Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fá pláss eru eftir: Skeið í skjótlesing

SKRIVAÐ: Synergi  |  15.10.2019 - 14:46 Tíðindaskriv Tíðindi

Skimma 100 síður uppá 20 min. Tað ljóðar sum tann rami gandur, men tað er tað ikki. Tað er teknikkur, sum tú kanst læra tann 24. og 25. oktober.

Bert fá pláss eru eftir til skeiðið í Skjótlesing, sum fær sera góð ummæli.

Birgir Andreasen, Idé møblar
"Eg haldi at skeiðleiðarin livdi upp til allar mínar vónir. Aftaná skeiðið havi eg heilt víst fingið betri lesiførleika og av somu orsøk betri huga at lesa, sum var júst endamálið við at fara á hettar skeiðið". 

Jette H. Eirikstoft, Løgtingsins umboðsmaður
"Undirvísarin gjørdi skeiðið livandi. Eg lærdi m.a. at koma skjótari ígjøgnum stórar mongdir av teksti, sum ikki krevja nærlesing. Fínt skeið við góðum úrslitið". 

Kann man skimma 100 síður uppá 20 min.?
Tað ljóðar sum tann rami gandur, men tað er tað ikki. Tað er teknikkur.
Á undanfarnu skeiðum hava øll forbetra sín lesiskjótleika, so tað veruliga munar.

Øll kláraðu at skimma 100 síður uppá 20 min. longu aftaná døgurða fyrsta dagin!
Hóast tú kanska ikki trýrt tí, so fert tú eisini at klára tað, tí tað var ikki bara tey, ið lósu rímiliga skjótt frammanundan, sum kláraðu tað.

Hopar alt seg upp, sum tú burdi havt lisið?
Hevur tú eina rúgvu at lesa av nýggjum tilfari, vegleiðingum, uppgávum, kunning o.a.? Hopar teg seg bara upp?
Kom á skeið og lær teg teknikkin at lesa skjótt. Ikki so galið at kunna skimma 100 síður uppá 20 minuttir.

Janus Rasmussen, Fakio
"Góð uppbygging frá ongum til fulla ferð. Serliga tankarnir aftanfyri hvat ger skjótlesing møguliga, og hvussu man venur tað, var sera gott". 

Les skjótari, tekna teg HER!  ella ring 322355. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nærveruvika á Skúlatrøð
KÍ hevur bara einaferð í søguni skorað f…
FM Radio: Árni og Páll vitja Norðlýsið
Búskapu­rin hevur tað gott, men...
Rættartrygdin sett til viks í Klaksvíkar…
Ongin doyði - men ferð drepur nógv annað
Felagsdøgurði og pallborðsfundur - almen…
4. flokkur granskar hjartað, lungu og ný…
Gadus siglir heim
Terji tikið sæti á tingi
Hjartastart 2025
Skipið kommunur­nar í størri eindir
U19 lands­liðskapping í flogbólti í Havn…
FM Radio: Tummas og Jógvan vitja Norðlýs…
Vinnulívið netverkar í Rótini
Friður á pallinum: Fleiri atgongumerki s…
Netverksfundur í Rótini: Morgunmatur og…
FM radio á Norð­lýsi­num, 21. okt 2025
Atgongumerkjasølan byrjað
Fleiri lokalir leggjast afturat KÍ-hópin…