Lýsing
Lýsing
Lýsing

Spenningur til síðsta bríks

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  06.10.2019 - 20:30 Ítrottur Mentan Myndarøð Tíðindi

Tað var spenningur fyri allar pengarnar, tá Stjørnan ídag vann á greipuvinnarunum úr Kyndil

Við eini sera vælleikandi Raluku í málinum  og eini væl skipað verju, gjørdu tað ógvuliga trupult hjá Kyndil at fáa mál. Tá 20 min. vóru leiktir, var støðan 6-4 til Stjørnuna. Tað sum eftir vær av hálvleikinum, siftust liðini um skora. Hálvleiksstøðan var 8-7 til heimaliðið.

Fryktandi var, at orkan fór at ganga undan hjá Stjørnuni, sum seinni hálvleikur leið, men soleiðis varð ikki. Tær stríddust væl, og blivu við at trúgva uppá, at tað skuldi eydnast at koppa greipuvinnarunum. Sum tíðin gekk, virkaðu kyndlaleikarnir meira og meira ráðaleysir. Eitt av vørumerkjunum hjá teimum er skjótáloð, men tað fingu tær ongantíð rættiliga gongd á í dag.

Sum seinni hálvleikur leið, lúrdi sensatiónin, og spenningurin var stórur. Tá leiktir vóru 28 min. var javnleikur 16-16, men næstu løtuna eydnaðist Stjørnuni av fáa tvey mál, og so var dysturin avgjørdur. Kyndil fekk minkað um munin til eitt mál við máli í seinastu sekundunum. Endaliga úrslitið gjørdist 18-17 til Stjørnuna.

Frøðin á heimaliðnum og viðhaldsfólki teirra var stór eftir dystin.

Málini hjá Stjørnuni skutu: Katrin 6, Sonja 4, Tóra 4, Mina 2, Jstrid og Anna 1 mál hvørj

Lýsing
Seinastu tíðindini
Áheitan á 49'ararnar
8-kantaða kioskin aftur til heiðurs og æ…
Borgar­stjó­rin svarar borgarunum
Nýtt staklag frá Jónasi Gaard og Sigrið
Føroya Tele tekur fyrsta stig í 100 mill…
Nøglin sæst her
Klæða suðurendan á Varpinum
Tí valdu vit Fróða Benjaminsen
Fyrrver­andi KÍ-leikari er nú hjálparvenj…
Serfrøðingu­rin og fjepparin um Champions…
Er nakað sprell eftir í Klaksvíkingi – e…
Umvælingar­arbeiði í 1981-bygningi­num í T…
Menninir hittast í Emmaus
Løgmaður á fundi við donsku stjórnina
Prógvhandan á Serbreyt­ini
Anna Lovisa og Bjarki á OY Voxbotn 2026
Upptakt: Víkingur-KÍ
KÍ kvinnur møta spennandi mótstøðu
Trivnaðar­nevndin á kunningarferð á Klaks…
- Klaksvíkar Havn fær Ídni til sítt virk…