Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fjórða Fyndin er nú á gøtuni

SKRIVAÐ: Tróndur Ellingsgaard  |  27.09.2019 - 11:51 Tíðindaskriv Tíðindi

Fjórða útgávan av Fyndini er nú á gøtuni og er full av áhugaverdum tilfari. Blaðið hesaferð setur sjóneykuna á týdningin av tøttum familjubondum og sosialari samveru.

Les um bygdamyndina í Hósvík, Gudrun Joensen, ið millum annað greiðir frá um bygdarlívið og um lívið eftir at hon misti mannin Magnus. Um fimtan ára gamla Hjalmar, pápa hansara, Benjamin, og abba hansara, Sjúrð og um hvønn týdning teir halda, at familjan hevur. Um Alfred Olsen, ið greiðir frá, hvussu hann hevur valt at liva lívið, eftir at hann er vorðin pensjónistur.

Í drúgvari grein skrivar Rólant Dam, at lívslongdin valdast sosial sambond, og at sosialir miðlar telja ikki við.

Umframt hetta, so greiðir Kirstin Ellingsgaard, ergoterapeutur, í blaðnum frá um hvat húðhungur er, og Suni Poulsen, sálarfrøðingur, greiðir frá, at einsemi er líka so heilsuskaðiligt, sum at roykja 15 sigarettir um dagin.

Í blaðnum hesaferð hava vit verið á vitjan á Heiminum við Vágna í Klaksvík, og Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar Kommunu, greiðir frá um eldraøkið í Norðoyggjum.

Blaðið fæst til keyps í sølubúðunum kring landið.

Góðan lesihug!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nordea grunnurin stuðlar Drivinum - nýgg…
Undirmannað KÍ-lið vann eitt stig
Hvussu KANN MAN líta á tíðindi í Kringva…
Áheitan á 49'ararnar
8-kantaða kioskin aftur til heiðurs og æ…
Borgar­stjó­rin svarar borgarunum
Nýtt staklag frá Jónasi Gaard og Sigrið
Føroya Tele tekur fyrsta stig í 100 mill…
Nøglin sæst her
Klæða suðurendan á Varpinum
Tí valdu vit Fróða Benjaminsen
Fyrrver­andi KÍ-leikari er nú hjálparvenj…
Serfrøðingu­rin og fjepparin um Champions…
Er nakað sprell eftir í Klaksvíkingi – e…
Umvælingar­arbeiði í 1981-bygningi­num í T…
Menninir hittast í Emmaus
Løgmaður á fundi við donsku stjórnina
Prógvhandan á Serbreyt­ini
Anna Lovisa og Bjarki á OY Voxbotn 2026
Upptakt: Víkingur-KÍ