Lýsing
Lýsing
Lýsing

Karin ummælir fyri Norðlýsið

SKRIVAÐ: Karin Kjølbro  |  10.10.2019 - 09:00 Mentan Tíðindi

Karin Kjølbro ummælir bókina Gloymdur, ið Solby Christiansdóttur hevur latið úr hondum.

Tað hendir nakað í Klaksvík í hesum døgum. Innanfyri fýra dagar trínur eitt býarbarn fram sum skald, Elinborg Lützen fær eina  standmynd, og Norðoya sparikassi fyllir 100 ár við manér.

Og so mugu vit, ið kenna okkum at varða av Klaksvíkini ressast. Nýggja skaldið er journalisturin Solby Christiansdóttir, sum, fari eg ikki skeiv, er klaksvíkingur og norðingur í fleiri ættarlið. Solby ognar deyða pápa sínum bókina, ið byggir á eina veruliga hending, sum fór fram í 2006. Fekk hana til gávus úr Klaksvík, har lagt var aftrat, at eg skuldi ummæla hana. Tað geri eg fegin, samstundis sum sigast skal, at tú verður ávirkað av henni, eisini um tú ikki varðar av hendingini. Orðalagið og hugburðurin millum Klaksvík og Kontórshavn eru sjónlig, einamest í byrjanini av bókini. Men tað er bert ein sjarma.

Ein 60 ára gamal maður liggur til at doyggja á Landssjúkrahúsinum, tí eitt mistak er hent. Hetta eru fáu orðini á baksíðuni av bókini. Inni í bókini lesa vit, at sjúklingurin er klaksvíkingur. Tað ger hendingina eldfima. Har norðuri hava tey serligan hugburð og tokka til sítt egna sjúkrahús. Fólkið har norðuri bygdi og rindaði alt sjálvi til   Klaksvíkar sjúkrahús í 1898 við innsavning millum fólk í Norðoyggjum og eystara armi av Eysturoynni. So væl var tikið undir, at umframt at fáa eitt sjúkrahús, høvdu tey fyri rakstur í fleiri ár. Sjálvandi vilja tey helst hava heilsuviðgerð lokalt.

Ferð er á søgugongdini, ið røkkur yvir tríggjar mánaðir. Hon fer fram samstundis á trimum pallum:

  • Sjúklingurin og avvarandi hansara.
  • Tvær deildir á landssjúkrahúsinum, og samskiftið millum læknar, sjúkrarøktarfrøðingar og læknaskrivarar.
  • Og síðani politiska stríðið um, hvussu sjúkrahúsverkið við teimum trimum sjúkrahúsunum skal virka og samskipast í framtíðini.

Eitt sjúkrahús er ein verð fyri seg, sum fólk, ið ikki arbeiða har, ikki hava  stórvegis innlit í. Longri tú lesur, meira undrast tú á, hvussu ikki-sjúkrahússtarvsfólk skal duga so væl at máta hitan og samskiftið í rúminum og millum starvsfólkið uttan mun til, hvør starvsbólkurin er á Landssjúkrahúsinum. Sjúklingurin er sera klaksvíksligur í orð og tal og lýstur sum ein maður, ið plagar at halda seg langt burtur frá lækna og heilsuverki og serliga frá Landssjúkrahúsinum.

Solby dugir væl at hugsa empatiskt, til dømis tá sjúklingurin hevur hug at siga dóttrini, hvussu hann hevur tað og ikki konu síni, alt fyri at verja hana. Hetta er vælkent millum menniskju, har sjúka rakar. Hon lýsir eisini væl kærleikan millum sjúka mannin, konuna og dóttrina, og hóast álvarsomu støðuna - eisini við onkrum brosi. Sterkasta kærleiksmyndin millum mann og konu er, tá hon rakar doyggjandi manni sínum, sum liggur í koma.

Øvundin millum læknar er neyvt lýst. Fakligi stoltleikin má ganga fram um alt, kosta hvat tað vil - og tá hevur onki annað  týdning. Skaldsøgan byrjar við, at yvirlæknin situr og tekur synd í sær sjálvum, tí hann hevur framt eitt mistak, ið fer at kasta skuggar yvir annars lýtaleysa lívsrensl hansara restina av lívinum. 

Sum eg síggi tað, so eru kvinnurnar á Landssjúkrahúsinum (ein yvirlækni á intensivu deild, ein  sjúkrarøktarfrøðingur) og konan hetjurnar í hesi syrgiligu søgu, um tað eru nakrar hetjur. Tær missa ikki vit og skil, tá sera álvarsama støðan er veruleiki.

Sum frá líður ert tú greið yvir, at søgusigarin hevur havt sjúklingajournalin at styðja seg til. Kortini heldur hon seg neyvt til gerandismálið, og lítið er av fremmandaorðum. Samstundis sum søgan verður væl søgd frá, so er søgusigarin ófør at umrøða smálutir í ymisku samrøðunum, bæði í familjuni og millum heilsustarvsfólki. Hetta vísir góð eygleiðingarevni.

