og Havnar Bio samstarva í Filmsfelagnum

SKRIVAÐ: Kringvarp Føroya  |  16.09.2019 - 07:11 Mentan Tíðindaskriv

Eg reið mær avstað - ein søga um føroyingar og country - frumsýnd í Filmsfelagnum, har Ivan Hentze Niclasen, stjóri, fer at innleiða.

Mikudagin 25. september verður nýggi heimildarfilmurin hjá Suna Merkistein ”Eg reið mær avstað” frumsýndur í Havnar Bio. Hetta er fimta árið, at biografurin letur Filmsfelagið mynda mikukvøldini við sonevndum arthouse filmum og nú eisini føroyskum heimildarfilmi. Fyrri heimildarfilmurin í ár var ”Verkir” hjá sytrunum Karinu og Theresu Jákupsdøtur.

 

Longsul umborð

"Sorgblíðu countrysangirnir um einsemi og longsul munnu hava borið við eina viðkvæma lind í føroysku fólkasálini longu frá fyrstan tíð, at sangirnir hava verið at hoyrt úti í Norðuratlantshavi. At vit flóna um hjartað av hesum tónleiki er ikki bara tí, at tað er ein søga um eina fremmanda tónleikamentan, sum føroyingar hava funnið aftur og sjálvir eru farnir at tulka, hon varpar eisini ljós á okkara samleika, søgu og tónamentan".

Soleiðis verður sagt í nýggjari stuttrøð um føroyingar og countrytónleik, sum Kringvarp Føroya fer at senda í sjónvarpinum í heyst. Men longu mikudagin 25. september fer Filmsfelagið at frumsýna stuttrøðina "Eg reið mær avstað" sum biograffilm í Havnar Bio. Hetta verður fyrsta royndin í samstarvi millum Filmsfelagið, Kringvarp Føroya og Havnar Bio.

 

Suni Merkistein leggur til rættis

Nýggi heimildarfilmurin, sum Suni Merkistein hevur lagt til rættis, og Rúni Friis Kjær hevur klipt og sett saman, varpar ljós á tvær føroyskar meginútrásir. Greitt verður frá, hvussu føroyskir langfarasjómenn, ið fiskaðu á fjarleiðum fyri á leið seksti árum síðani, fingu tokka til tann amerikanska countrytónleikin, sum teir bóru við sær heim undan Ný Foundlandi. Soleiðis birtist ansurin í Føroyum upprunaliga fyri hesum tónleiki. Hóast countrysiðvenjan man standa sterkari í Føroyum enn í londunum uttan um okkum, gingu kortini fleiri ár til country vaks fram sum ein føroysk tónlistagrein fyri seg.

 

Jákup Zachariassen í Nashville

Og her koma vit til aðru útrásina. Søgan byrjar í 1989 - fyri tretivu árum síðani. Tá fer hin tá 23 ára gamli tónleikaframleiðarin Jákup Zachariassen av sínum eintingum til Nashville. Ørindi hansara eru at vita, um áhugi er á amerikansku countryháborgini fyri føroyska sangaranum Alex Bærendsen. Soleiðis byrjar ein næstan ævintýrlig søga um gávaðar føroyskar amatørar og hitt mæta A-liðið í Nashville.

Í higartil óbrúktum filmsupptøkum fylgja vit Jákupi Zachariassen í upptøkuhølum í Nashville saman við Halli Joensen og Kristinu Bærendsen - tveimum av best umtóktu føroysku countrysangarunum nú á døgum. "Eg reið mær avstað" lýsir í stórum søguna um hesi trý høvuðsnøvnini á føroyska countrypallinum, men í afturliti verður ljós eisini varpað á eitt nú Alex Bærendsen. Tónleikaframleiðarar og countrykennarar - nevnast kunnu Óli Poulsen, Niclas Johannesen, Birgir Kruse og Petur Rouch - greiða frá og bera fram sína hugsan í filminum.

 

Filmsfelagið er kurator

"Eg reið mær avstað" er góðar tveir tímar til longdar, tá Filmsfelagið frumsýnir filmin út í eitt í Havnar Bio 25. september.

Ivan Niclasen, stjóri í Kringvarpinum, fer at innleiða sýningina í Filmsfelagnum, sum er almenn og ikki krevur limaskap. Filmsfelagið virkar sum kurator, tað er at leggja Havnar Bio og øðrum áhugaðum biografum lag á, tá filmar skulu vísast. Í hesyt er Filmsfelagið kurator hvørt mikukvøld í Havnar Bio.

Suni Merkistein hevur lagt nýggja heimildarfilmin filmin til rættis, skrivað handrit og lisið upp.
 
Klipping, myndaviðgerð og grafikki hevur Rúni Friis Kjær staðið fyri.

 
Onnur medvirkandi í framleiðsluni hjá Kringvarpinum eru Finnur Hansen, sum hevur staðið fyri øllum ljóði, og Gestur Lómstein, Hallur Thomsen og Rúni Friis Kjær, sum hava staðið fyri filmsupptøkum.

 

Brellbiti: https://vimeo.com/360046209?fbclid=IwAR1JDoMmqbeNQ37-zjju9WqAtK9HB_9QY_SyctBdQk7BtvkEJoa2aIBbgHk

Lýsing
Seinastu tíðindini
Lágættin afturkomin - liggur ikki leingi
UNPLANNED – filmskvøld í Betesda fríggja…
BankNordik vil verða við í menning­ini av…
BankNordik fingið heiðurspláss í hjartan…
Eru Føroya um at blíva vaksnar?
Heilsu­mála­ráðið traðkar á rættar­skipanin…
Myndarøð: Móttøka hjá BankNordik
Sendistova í Jerusalem krevur loysing fr…
Áhaldin og avhildin undangongu­maður - Jó…
Hvem er det, der lyver?
Jóannes: Tað er ikki heilt ómøguligt
Fólkflokku­rin hevur landsfund leygardagi…
Skúla­byggingin liðug síðst í januar – fl…
Looknorth undirskrivað keypsavtalu um vi…
Democracy Dies in Darkness
Diamant­brúdleyp - Ása og Jógvan
Malena letur upp nýggjan M-handil í N.P.…
Viðmerk­ingar til greinina um “at fella í…
Mjølnir vann 3-0 móti ÍF
Pison landar á Kósini í morgun