Lýsing
Lýsing
Lýsing
Hanus Hansen og Tummas Lervig í góðum lag í Gundadali tá KÍ vann sítt 18. meistaraheiti | Mynd: Oliver Joensen

2019 – Árið hjá Klaksvík

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  31.10.2019 - 01:15 Ítrottur Leiðarin Mentan Vinna

Árið 2019 hevur verið fantastiskt fyri Klaksvík sum bý. Alt riggar bara á øllum økjum. Tað verði seg mentanarliga, tað veri seg vinnuliga, tað verði seg politiskt og tað verði seg ítróttarliga. Eftir 20 ár við fleiri niðurtúrum enn upptúrum eydnaðist tað endiliga, sum vit hava bíðað eftir í tvey full áratíggju.

Tá ið tað hevur rikið á kíkin, so hava klaksvíkingar fingið nógv yvir sínar kroppar fyri at vera so lokalir, sum teir eru. Hví avsiga teir ikki bara sín samleika og geva seg yvir til heildina? Svarið er: Tí tað í longdini er prógvað, at tað lokala virkar best! Tá vit ímóti øllum rákum velja lokalu loysnina, so síggja vit nøkur á seinni, at rákini fóru skeiv og lokala valið var rætt. Alt talaða fyri at leypa uppá íslendsku bylgjuna í 2007, har miðstaðarøkið fall pladask fyri Stórutjørn, meðan klaksvíkingar søgdu nei við íslendingar, sum m.a. ynsktu at keypa Föroya Bjór. Tað var vónleyst ómodernað ikki at leggja seg skerflatar fyri íslendingum, søgdu øll hini. Eisini Búskaparráðið rósti Íslandi. Aftaná vísti tað seg, at vit vóru tey, ið valdu rætt.

At hava satsað uppá KÍ hevur eisini í longdini víst seg at verið tað góða satsið. Bert í Norðoyggjum og í Sandoynni síggja vit hetta, at fólk standa saman um eitt felag. Í Eysturoynni, Suðuroynni, Vágum og Tórshavn eru fólk sundurbýtt millum fleiri feløg. Hjá summum teirra riggar tað fínt, hjá øðrum ikki. Men vit eru fullvís í, at leisturin við einum felags savnandi ítróttarfelagi fyri allar Norðoyggjar er tann nógv, nógv besti fyri okkum.

Ikki tí, Norðoyggjar kundu helst havt borið fleiri feløg. Fremsta mansliðið var ikki tað einasta hjá KÍ, sum vann føroyameistaraheitið – langt frá –, og onkur hevur verið frammi og sagt, at 1. deild hjá KÍ eisini hevði borið seg í Betrideildini sum eitt separat lið. Og tað er uttan iva rætt. Men saman standa vit sterk. Divided we fall. Og tankin um nakrantíð at býta norðoyingar ella klaksvíkingar sundur er líka so óhugsandi, sum hann er absurdur.

Tað er ringt at taka nakran einstakan fram í tí, sum er eydnast fyri Klaksvíkina í ár. Tí tað hevur verið eitt felags projekt. Klaksvíkingar standa rimmarfastir saman og lyfta í felag. Men tað slepst ikki undan at nevna, at umframt tann kanónsterka stuðulin frá áskoðarafjøldini eru vinnuligu stuðlarnir bókstaviliga gull verdir fyri KÍ. Á framúr væl fyriskipaðu ársveitsluni hjá KÍ leygarkvøldið var onkur av teimum róptur upp á pallin, og aðrir róstir av sama palli. Somuleiðis bæði fekk og gav Klaksvíkar Kommuna eisini væl uppiborin herðaklapp.

Í Klaksvík vilja vit vera fremst alla staðni, har vit eru. At okkum dámar ótrúliga illa at tapa er kanska ikki so løgið; soleiðis hava mong onnur tað eisini. Men klaksvíkingar hava tað avgjørt heldur ikki gott við “bert” at vera nummar tvey. Vit vilja standa í sólini, ikki í skugganum á nøkrum øðrum. Og als ikki av høvuðsstaðnum. Hesin vinnaramentaliteturin eyðkennir so gott sum alt virksemi í Klaksvík og sjálvsagt eisini ítróttin.

Eftir dystin bleiv Mikkjal Thomassen, venjari, spurdur, um projektið nú var liðugt. Uttan at brúka eitt sekund til umhugsunar svaraði hann beint frá hjartanum “Nei, tað er júst byrjað!”. Soleiðis tosar ein vinnari. Tað, sum er liðugt, er fyrireikandi arbeiðið. At fáa KÍ upp har, KÍ eigur at vera. Projektið er altíð at vera har, man eigur at vera.

Trupulleikin hjá mishátta dunnuunganum hjá H. C. Andersen var, at hann ikki hoyrdi heima har, sum hann var. Hann var ikki ljótur; hann var bert skeivt stað. Skuldi hann farið aftur til dunnurnar, bleiv hann keddur aftur. KÍ hoyrir heldur ikki heima aðrastaðni enn á fremsta plássi, og missa klaksvíkingar aftur tað plássið, hava teir tað ikki reiðiliga gott, fyrrenn teir eru komnir heim aftur. Tí tað er fremst í Føroyum, í øllum lutum, at Klaksvík hoyrir heima. Og nú vit eru heima, hava vit tað gott!

HJARTALIGA TILLUKKU, KLAKSVÍKAR ÍTRÓTTARFELAG!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund