Lýsing
Lýsing
Eitt sindur av vindi í morgin (leygardag) úr landsynningi. Minkandi sunnudagin. | Mynd: photorator.com

Veðrið í vikuskiftinum

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  04.10.2019 - 14:22 Tíðindi Veðrið

Veðrið seinastu dagarnar hevur verið støðugt. Eitt hátrýst yvir Norðurnoregi hevur hildið lágtrýst við ringum veðri burtur frá Føroyum, men tað orkar ikki meiri enn í dag og í kvøld afturat.

Í morgin nærkast lágtrýst okkum vestaneftir við vindi og regni. Tað er í skrivandi løtu statt ein landsynning úr Kappanum. Trýstið í miðjuni er heilt niðri á 952hPa – so kring miðjuna er sera nógvur vindur.

Hetta djúpa lágtrýst fer ikki at koma nærri okkum, tað fer at doyggja út í sama stað sunnudagin, men nakað av vindi fer at vera her í morgin.

Meira ítøkiligt, so er eysturætt í dag, vindferðin 5 til 10 m/s kring alt landið. Tað er somuleiðis turt, og hitin liggur um 9-10 stig. Seint í kvøld fer ættin niður ímóti landsynningi-eystri.

Í nátt og morgin ári (leygardag) fer ættin niður í landsynning, og vindferð fer at veksa upp í 10 til 15 m/s. Seinnapartin veksur vindurin upp í 13 til 18 m/s úr somu ætt, landsynningi. Tað verður turt allan leygardagin, skýggjað og í støðum sólglottar. Hitin fer at liggja um tey 10 stigini.

Sunnunátt og sunnumorgun fer eitt samanrunnið brúgvalag við regni fram við Føroyum. Tað fer at geva okkum regn um morgunin og fyrrapartin. Seinnapartin verður turt. Allan dagin landsynningur ella landsynningur-sunnan, 10 til 15 m/s. Skýggjað, og hitin fer at liggja um 10 stig.

Gott vikuskifti.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ í finaluni um løgmanssteypið eftir st…
Gleðiliga jólasøku
Opið hús á KG leygar­dagin
Nýtt skip í føroyska flotan
Prógvhandan á Vinnuháskúlanum
Frískt Lot: - Vit eru spent at sleppa í…
Ótrúlig fakta: Messi og Ronaldo skora vi…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar til Andorra
Myndarøð: Íslendska forsetafrúan vitjaði…
Unga sildin kemur seg í Norð­urhøvum
Upptakt: NSÍ-KÍ
- Tað gongur ordiliga væl!
100 ára føðingardagur hjá Amandu
KÍ vitjar besta heimaliðið í ár
Paz letur upp kokkteylbarr
Ein trúgvur KÍ’ari er farin
Hans Arni og Marion – mikukvøldið í Bete…
Prógvhandanin hjá Tøknibreyt­ini verður ú…
Trivnaðar­nevndin á vitjan í norð­urøkinum
Spurnarkapping: Vinn krúss og fótbóltsbl…