Lýsing
Lýsing
Lýsing
Páll Klettskarð er glóðheitur undan FM finaluni. Teir báðir Jóannes fagnað Páll eftir at hann hevur lagt KÍ framum 2-1 móti NSÍ sunnudagin. Páll skoraði eisini til 3-1 í sama dysti. | Mynd: Oliver Joensen

Nú skal tað vera!

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  23.10.2019 - 09:00 Ítrottur Leiðarin

Tað sum nógv roknaðu við, fleiri stúrdu fyri og onnur gleddu seg til, verður nú veruleiki. Styrkiroyndin millum Klaksvík og Tórshavn verður í Gundadali leygardagin tann 26. oktober. Tað verður ikki klassikarin millum tey bæði mest vinnandi feløgini KÍ og HB, men KÍ móti B36, sum av álvara hevur meldað seg uppí feløgini, sum vilja uppí hetta selskapið.

Sjálvt útlendingar hava lagt merki til “et udpræget rivaliseringsforhold” millum størsta og næststørsta býin í Føroyum, og tað er langt frá bert innanfyri fótbóltin. Eisini í politikkinum og í búskapinum spælir hendan kappingin ein týðandi leiklut. Fyri mong var júst farna løgtingsval ein kapping millum vinnulívið í útjaðaranum við Klaksvík sum einum slagi av útjaðarahøvuðsstaði og almennu fyrisitingina í miðstaðarøkinum. Men nú lata vit politikkin liggja og fokusera uppá ítróttin.

Bæði KÍ og B36 hava havt eitt kappingarár, ið sum heild hevur verið stabilt, men við nøkrum undantøkum. B36 hevur verið sera stabilt í landskappingini, men varð útsligið tíðliga úr bæði steypakappingini og Europa League. Har kláraði KÍ seg betur, men hevur afturfyri verið óstabilari í landskappingini, har teir løgdu rygg til eitt tap ímóti einum felagi í niðaru helvt. Innanhýsis eru feløgini bæði jøvn. KÍ vann fyrra dystin í Gundadali 3-0, meðan B36 vann seinna dystin í Klaksvík 2-0. Hetta fortelur eisini, at heimavøllur onki hevur at siga.

KÍ hevur betri málúrtøku, og tað merkir, at teir klára seg við javnleiki, men tað er als ikki vist, at hetta er nakar fyrimunur. Tað sást týðiliga í semifinaluni um løgmannssteypið 22. mai, har KÍ eisini kláraði seg við javnleiki og tí ikki fór eftir sigrinum. Úrslitið var tíverri, at HB skoraði, og KÍ misti alt á gólvið. Velur KÍ at hava eina verjustrategi 26. oktober, so noyðast teir at broyta strategi, um B36 fær mál. B36 kann hinvegin ikki annað enn at leypa á.

Tað er ómøguligt at peika á ein favoritt. Feløgini hava vunnið líka nógvar (20), spælt líka nógvar javnar (3) og tapt líka nógvar (3) dystir. Tey hava tí sama stigatal. Tey hava vunnið hvør sín innanhýsis dyst. Annað hevur betri málmun, hitt hevur heimavøll. At síggja til er tað tí fullkomiliga opið og spenningurin er í topp.

Uttanfyri vøllin verður eisini nógv lagt fyri. Klaksvíkar Kommuna skipar fyri morgunmati í KÍ-Høllini leygarmorgunin kl 10, og lagt er upp til at hittast til tónleik, mat, andlitsmáling o.a., alt fyri at koma í rætta stemningin, sum vit kenna frá steypafinalunum, og hann verður nú endurskaptur til ein dyst, sum er størri enn steypafinalan. Her er tað nevniliga, umframt føroyameistaraheitið, atgongumerkið til Champions League, ið spælt verður um. Bæði KÍ sjálvt og Bláa Bylgjan eru sjálvsagt við í tiltakinum.

Eftir tiltakið verður farið til Havnar, har bríkslað verður í gongd kl. 15:00 í Gundadali. Forsagnirnar siga frá eini ómetaligari mannfjøld, og talið 3.000 hevur verið nevnt. Óansæð hvussu dysturin endar, verður ársveitslan hjá KÍ sama kvøld kl. 19, men vónin er sjálvandi, at tað fyrst og fremst verður føroyameistaraheitið, ið verður fairað tá. Kvinnurnar eru frammanundan vorðnar føroyameistarar, og nú kunnu menninir so taka meistaraheitið, sum viðhaldsfólkini hava bíðað eftir í tjúgu ár.

Eitt er so vist, og tað er, at dysturin leygardagin verður ársins fótbóltsbrak. Hann verður størri enn nakar landsdystur, europadystur ella finalan um løgmanssteypið.

Lat okkum tí øll fara mannsterk til Havnar og mála Gundadal bláan leygardagin!

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Upptakt: KÍ-B68
Tessa á OY Voxbotn 2024
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…