Lýsing
Lýsing
Lýsing

Myndarøð: Eiðis kommuna 125 ár

SKRIVAÐ: Tekstur Johann Lützen, myndir: Oliver Joensen  |  02.10.2019 - 07:39 Mentan Myndarøð Politikkur Tíðindi Vinna

Vit vóru við til føðingardagin, nú Eiðis kommuna hátíðarhelt sín 125 stovningardag. Jógvan í Skorini borgarstjóri bjóðaði vælkomin og helt røðu. Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í kommunumálum helt síðani røðu og at enda hugleiddi Rasmus Joensen um Eiðis kommunu í 125 ár, sum vit prenta niðanfyri.

 

 

Gott kvøld øll somul!

Herfyri ringdi borgarstjórin Jógvan í Skorini til mín og spurdi um eg vildi siga nøkur orð, nú Eiðis kommuna hevur 125 ár á baki.


Nakað um kommunurnar í Føroyum

Í 1872 fingu Føroyar lógina um landkommunur. Landið verður skipað í 8 kommunur. Útgangsstøðið fyri kommununum vóru prestagjøldini.

Kjarnuuppgávurnar hjá kommununum vóru fyrst og fremst at síggja til, at øll børn í kommununi fingu undirvísing. Kommunurnar fingu ábyrgdina av at gera vegir og lendingar. Harumframt skuldu tær veita fátækrahjálp.

Eiði og bygdirnar her um vegir verða partur av Eysturoyar kommunu, men longu í 1879 søkja bygdirnar Eiði, Ljósá, Svínáir, Norðskáli og Oyri, um at sleppa burtur úr felagskommununi fyri Eysturoynna. Grundgevingin er, at tað var ólagaligt og dýrt at ferðast til fundir.

Eisini verður lagdur dentur á, ”… at der indenfor Ejdes Sogn altid vil findes Mænd som kunne paatage sig paa egen Haand at styre Sognets Anliggender.”

Fimtan ár eftir hesa umsóknina frá 1879 verður hon gingin á møti. Nýggja kommunan fær heitið: ”Ejdes Sogns Kommune.” Kommunustýrið nevnist: ”Ejdes Sogns forstanderskab.”

Nýggja kommunustýrið hevði sín fyrsta fund hin 1. oktober 1894.


Hvat var tað fyrsta, kommunan legði seg eftir.

Skúlaskapur, tað at børnini skuldu læra at lesa, skriva, rokna og  fáa kristnikunnleika, var eitt av málunum, sum lá ógvuliga frammarlaga.  

Til undirvísingina var brúk fyri skúla og lærara, so ein stórur partur av orkuni hjá kommunustýrinum fór til at loysa hesi málini.

Skúlar vóru bygdir.  Eysturi í Skúla, í 1874, hann stendur eystan fyri Gamla kirkjugarð, og í 1890 Heimi í Skúla (Gamli skúli), hann stóð vestanfyri Gamla kirkjugarð.  

Gamli skúli var brúktur til skúlin uppi undir Kolshjøllum var tikin í brúk í 1965.

Í Gamla skúla vóru tvær skúlastovur, lítlastova og stórastova og tveir durar, ein til hvørja skúlastovuna. Millum Gamla kirkjugarð og skúlan var Skúlavíkin og hon var nógv brúkt, bæði í skúlatíð og til spæl um kvøldarnar.

 

Eitt sindur um fíggingarmøguleikarnir hesi fyrstu árini

Tá læknahúsini skuldu byggjast í 1913, samtykkir kommunustýrið at taka av einum láni frá løgtinginum upp á kr. 6.000,-, at afturgjalda yvir 30 ár, kr. 200,- um árið umframt rentur.  Eiðis kommuna skal gjalda tríggjar fimtapartar, Víkar kommuna og Funnings kommuna hvør sín fimtapart. Herumframt skuldi Eiði lata 2.400 tímar sum pliktarbeiði til byggingina av læknahúsunum.


Tíðin 1900 – 1920

Hesa tíðina verður hugsað um farleiðir og hvussu tær kunnu gerast betri og tryggari. Farleiðirnar eru gøtur bygdana millum og um brýr um tær stóru áirnar, sum kunnu verða torførar at koma yvirum, tá nógv vatn er í ánni.

Eiðisfólk vilja hava brúgv um Breiðá, niðri í Hvilvtini (Myllánna) og norðskálamenn um Stórá.

