Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing
Gott veður í vikuskiftinum. Lýggj og turr luft av meginlandinum í Evropa rekur til okkara. | Mynd: Undirritaði

Gott veður í vikuskiftinum

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  20.09.2019 - 11:07 Tíðindi Veðrið

Hetta vikuskiftið fer lýggj og eitt sindur turr luft at koma til okkara úr einum hátrýsti, sum stendur yvir Miðevropa.

Ávegis til Føroya kølnar hon eitt lítið sindur – úr 15-18 stigum í Suðurtýsklandi og Ungarn niður í eini 10-11 stig her í Føroyum. At hon ikki er so slavin er tí, at hon ferðast næstan bert yvir landi, áðrenn hon fer yvir bretsku oyggjunum og til Føroya.

Í dag eru klárt yvir størsta partin av landinum. Høg cirrus-skýggj í støðum, og nakrir fjallabøklar onkra aðrasteðs.

Restina av degnum í dag fer at vera klárt í veðrinum (sum er nevnt beint omanfyri). Vindferðin liggur um 5 til 8 m/s úr vesturhallum suðuri, og soleiðis fer allur dagurin at vera.

Í morgin fer ættin eystur um sunnan til landsynning. Vindur fer at liggja um 5 m/s. Tað fer at vera turt og klárt í veðrinum allan morgin. Hitin fer at liggja um 10-13 stig.

Sunnudagin fer veðrið eisini at vera gott. Eitt lítið lot av eystri, 2-4 m/s. bert høg skýggj. Í støðum er eysturætt mjørkaætt. Har sum hon ikki er mjørkaætt, verður klárt og gott veður. Hitin sunnudagin fer at liggja um 11-13 stig.

Gott vikuskifti

Lýsing
Seinastu tíðindini
Veðrið á Norð­oyastevnu
Heilivágs­ráðið farið til verka
Kular Røtur: Eg vil ikki í skúla
- Vit spyrja hinar spurningar­nar!
Blaðið er komið
Einans tríggjar sýningar aftrat av Norðo…
Norð­oyastevnuróðu­rin 90 ár
Gallarí Á Stongunum
Norð­oyastevnu­konsertin hjá Klaksvíkar Ho…
Norð­oyastevnu­framsýning
Ferðslan á norð­oyastevnu
Norð­oyastevnuskráin fríggja­dagin
Býarkoyring fríggja­dagin 29. mai
Skýlisklettur 2.500 pund
- At verða mentanar­hús í miðbýnum, tað f…
- Fólk vilja gjarna fara í føroysk klæði…
Føroyar ein Maritimur Tænastudepil
Eingin Veðurstova Føroya uttan Alix
Avtala um íbúðarbygging undirskrivað
EINARS 10 ára whisky walk
Lýsing