Tá tað kemur til landsstýriskonuna í heilsumálum og løgtingsfólkini, sum umrødd eru, er journalisturin á heimabana. Bæði hvat tey siga, og hvat tey hugsa tykist trúverdugt. Rossahandlarnir, kanska mutur ella at spæla hvør øðrum neisir eru á lofti sum nakað heilt natúrligt. Vit hava jú ferð eftir ferð fingið at vita úr kanningum uttanlands, at politikkarar hava lágt trúvirði. Handalagið viðvíkjandi  bygnaðarbroytingunum í samlaða sjúkrahúsverkinum, sum í veruleikanum eru spildurnýggjar, fellur fínt inn í háaktuellu telvingina um tunnlarnar norð um fjall og á Suðuroynni, samstundis sum høvuðspersónurin stríðist fyri lívinum.

Sum ein, sum í fleiri ár hevur virkað bæði sum medarbeiðari á sjúkrahúsi við tøttum samstarvi bæði við sjúklingar, avvarandi og starvsfelagar og seinni  sum løgtingslimur, kennist skaldakonan minst erkvisin um politikkararnar. Teimum er onki at bera yvir við, hóast munur sjálvsagt er á teimum. Heilsustarvsfólkini ella ávísu læknarnir verða sum heild sámiliga umrødd, hóast onkur teirra ikki hevur uppiborið tað, og hóast tú sum lesari  fleiri ferðir kennir máttloysi og hevur hug til at missa tolið við teimum. Hvussu kundi tað koma so vítt? Tað er gott fyri søgugongdina, at her ikki er talan um slagsíðu. Vit eru kortini øll á síðuni hjá sjúklinginum.Giti, at lesarin spyr, hvar byrjar mistakið? Í míni verð er tað ein trupulleiki við fremmanda læknanum í Klaksvík og tvørrandi samskifti millum læknan  har og landssjúkrahúsið, og so fordómar hjá yvirlæknanum og nirðing mótvegis praktiserandi læknum sum heild. Samanum tikið - eisini vánaligt samskifti har.

Sum eg síggi tað, hevur Solby Christiansdóttir havt neyvt yvirlit yvir alt tilfarið og stýrt tí við harðari hond. Gerandisliga málið hevur hon valt frá byrjan. Stutt kapitul og stuttir setningar, stundum bara eitt orð.Vit eru so ymisk. Illbønir uppá skrift fella mær fyri bróstið, tí móðirmálið kann væl vera gerandisligt uttan illbønir og hevur betur uppiborið.

Kenni meg sannførda um, at henda bók fer at fáa nógva umrøðu og áhuga, eisini  millum politikkarar, nú orðaða ætlanin millum annað er, at allir sjúklingar skulu hava eina útgreining og eina diagnosu innanfyri 30 dagar. I heilsuverkinum er eisini hend tann broyting, at  okkara kommunulæknar verða útbúnir í Føroyum, og førir tað væntuliga við sær, at samskiftistrupulleikar fækka, hóast tað als ikki er tað, sum tyngir mest í hesi søgu.

Men fyrst og fremst leggur henda bók upp til umrøðu og prát millum heilsustarvsfólk. Vit eru ikki von við, at slíkar søgur koma upp á prent. Eisini hava vit hoyrt læknar orðað seg soleiðis, at vegna alnótina, so vita sjúklingar og avvarandi so nógv um sjúkur í dag, at ongin sleppur við at vera grunnur í eygleiðingunum sum lækni.

Og síðani eru tað vit - sjúklingarnir. Ivaleyst fara vit eisini at tosa okkara millum, tá vit hava lisið bókina.

Kenna vit okkum ótrygg eftir at hava lisið hana? Haldi kortini ikki, hóast vit vita, at óhapp kunnu henda, har menniskju liva og virka. Veit ikki so nógv um heilsuverkið  innífrá longur, men vit hava fingið eina sera framkomna on-line skipan millum sjúkrahúsverk Føroya og kommunulæknarnar, ið tykist slóðbrótandi. Kommunulæknarnir kunnu í eini handavending síggja úrslitið av øllum kanningum á sjúkrahúsinum eins og útskrivingarbrøv, og sjúkrahúslæknar síggja, hvat er farið fram hjá kommunulæknanum. Mær er sagt, at so fína skipan hava tey ikki í Danmark, sum vit ofta vilja sammetast við.

 

Góða Solby Christiansdóttir, tú hevur av sonnum gjørt títt heimaarbeiði, og tað gevur altíð gott úrslit.

Tú megnar væl tríklangin hjá Grundtvig gamla: javnvágina millum skil, hugflog og kenslur (fornuft, fantasi og følilsir)

Bókin er slakar 300 síður. Og óvanliga virkni Sprotin gevur út. Permumyndin lýsir hesa syrgiligu søgu so rámandi við at vit hóma ein einsamallan mann, ið situr gloymdur í skýmligu tunnlunum undir landssjúkrahúsinum.

GLOYMDUR fer at liggja undir nógvum jólatrøum í ár, um ikki hon longu er útseld, tá adventin byrjar.

 

Karin Kjølbro

Lýsing
Seinastu tíðindini
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund
Fleiri ymisk skeið innan vitlíki
Góða gongdin hjá J&K Petersen heldur fra…