Amtið hevði heitt á Eiðis kommunu um at seta eina telefonstøð á stovn. Kommunan viðgerð málið og samtykkir at taka undir við hesum. Kommunan betalir ein part av lønini.

Jarðamóðir verður sett í starv og telefon verður løgd inn til hennara.

Lækni verður settur á Eiði. Í 1912 eru hesar kommunur umboðaðar á fundi á Eiði. Felagskommunan í Norðstreymoynni. Funnings kommuna og Eiðis kommuna.

Vatnleiðing verður løgd úr vatninum Suðuri á Vatni

Í 1917 og 1919 sendir kommunan tvær umsóknir til løgtingið um studning til at gera veg. Onnur er at gera veg av Mølini og heim ímóti Heimaravatni. Hin er at gera veg suður í Nesið. Hesin fær stóran týdning fyri tey, sum hava torv fram við vatninum og sunnan fyri vatnið.

Kommunan arbeiðir eisini við tankanum um at fáa elektrisitet úr vatnorkuni suðuri á Vatni og skrivar til grannakommunurnar, um tær vilja verða við, men tær lata ikki hoyra frá sær, so hendan ætlanin fall burtur. Hettar var í 1919. Fyri hundrað árum síðani.


Onnur mál.

Køstar og opnar rennur.
Tá var vanligt, at køstar og rennur, sum runnu úr køstunum og fram við húsunum vóru opin. T.v.s. einki tak á køstunum og einki lok á rennunum, sum vóru steinsettar. Hettar kundi føra til smittur og sjúku og var eitt mál, sum læknarnir heittu á kommununa um at fáa í rættlag. Málið um opnar køstar og rennur, var drúgt og var frammi á nærum hvørjum fundi upp ígjøgnum 20-uni. Teir sum sótu í heilsunevndini hesi árini høvdu nokk at síggja til.
Eg kann siga so mikið, at tá vit komu í bygdaráði seint í 70-unum, vóru summar rennur, ið enn lógu opnar.

Í 1925 fær kommunustýrið Líggjas Húsgarð úr Gøtu, at gera ein ”byggiplán”. Kommunustýrið heldur, at tað er so trongt í bygdini, at ikki fæst skil á fyrr enn ein ”byggiplánur” er gjørdur. Tann breiðasta gøtan var Løðuliðin, sum er millum Løðuna og Látrið.


Nýggjar atløgubryggjur á Oyri og við Norðskála

Fyrst í 30-unum verður farið undir at gera brúgvar á Oyri og við Norðskála, eg haldi, at tað má vera Sundabrúgvin. Løgtingið játtar studning, um kommunan átekur sær, at halda brúgvarnar við líka. Ein onnur treyt er eisini, at ”Thorshavns Mejeri- og Mælkeforsyning” rindar kr. 500,- í studningi til brúnna á Oyri og kr. 400,- til brúnna við Norðskála. Løgtingið játtaði eisini studning til atløgubryggju á Garðsendanum við Norðskála. Treytirnar vóru tær somu sum fyri tær fyrru. Mjólkaforsýningin skuldi gjalda kr. 400,-. Aksel Petersen keypmaður gjørdi hesa brúnna, sum var ein træbrúgv.

 

Tær sunnastu bygdirnar taka seg úr Eiðis kommunu.

Í 1943 senda bygdirnar Oyri, Norðskála og Svínáir, umsókn til løgtingið, um at gerast sjálvstøðug kommuna. Hettar skriv kemur til viðgerðar hjá sóknarstýrinum. Ein meiriluti, limirnir av Eiði, mæla til at viðmæla umsóknini, men at markið verður sett soleiðis, at Svínáhagin og Norðskálahagin verða mark. Sostatt skal Svínáir framvegis hoyra til Eiðis kommunu. Hettar uppskotið fekk tríggjar atkvøður og var samtykt. Hitt fekk tvær atkvøður og fall.


Frá 60-unum og inn í 90-ini.

Nýggjur skúli verður bygdur Undir Kolshjøllum. Tað er Hans Háfjall í Klaksvík sum skal byggja skúlan fyri kr. 479.000,-. Skúlin varð vígdur í oktober 1965.


Í 1959 varð loranstøð bygd norðuri í Fløvum, Nógvir mans fingu arbeiði har. Hettar var tað, sum tá var rópt: ”Fast arbeiði”.

Mitt í 60-unum varð farið undir at byggja flakavirki í bygdini.

Nógvir bátar og skip komu at avreiða til flakavirkið. Tað sum var framleitt har, skuldi eisini av aftur bygdini, og hettar setti stór krøv til umstøðurnar á keiini og til kommununa.

Nógvar ábøtur vóru gjørdar á keiina, og seinni var so farið undir at gera núverandi havnalag, sum var liðugt fyrst í 80-unum.

Seinni eru nógv gjørt innan fyri grótkastini, so í dag kann sigast, at Eiði hevur eina góða havn og nógv havnarpláss.

Í 70-unum og 80-unum var sera nógv ferð á.

Eg skal nevna nøkur mál:

Kommunan samtykkir at verða við í renovatiónsfelagsskapi fyri Norðureysturoy og Norðstreymoy.

Vit fáa ruskpláss á Krossið. Seinni verður hettar fyrsta plássið sum landsverkfrøðingurin og Eiðis komuna taka stig til, at reka sum eitt lokað ruskpláss við føstum opningstíðum.

Byrjað verður at gera veg út á Bø.

Felagsskúli verður settur á stovn á Oyrarbakka.

Farið verður undir at asfaltera vegin í bygdini og gera gongubreytir.

Útstykkja verður á Barnalofti.

Byggisamtykt verður gjørd og vit fáa útstykkingar uppi á Kolshjøllum og Mainifløtu.
Hotel verður bygt.

Kloakk verður løgd gjøgnum vatnið og oman á Møl.

SEV ger vatnorkuútbyggingar Suðuri á Vatni, ein byrjan til grøna orku. Her var bygdaráðið nógv inni í myndini. Bygdaráðið gav loyvi og skuldi tryggja, at øll vóru hoyrd og alt skuldi gerast so væl og skynsamt sum gjørligt.

Verurin við bygdirnar Ljósá, Svínáir og Norðskála verður lagdur uttan fyri bygdirnar.

Í samband við útskiftingina, sum varð byrjað i 70-unum og sum endaði í 80-unum, skuldi bygdaráðið gera bygdaplán fyri allar bygdirnar í kommununi. Mann skuldi gera metingar um brúk av lendi og mann skuldi royna at hugsa eini 25 ár fram í tíðina. Hettar var eitt sera spennandi og áhugavert arbeiði, at vera partur av.

 


Av øðrum málum kunnu nevnast:

Heimasjúkrasystrar verða settar í Eiðis læknadømi.
Eiðis kommuna fer upp í byggingina av Eysturoyar Ellis- og røktarheimi.
Barnaansing verður sett á stovn.

Í 1993, tá tíðirnar gjørdust sera ringar, samtykti kommunustýrið, at seta kr. 250.000,- í ein grunn til arbeiðsskapandi tiltøk.

Eitt mál, sum kommunustýrini hava arbeitt við frá fyrsta degi og sum framvegis fyllir nógv er skúlaskipanin. Vit kunnu í dag fegnast um, at hettar málið hava øll bygdaráðini tikið í størsta álvara, so bygdin hevur ein nýmótans skúla við góðum skúlastovum, serstovum, ítróttarhøll og mentanarhøll.

Stórt pláss til bilar er gjørt vestanfyri.

Mál, sum áður hoyrdu til landið, eru nú flutt út til kommunurnar at taka sær av.

Á eldraøkinum er Eiðis kommuna partur av samstarvi við Sunda-, Kvívíkar og Vestmanna kommunu.

Og við tað, at fleiri uppgávur verða lagdar út til kommunurnar at umsita, hevur kommunan fingið løntan borgarstjóra og eina lítla umsiting.

Fótbóltsvøllur er gjørdur í Hólmanum

Hús er gjørt við vøllin, og verður tað brúkt í samband við dystir. Men tað hevur eisini fleiri aðrar møguleikar. Venjingarhøli er til ung og eldri. Í erva er stórt høli við nógvum hentleikum, so her kunnu fyriskipast bæði samkomur, veitslur og fundir.

Hettar sær út til at vera eitt hús, sum bygdin hevur saknað. Ein verdigur avloysari fyri  EB-húsið, gomlu dansistovuni, sum eisini hevur tænt fyri seg.

 

Orð ímóti endanum

Torført er at spáa um framtíðina, verður oftani sagt, og hvat hon hevur at bjóða, vita vit av góðum grundum ikki, men vit leggja hana í Guðs hond.

Takk fyri.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…